Í hesum Óneyðugu Skiftistíðum

Vísið í verki hvussu vit spara 4 mió. kr. um dagin!

At Tjóðveldisflokkurin slepti hvørkratakinum um eina ivasama fólkaatkvøðu, sum fór fram í 1946, er eitt stig á rættari leið.

Tað eru vit sum liva í 1998, sum mugu taka støðu til okkara egnu framtíð, heldur enn tey sum livdu í 1946.

Tað einasta rætta hjá einum Landsstýrismanni í sjálvstýrismálum at gera, er tí, eftir míni sannføring, at dagføra heimastýrislógina fyri tey brek sum henda skipan millum londini nattúrliga hevur eftir 50 ára slit.

Tí skipanin sjálv man teljast millum tær frægu.


Fullveldisætlanin/Loysingin

Ístaðinfyri at dagføra verandi skipan, hevur henda samgonga sett sær fyri, at fara inn í beinleiðis samráðingar við donsku stjórnina um at skipa Føroyar sum eitt fullveldi, uttan at hava annað enn eina ivasama veljarakanning aftanfyri seg, krydraða við føroyskum nýggjorðum, sum veljarin ikki rættiliga skilir innihaldið av.

Eina veljarakanning sum vísir, at 55% av teimum spurdu vilja hava fullveldi, meðan valið til løgtingið vísti, at minst 70% av føroya fólki ikki vil hava hetta fullveldi/loysing.


Óneyðugt við skiftistíð

Høvuðslykilin í hesi avtalu skal eftir ætlanini byggja á, at Føroyar fáa eitt skotbrá uppá eini 20 ár, har vit framvegis fáa fíggjarligan styrk úr Danmark, meðan samfelagið verður umskipa og tillaga hesi minkandi peninganøgd.

Og her koma vit til tað sum eftir míni sannføring er tað mest ábyrgdarleysa av øllum.

Eins og Tjóðveldisflokkurin í dag viðurkennir, at tað ikki ber til at brúka eina ivasama fólkaatkvøðu í 1946 sum grundarlag fyri eini avgerð í 1998, líka so ivasamt og ábyrgdarleyst er tað, at samráða seg fram til eitt úrslit við donsku stjórnina í 1999 at atkvøða um nú, sum okkara eftirkomarar møguliga - ella møguliga ikki - skulu kenna sviðan av í ár 2018, tá tey flestu sum eru arbeiðsfør í dag, og skulu taka støðu til álvarsmálið, hava lagt árarnar inn.


Sparið ístaðin 4 mió. um dagin

At fara til donsku stjórnina at samráðast um fullveldi/loysing, er tað sama sum at renna undan ábyrgd. Biðja vit um fullveldi/loysing, so fáa vit tað við brestin. Tað veit hvør føroyingur í dag. Her er onki ivamál.

Vil Landsstýri og sitandi samgonga hava fullveldi/loysing, so eiga tit at fara erliga til verka, og vísa ábyrgd. Byrjið við at umskipa samfelagið her og nú, heima hjá okkum sjálvum. Tit hava allar heimildir, og fullu ábyrgdina. Hetta kann gerast við at seta ein part av ríkisstuðlinum inn á konto, so hann at enda er óneyðugur.

Fíggjarligi styrkurin úr Danmark er her. Tað er ikki neyðugt at biðja um at fáa hann longdan. Og tit kunnu fáa tað skiftistíð sum tit vilja hava.

Verður fullveldi/loysingin skipa eftir hesum leisti, so kann føroya fólk opið og erliga taka støðu til spurningin um fullveldi/loysing, tí tá merkja tey á sínum egna kroppi, hvat ein slík avgerð inniber.

Allar aðrar loysnir, eru eftir míni bestu sannføring, ein roynd at renna undan ábyrgd, og kroysta loysnir niðuryvir høvdið á veljaranum ígjøgnum óneyðugar samráðingar við donsku stjórnina.


Jákup Fróði Djurhuus