gongd við tunga venjing, sum ger at tær als ikki eru so væl fyri at svimja skjótt. Tær eiga at ìtoppaî um eitt hálvt ár, tá FM kappingin verður. Kortini eydnaðist tað teimum at taka metið, sum hevði staðið [...] í, at tað er konsentratiónin um venjingina og virðingin fyri venjaranum, sum ger, at tað verður arbeitt meira miðvíst nú enn fyrr. Hesum eru hinar tríggjar samdar við henni, og tær vísa allar á, at tað [...] tað als ikki loysir seg, at royna at snýta venjarin, tí hann hevur eyguni við øllum svimjarunum. ? Hann sær tað beinanvegin, um vit royna at snýta okkum til eina hvíld, og so rópar hann. Hevur góð úrslit
sum sendi hann avstað, og tað var týðiligt, at teir royndu at fáa okkum at fara eftir honum og sostatt møðast, men eingin fór, tí vit vistu, at vit fóru at taka hann aftur fyrr ella seinni, segði Rógvi [...] tí var trupult at slíta seg leysan. ? Eg hevði væntað, at Bogi fór at gera okkurt í dag, men tað var eitt lottarí, tí allir lógu so tættir. Síðstu 20 kilometrarnar dugdi eg at síggja, at tað bleiv antin [...] aftanfyri, hevur allarhelst eisini gjørt eitt gott arbeiði við at bremsa hinum í at koma fram at okkum aftur. Og tað skal eisini sigast, at vit koyrdu ónáttúrliga væl saman sum lið, og vit vóru allir alla
vóni ikki, at landsstýrismaður framhaldandi fer at tileinkisgera tað, ið andstøðan førir fram. Eg ynski ikki at hann er samdur. Men tað er hansara skylda, eins og mín, at registrera og góðtaka at vit eru [...] fyrstu ferð. Kunnu vit, ið eru vald at umboða fleiri túsund fólk, »pent« finna okkum í, at landsstýrismaðurin als ikki vil registrera, at vit hava ein demokratiskan rætt at hava eina øðrvísi hugsan enn hann [...] grundlógarnevnd. Vit meta tvørturímóti, at Føroyar hava betri møguleika at gerast meira suverenar innan ríkisfelagsskapin enn uttanfyri. Vit søgdu beint eftir valið, at vit vilja fara so langt, sum skilagott
fingu tær boð um at gera alt arbeiðið sum var, við tí avleiðing, at tær vóru undirdýktar í arbeiði. Tað vildu vit ikki lata okkum lynda, og noktaðu at taka meira arbeiði, við tí í huganum, at so fingu vit [...] lagnum hevur í bløðunum gjørt vart við, at nú er tænastan hjá stovninum so vánalig, at tað nærkast markinum fyri skilaloysi. Ása Djurhuus sigur við Sosialin, at serliga brúkarar í Eysturoy og Suðuroy eru [...] vantaðu. Satt at siga, kundu vit ikki ímyndað okkum, at hjálpin kundi skerjast meir, men so var ikki, sigur Hanna Vest. Heimahjálpirnar hava verið 10 í hesum økinum í Suðuroy, men av tí at tvær teirra fóru
sum er um at vera mest kriminaliseraði býurin her á landi, (tí er tað eisini av týdningi ikki at geva skarvin yvir, men at koma saman um Orð Harrans). Tað er lættast at finna skúlan við at koyra frá [...] trúbótina í Føroyum ? øvugt tí hon kom at virka øvugt av hugsanum Luthers viðvíkjandi móðurmálinum í Føroyum innan kirkju- og skúlagátt. Eg fegnist stórliga um, at Luther tordi at gera tað, sum hann gjørdi, og [...] Men hugsan hansara, um at fólk skuldu hava Guds Orð á hjartamálinum, var seinkað 400 ár í Føroyum. Hóast »tey skiltu danskt«, so fóru menn undir at umseta Bíbliuna til føroyskt og at skriva sálmar og sangir
in Ístaðinfyri at dagføra verandi skipan, hevur henda samgonga sett sær fyri, at fara inn í beinleiðis samráðingar við donsku stjórnina um at skipa Føroyar sum eitt fullveldi, uttan at hava annað enn eina [...] okkurin í dag viðurkennir, at tað ikki ber til at brúka eina ivasama fólkaatkvøðu í 1946 sum grundarlag fyri eini avgerð í 1998, líka so ivasamt og ábyrgdarleyst er tað, at samráða seg fram til eitt úrslit [...] álvarsmálið, hava lagt árarnar inn. Sparið ístaðin 4 mió. um dagin At fara til donsku stjórnina at samráðast um fullveldi/loysing, er tað sama sum at renna undan ábyrgd. Biðja vit um fullveldi/loysing, so fáa
afturat, at hetta eisini er í samsvari við tað sum bankaleiðslan hevur sagt um, at teir ikki hava skil fyri at reka vinnufyritøkur. Teir duga at reka bankavirksemi og vilja heldur lata aðrar um at reka vinnuna [...] stórt yvirskotið er, men sigur bara, at tað gongur tann rætta vegin. Ein onnur orsøk til at Jóhan Eysturoy er bjartskygdari nú enn hann hevur verið er, at í sambandi við, at teir tríggir hava keypt seg inn [...] nøgdur við, at teir tríggir eru komnir inn í fyritøkuna, sigur Jóhan Eysturoy í viðmerking til tíðindini um at Kemilux International nú aftur er »fíggjarliga fræls« fyritøka. Hvussu ber tað til at Føroya Banki
ánni. Striltið gekk at fáa raksturin at bera seg fíggjarliga, men tó so betringar vóru ár um ár. Og nú sær út til at bjartari tíðir eru fyri framman. So mikið betri sær út til at ganga, at nú hava aðrir v [...] fyri at alt tað sum var uppbyggt, ikki fór fyri skeytið. Tað er nevniliga so, at ein stórur partur av vørunum, sum Kemilux framleiðir, fer til útflutnings, og tað er ikki bara sum at siga tað, at byggja [...] , men ætla at reka fyritøkuna soleiðis, at hon trygt kann halda fram, og tað er tað, sum eg nevndi í áðni. Raksturin hjá Kemilux sær út til at verða komin upp undan aftur, og orsøkin til at vit eru farnir
roknað við, og eg haldi ikki, at teir vóru serliga vandamiklir. Tað var sera harmuligt, at teir fingu eitt bíligt mál. Eg haldi, at Jákup Mikkelsen gjørdi tað, sum hann átti at gera í hasari støðuni. Kanska [...] teir vóru fyri nøkrum árum síðani, og tað hevur sera nógv at siga. Eg minnist aftur á, at vit í fleiri dystum vóru væl við og vóru um reppið at fáa góð úrslit, men so datt alt saman síðstu løtuna, tí okkara [...] partinum, og hann rósti Pól Thorsteinsson fyri at hava hildið Billy Dodds so sera væl. Venjarin helt, at Todi Jónsson hevði verið stak væl upplagdur, og at Óli Johannesen hevði stýrt verjuni heilt væl:
um støði. Hann boðar frá, at tað eru sera vakrar og góðar sveisingar, og at plátuarbeiðið er fyrsta floks. Um so er, at Vaktar- og Bjargingartænastan og aðrir ikki ynskja at byggja í Kina av prinsippiellum [...] halda harafturímóti, at hetta júst prógvar hvussu seriøs skipasmiðjan í Kina er, og at tað heldur er Kaj P. Mortensen, sum er óseriøsur í hesum máli. Áður nevnda fráboðanin um at tilboðið frá Kina ljóðaði [...] prinsippiellum grundum, so er tað í lagi og ein erlig sak at hava ein slíkan hugburð. Men beinleiðis at siga ósatt, at standardurin ikki er á skandinaviskum støði, kunnu vit sum skipsmeklarar als ikki góðtaka og