EM: Hesir skulu møta Rumenia 8. og 11. mars

Elias Ellefsen á Skipagøtu er millum teir úttiknu til landsliðshópin

Manslandsliðið í hondbólti, ið skal spæla tveir EM-undankappingardystir móti Rumenia, 8. mars í høllini á Hálsi í Havn, og 11. mars í Bukarest er úttikið.

 

Elias Ellefsen á Skipagøtu sum hevur verið úti við skaða í longri tíð er millum teir úttiknu.

 

Landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Porskær Møller, hava úttikið hesar 17 leikarar til EM-undandystirnar móti Rumenia:

 

Málverjar:

Nicholas Satchwell, KA Akureyri (ISL)

Pauli Jacobsen, H71


Útileikarar:

Leivur Mortensen, Frederiksberg IF (DEN)

Rói Berg Hansen, HØJ (DEN)

Peter Krogh, H71

Tróndur Mikkelsen, Ryger Stavanger (NOR)

Jónas Gunnarson Djurhuus, Frederiksberg IF (DEN)

Pauli Mittún, Kristiansand (NOR)

Óli Mittún, IK Sävehof (SWE)

Elias Ellefsen á Skipagøtu, IK Sävehof (SWE)

Rói Ellefsen á Skipagøtur, H71

Hallur Árason, VÍF

Hákun West av Teigum, Skanderborg-Århus (DEN)

Allan Norðberg, KA Akureyri, (ISL)

Pætur Mikkjalsson, AMO (SWE)

Teis Horn Rasmussen, Follo HK, (NOR)

Helgi Hildarson Hoydal, Kristiansand (NOR)

 

HSF skrivar á heimasíðu síni, at føroyska liðið savnast til venjingar í Føroyum mándagin 6. mars, har liðið fer at venja saman áðrenn heimadystin mikudagin 8. mars kl. 19.00 í Høllini á Hálsi. Hareftir ferðast liðið, fríggjadagin 10. mars, til Bukarest í Rumenia, har seinni dysturin millum liðini verður leygardagin 11. mars kl. 14.00, føroyska tíð. Rumenia hevur tvey stig eftir tveir dystir í EM-undankappingini. Liðið tapti fyrst 36-32 á útivølli fyri Eysturríki, men vann hareftir 34-26 á Ukraina á heimavølli.

 

Føroyar hava møtt Rumenia fimm ferðir áður og hava úrslitini verið hesi:

12.01.18 Rumenia – Føroyar 28-20, HM-undankapping

18.01.04 Rumenia – Føroyar 43-27, EM-undankapping

16.01.04 Rumenia – Føroyar 41-19, EM-undankapping

07.01.01 Føroyar – Rumenia 16-27, EM-undankapping

05.01.01 Føroyar – Rumenia 23-36, EM-undankapping