gongdin ikki vendist, kunnu vit rokna við, at av teimum 702 børnunum, sum vórðu fødd í 2002, fer um leið helvtin at verða fyri ferðsluskaða, 6 fara at doyggja áðrenn tey eru tilkomin og umleið 14 av teimum [...] Rúna Sivertsen vónar, at hesi tølini fáa politikararnar at taka ferðslutrygdina í størri álvara. - Nú er tíð uppá at ferðslutrygdin kemur á dagsskrá á Føroya Løgtingi, sigur hon. Ferðslutrygd í tingið [...] val varð útskrivað. Bjarni Djurholm sigur, at uppskotið verður lagt fyri tingið fyrsta dagin. Tá fáa vit eitt aðalorðaskifti um ferðslu, sum síðani kann verða grundarlag undir ferðslupolitikkinum í Føroyum
Tróndur Djurhuus. Hann hevur vónir til, at júst nú er rætta løtan at gera hetta. Eisini sæð í tí ljósi, at samráðingarleiðarin í samgongusamráðingunum, sum eru um dagarnar, segði í samband við viðgerðina av [...] út í heim. ?Felagið skal stimbra fyritøkunum í at kappast innanlands og samstundis standa saman, tá vit fara út í heimin at kappast, sigur Tróndur Djurhuus. Hann sigur, at 12 fyritøkur og stovnar standa [...] Djurhuus. Stovnandi aðalfundurin var hildin eftir, at blaðið var farið til prentingar, og tí vita vit ikki, hvussu nevnd og stjórn síggja út.
síggja, at vit hava gjørt nakað skeivt. Nýggi stjórin fer, saman við álitisfólkunum, at fáa alt tað praktiska uppá pláss, og góð tíð er til tað, sigur hann. Í mun til úttalilsini frá eitt nú starvsfólk [...] skilur als ikki atfinningarnar um, at álitisfólkini áttu at verið tikin við í fyrireikingarnar. - Tað eru 10 mánaðir til stovnurin flytur. Tí er góð tíð til at fyrireika alt, og ætlanin er sjálvsagt at st [...] avgerð, og tað er natúrligt, at politiska viðgerðin er avgreidd, áðrenn starvsfólkini verða kunnað. - Vit gjørdu eisini av at flyta Matrikulstovuna úr Havn og út á Argir, og tað var eingin trupulleiki. Spurdur
Eftir níggju stig í trimum royndum eftir summarsteðgin steðgaði KÍ tykkum. Hvussu bar tað til, spyrja vit Paula Jarnskor, sum er hjálparvenjari: - Tað sást væl, at klaksvíkingarnir høvdu eyka viljan, sum skal [...] fyrr á bóltinum, enn okkara vóru, og teir høvdu yvirtakið á miðvøllinum. Kvíga tit fyri, at gongdin nú fer at verða, sum hon var undan summarsteðginum, tá ið tit eftir fyrsta stigamissin høvdu ilt við at [...] fáa úrtøku? - Avgjørt ikki. Tapið smakkaði illa í umklæðingarrúminum eftir dystarlok. Spælararnir eru ógvuliga væl fyri, og teir fara at reisa seg. Miðalaldurin er 22 ár, og tað man vera eitt tað lægsta
Hetta vil Maskinmeistarafelagið ikki hoyra talan um. Einki annað val ? Vit fara at flyta lønirnar eftir tí gamla sáttmálanum. Vit hava ongan annan møguleika, tá sáttmálin ikki verður góðkendur í fíggj [...] Nú nærkast dagurin, tá maskinmeistararnir hjá SEV skulu fáa løn. Bíðað verður í spenningi eftir hesum degi, tí SEV hevur fleiri ferðir boðað frá, at maskinmeistararnir fáa løn útgoldna eftir tí gamla [...] Spennandi verður tí at síggja, hvat stig Maskinmeistarafelagið fer at taka, tá lønirnar einaferð eru útgoldnar. SEV og Maskinmeistarafelagið komu ásamt um ein sáttmála, sum hevur verið galdandi síðan
POLITIKKUR Leiðarin fyri samgonguna, Føroya løgmaður, Anfinn Kallsberg, heldur, at vit í Føroyum hava ov nógv ráð/stýri í almennu umsitingini. Hetta sigur løgmaður, hóast tað er hann, ið ovasti fyri samgonguni [...] sum løgmanni, har tríggir flokkar vóru umboðaðir. Hóast løgmaður er til reiðar at siga, at ráðini eru ov nógv, so vil hann ikki koma við nøkrum tali, ið hann heldur vera hóskandi. ?Tað nyttar so lítið [...] lítið at siga mína persónligu meining, tá eg havi bundið meg til eina politiska avtalu, ið ásetur, at vit hava níggju stýri, sigur løgmaður. Ikki fleiri Tær báðar samgongurnar við Anfinni Kallsberg sum løgmanni
Skal meiri peningur til, so er neyðugt at finna hesar. Hesa uppgávu eiga vit at vera felags um at bera. Eftir míni meting, eiga vit at gera ein nýggjan prísbygnað og lækka prísirnar. So tað verður bíligari [...] Nú kemur so samgongupolitikkurin: Ein rokning uppá 6 milliónir til útjaðaran. Nei, langt er ímillum orð og gerð hjá sitandi samgongu. Prísurin við SL skipunum er ídag ríkiliga høgur. Skal hesin prísur [...] menn í samgonguni góðtaka, at hesin eykaskattur verður sendur økir - hinumegin fjørðin. Hesi økir eru eisini ein partur av Føroyum. Nei. Latið okkum lækka prísirnar - og fremja landspolitikk. Latið jólagávuna
sjálvbjargni og sjálvsræði, ja so eru tað júst Sambandsflokkurin og Tjóðveldisflokkurin. Men aðalmunurin millum flokkarnar er, at Sambandsflokkurin kennur seg sannførdan um, at vit best røkka nevnda tørvi í verandi [...] Javnaðarflokkurin sigur seg vilja hava eina ríkisrættarliga loysn innan fyri ríkisfelagsskapin, men skrivar nú í síni oddagrein 6. apríl, at tað ringasta, sum kann henda fyri land og fólk er ein stórur Sambandsflokkur [...] samríki ella loysing møðir veljaran og gevur góðan vind í seglini hjá Tjóðveldisflokkinum. Ynskja vit veruliga eina loysn innanfyri ríkisfelagsskapin, er alneyðugt at samríkisflokkarnir - Sambandsflokkurin
út, tá tað restaðu sjey minuttir. Tá vit fregnaðust var tað ikki greitt, um teir báðir føroysku spælararnir fóru at fáa møguleikan aftur í morgin, men tað fara vit at frætta meiri um í týsdagsblaðnum. [...] sínum metingum av avrikinum. Tað verður longu tosað um, at Sogndal var so mikið trilvandi, at teir eru besta boðið upp á annað niðurflytingarplássið. Í morgin kemur Lyn á vitjan, og tað verður ivaleysa [...] verður hildin at vera týdningarmiklasti spælarin hjá Sogndal. Síðsta sunnudag var hann sjúkur, men nú er hann tøkur aftur. Norsku fjølmiðlarnir hildu ikki nógv um avrikini hjá føroysku landsliðsmonnunum
í Føroyum komandi summar. - Vit hava saman við Eurest Support Services A/S í Danmark, sum er ein partur av Compass Group, stovnað felagið P/F Eurest Føroyar og við hesum eru lunnar lagdir undir samstarv [...] P/F Poul Hansen, sum hevur 75 ár á baki, at selja vørur til handlar og ikki minst skip, brynjar seg nú av álvara út til frálandavinnuna, sum verður stór undir Føroyum, vil undirgrundin, langt niðri undir [...] arbeiðsmegi veruliga skulu fáa møgileika at luttaka í virkseminum, sum knýtir seg at oljuleiting. Vit hava hervið tikið ímóti avbjóðingini og fara at gera okkara besta fyri at vera eitt fullgott alternativ