fótbólti. Í gjár vóru 44 ára gamli Jóanis Nielsen úr Sandavági og 30 ára gamla Annika Djurhuus av Skála uppi í smíði, sum síðsta faki, og fingu tey bæði 10 í karakteri. Tey fáa 40 tímar til uppgávuna, [...] hevði arbeiði í Vágoynni, har hús og familja eisini eru. Ístaðin leitaði hann sær á læraraskúla, so hann hevði ein møguleika at leita sær aftur í oynna. Jóanis og Annika eru millum síðstu næmingarnar, sum [...] er tað grundleggjandi í samfelagnum. Hann metir, at fíggjarnevndin hevur tikið eina prinsippavgerð og at málið í grundini helst er eitt óneyðugt stríð miilum partarnar. Jóanis slapp í 1972 inn á Læraraskúlan
er Henning leikbannaður, og tað tykist vera rættuliga víst, at Jan Dam verður ikki millum teir fyrstu ellivu. Jens Martin Knudsen má ivaleyst finna seg í at sita á beinkinum, og so er spurningurin, um venjarin [...] í 2. hálvleiki, vóru skelkaðir, og tað lætnaði týðuliga hjá teimum, tá dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð. Billy Dodds og Craig Burley skoraðu málini hjá Skotlandi, og teir eru báðir við í Føroyum. Rætti [...] alt betri, og so er tað kanska onkur, sum hevur hug at koma til tað úrslit, at í morgin fara føroyingar at fáa stig og kanska at vinna. Tað er ikki púra óhugsandi, at tað skal ganga soleiðis, og skotar meta
við fullari ferð er á veg aftur í næstbestu deildina, og um gongdin verður, sum hon hevur verið fyrsta triðingin av kappingini, og tað vil fyrst og fremst siga, um spælararnir í B36 megna at halda dampinum [...] fleiri ferðir, og hesa ferð skoraði hann tvey mál ? tveir minuttir seinni økti Aksel Højgaard, og á hálva tímanum økti Rógvi Fossdalsá. Vágbingar minkaðu um munin til 3-2 við málum eftir 38 og 62 minuttir [...] leygardagin, og sunnudagin vunnu fyrst 1. deild og so 3. deild. Á liðnum hjá KÍ var nógv nýtt fólk, m.a. Eyðun Kjølbro, sum ikki hevur gjørt serliga nógv við fótbólt tey seinnu árini, var á miðvøllinum, og hann
Sunnudagsskúli, kl. 15.30: Kvinnumøti og kl. 18 er møti. Hoyvíkar skúli Sunnudagin kl. 14: Sunnudagsskúli, kl. 18.30 bøn og kl. 19 er møti har »Saltið« luttekur og Bergur Debes Joensen talar. Øll eru hjartaliga [...] 11.00, altargangur, Bent Falk og Heri Joensen Argir: kl. 11.00, altarg., Bergur D. Joensen Svínoy: kl. 12.00, altarg., Meinhard Bjartalíð Vestmanna: kl. 11, altarg., Martin R. Jacobsen Kvívík: kl. 12.00 [...] 12, messa Norðskála: kl. 11 messa, Høgni Poulsen og Jákup Kass kl. 15: barnagudstænasta (børn syngja) Emil Olsen Havnar kirkja: kl. 11.00, Marianne Bach og Bjarni Bæk Hvítanes: kl. 11.00, Kaldbak: kl. 12
Rasmussen og Kári Reynheim hava skorað tvær ferðir, og umframt Hans Fróða Hansen hava hesir fingið eitt mál: Jan Dam, Øssur Hansen, Óli Johannesen, Allan Mørkøre, Kurt Mørkøre, Julian Johnsson, og so eitt [...] ferð spældi við, og síðani tá hevur hann bara tríggjar ferðir verið burturfrá. Julian Johnsson er seytjandi spælarin, sum røkkur 25 altjóða skrásettum landsdystum. Hinir eru Jens Martin Knudsen (45), Allan [...] Kári Reynheim (27), Magni Jarnskor (27), Kurt Mørkøre (26), Jens Erik Rasmussen (26) og Jóannes Jakobsen (25). Jens Martin Knudsen er framvegis tann spælarin, sum hevur spælt flestar av teimum 58 altjóða skrásettu
Tað hevur leingi ligið á ljóði, og nú er tað ein veruleiki. Allan Mørkøre verður fríggjadagin í ferðalagið saman við Una Arge og Jens Martin Knudsen yvir til Íslands, og longu leygardagin verður hann at [...] fyri HB. Allan og felagið í Vestmannaoyggjunum hava undirskrivað sáttmála, sum sigur, at landsliðsveteranurin í ár og tvey tey næstu árini verður á lønarlistanum hjá íslendsku meistarunum og steypavinnarunum [...] í Reykjavík, har venja teir eisini, og so flúgva teir út í oyggjarnar til einstakar venjingar og til heimadystirnar. Flúgvitíðin er umleið tjúgu minuttir. Dreymur og veruleiki Sáttmálin, sum Allan Mørkøre
nna í almanna- og heilsumálum, fer at greiða frá ætlanum hjá landsstýrinum á barnaøkinum sambært samgonguskjalinum, og gera status viðvíkjandi farloyvi, um peningur fylgir barninum, og øðrum. Tað hevur [...] verður løgd út til kommunurnar at umsita og at Tórshavn verður royndarkommuna næsta ár hesum viðvíkjandi. Hvat liggur í kortunum, og hvussu skal skipanin fíggjast og virka, fer landsstýriskvinnan at greiða [...] um, ið eru góðkendar, og nær nýggja EDV-skipanin, sum stýrir upptøkuni av ansingarplássum fer at virka. Hon fer at lýsa støðuna, vísa hvussu økini í kommununi eru býtt, hvørji og hvussu nógv stovnspláss
gað eisini hesa ferð tosa og gita um, og sjálvandi hevur landsliðsvenjarin umhugsað spurningin væl og virðiliga, og tað hevur hann gjørt bæði út frá avrikunum leygardagin og við dystinum niðri í Bosnia [...] tað skuldi vera soleiðis, at Jákup Mikkelsen og Jens Martin Knudsen um somu tíð vóru upp á sítt besta. Og so er spurningurin, hvør spælari skal av beinkinum og út millum áskoðararnar. Tað hava verið nítjan [...] fara í staðin at borðreiða við tí, sum vit út frá samrøðum við venjaran og eygleiðing av dystum og venjing halda, at venjarin snarar og vendir, áðrenn hann tekur støðu til, hvussu liðið skal síggja út. Fleiri
um familjuna og hvat henni tørvar, so eru tað kvinnurnar. Og ikki minni í hesum døgum, nú kvinnurnar alt meiri fáa sær útbúgvingar og arbeiði uttanfyri heimið, og ábyrgdin fyri tí heimliga og børnunum framvegis [...] um umsorgan og ansing av børnum og eldri. Hetta hevur ikki verið, og er framvegis ikki arbeiðsøkið hjá monnunum, í øllum førum eru teir fáir, sum velja hesar uppgávur fram um annað arbeiði, og ei heldur [...] Løgtingsmenn og familjupolitikkur Løgtingslimirnir eru jú menn teir allarflestu og familjupolitikkur er hvørki teirra borð ella teirra problem. Teir hava meir skil og áhuga fyri fiski, og hava lættari
yrkistónleikarum spælir. Dagin eftir tann 1. juli spæla Høgni og Bárður á Lakjuni klaver og tvørfloytu, og Hans Jákup Hansen, tónleikari og sjónleikari, hugleiðir um gamlar dagar. Fríggjadagin 2. juli, [...] byrjar, syngur Fuglafjarðar Gentukór yngra, og Petur Martin Petersen, leiðari á kunningarstovuni í Fuglafirði, hugleiðir. Leygardagin syngur Fuglafjarðar Sangkór, og sunnudagin spælir ein strúkikvartett við [...] verða rópt, og í einum stórum bilhúsi hjá Sigurði Simonsen. Framsýningin verður skipað soleiðis, at tey stóru verkini, serliga málningarnir verða at síggja í fimleikarhøllini, tekningar og minni myndir