Hví varð uppskotið skrætt?

Rættiliga drúgvt orðaskifti var á tingi um setan av grundlógarnevnd. Í 4 tíma langa orðaskiftinum var ongin ivi um, at javnaðarflokkurin og sambandsflokkurin ikki mettu, at grundlógarnevnd skuldi setast.

Hetta varð væl grundgivið av umboðum fyri báðar flokkarnar. Í einum ríki er bert ein grundlóg, og tí er gerð av aðrari grundlóg eitt beinleiðis stig ímóti at avtaka núverandi Ríkisfelagsskap. Tað er eisini aðalmál samgongunnar. Men hetta er eisini eitt slag í andlitið á okkum, ið ganga inn fyri samstarvi innan karmarnar av ríkisfelagsskapinum. Sambandsflokkurin gongur tí ikki inn fyri setan av grundlógarnevnd.

Vit meta tvørturímóti, at Føroyar hava betri møguleika at gerast meira suverenar innan ríkisfelagsskapin enn uttanfyri.

Vit søgdu beint eftir valið, at vit vilja fara so langt, sum skilagott er innan ríkisfelagsskapin. Og eisini hava vit meldað út, at vit ynskja at gera allar tær, um neyðugt umfatandi broytingar, ið skulu til. Men tað skal vera innan karmarnar av ríkisfelagsskapinum.


Landsstýrismaðurin

segði ósatt/manipuleraði

Ímóti enda av orðaskiftinum tók landsstýrismaðurin H. Hoydal samanum og upplýsti fyri m.a. sjónvarpinum, at »allir flokkar vóru samdir um, at processin skuldi fara ígongd«.

Kundi eg sum sambandsmaður liva við slíkum ósannindum? At hesi tíðindi skuldu koma út til allar ríkisfelagsskapssinnaðar føroyingar, at allari andstøðuni, sum ið fleiri tímar hevði ført fram skilagóð argument ímóti hesi ætlan at forkoma ríkisfelagsskapinum, vórðu løgd ósonn orðí munnin á slíkan hátt? Slíkt er eftir míni hugsan manipulatión.

Andstøðan varð enn einaferð feiað av borðinum ? umboðandi ein sera stóran part av Føroya fólki. Og tað er ikki fyrstu ferð. Kunnu vit, ið eru vald at umboða fleiri túsund fólk, »pent« finna okkum í, at landsstýrismaðurin als ikki vil registrera, at vit hava ein demokratiskan rætt at hava eina øðrvísi hugsan enn hann og samgongan. Um ikki, so er talan um ódemokratiska framferð, eftir míni hugsan.


Lógaruppskotið skrætt

á tingsins røðarapalli

Undirritaði talaði ímóti hesum. Tá vit fáa at vita frá landsstýrismanninum, at alt tingið er samt um hesa ætlan, tykist ikki, sum um hesin maður er móttakiligur fyri øðrvísi hugsandi fólki. Tað talar heldur ikki gott fyri eini komandi grundlóg, tá annarleiðis hugsandi undir sjálvari viðgerðini av hesum máli verða kveistrað til viks. Neyðugt var tíverri, eftir míni hugsan, í hesum føri við meira enn orðum. Tí øll sjónarmið andstøðunnar vórðu, eftir míni meting, gjørd til einkis av landsstýrismanninum. Og tí og bert tí varð uppskotið skrætt.

Eg vóni ikki, at landsstýrismaður framhaldandi fer at tileinkisgera tað, ið andstøðan førir fram. Eg ynski ikki at hann er samdur. Men tað er hansara skylda, eins og mín, at registrera og góðtaka at vit eru ósamdir á teimum økjum, har vit eru tað.

Eg umboði ikki meg sjálvan, men ein veljaraskara, ið telur fleiri túsund fólk. Fyri hesi eri eg valdur. Tað kann undir ongum umstøðum góðtakast, at teirra hugsan verður kveistra av borðinum sum onkisverd av landsstýrismanninum.

Vónandi verða ikki fleiri uppskot skrædd á tingsins røðarapalli. Men hevði andstøðan verið vird á demokratiskan hátt, so hevði als onki uppskot verið skrætt.

Fleiri fara ikki at verða skrædd av mær. Og eg skal ikki bera í bøtuflaka fyri nakað, sum eg sjálvur haldi er óhóskandi.


Marjus Dam,

løgtingslimur