Ása Djurhuus, formaður í Heimahjálparafelagnum hevur í bløðunum gjørt vart við, at nú er tænastan hjá stovninum so vánalig, at tað nærkast markinum fyri skilaloysi.
Ása Djurhuus sigur við Sosialin, at serliga brúkarar í Eysturoy og Suðuroy eru serliga hart raktir av sparingunum. Hon veit um fólk, sum sita óhjálpin og ongan góðan eiga, at sjálvt reingerðin er tikin burtur.
Í Suðuroy er ikki betur statt, sigur Hanna Vest, heimahjálpari og nevndarlimur í Heimahjálparafelagnum.
Størv ikki sett aftur
Tá heimahjálpirnar fóru í summafrí, vóru avloysarar settir í arbeiði, men tær fóru úr arbeiði áðrenn summarfrítíðin varð av, sigur Hanna Vest.
Tá føstu heimahjálpirnar komu aftur til arbeiðis eftir summarfrítðinina, vóru tær tvær færri til arbeiðis, og hinar fingu tær boð um at gera alt arbeiðið sum var, við tí avleiðing, at tær vóru undirdýktar í arbeiði.
Tað vildu vit ikki lata okkum lynda, og noktaðu at taka meira arbeiði, við tí í huganum, at so fingu vit helst sett tey tvey størvini, sum vantaðu.
Satt at siga, kundu vit ikki ímyndað okkum, at hjálpin kundi skerjast meir, men so var ikki, sigur Hanna Vest.
Heimahjálpirnar hava verið 10 í hesum økinum í Suðuroy, men av tí at tvær teirra fóru burtur at lesa, var eingin sett í teirra stað. Nú eru bert átta eftir.
Fingu eykajáttan í juli
Tað vóru trupulleikar av játtanini hjá Heimarøktini í juli mánað. Skipanin vantaði einar tríggjar mió. krónur, tað sum er eftir av hesum árinum.
Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður. segði eftir fund við Heimarøktina, at brúkarin ikki fór at merkja sparingarnar, sum skuldu gerast í umsitningini.
Sosialurin tosaði við landsstýrismannin í gjár. Eg havi ikki fingið boð um hesar sparingar, men fari sjálvandi at kanna málið nærri, sigur Helena Dam á Neystbø.
Tú segði aftaná fund við heimarøktina í Juli Mánað, at brúkarin ikki skuldi merkja sparingarnar?
Eg kann sjálvandi ikki leggja meg út í dagliga raksturin á stovninum, men av tí at eg júst eri komin heimaftur úr summafrí, veit ikki, hvat er farið fram síðani vit tosaðu saman.
Hugsandi er, at møguligar sparingar hava verið ætlaðar at seta í verk, áðrenn summarfrítíðina, ella eisini eru aðrir trupulleikar komnir aftrat. Tað mugu vit taka upp, sigur Helena Dam á Neystabø, sum ikki heldur, at tað kann góðtakast at fólk, sumongan góðan eiga, sita óhjálpin og ikki fáa hjálp.
Tær tríggjar mió. krónurnar, sum heimarøktin hevði tørv á áðrenn summarfrítíðina, hevur landsstýrismaðurin fingið til vega.
Verður játtanin um neyðugt økt enn meira?
Tað er ikki lætt at finna pening í almanna- og heilsuverkinum, tí har er trongligt sum er, men vit mugu ið hvussu so er nøkta tann tørv, sum er læknaávístur.
Verður tað neyðugt at seta fleiri tiltøk í verk, noyðist eg at kanna tað, men enn havi eg so einki frætt, sigur Helena Dam á Neystabø.