Hann boðar eisini frá, at nú skal loft setast á kommunalu rakstrarútreiðslurnar, tí har er bert ótálmaður vøkstur.
Og hann boðar eisini frá, at kommunurnar skulu góðtaka eina útjavningarskipan, sum í sær sjálvum fær kollveltandi avleiðingar fyri kommunalu fíggingarskipanina framyvir.
Uppávur frá landinum
Kommunurnar umsita uppgávur, ið landið hevur ásett við lóg. Kommunur kunnu eisini sjálvbodnar veita tænastur, sum eru neyðugar fyri at skapa karmar um vælferðina, trivnaðin og vinnulívið. Hetta er neyðugt, skal samfelagið mennast.
Víst eru útreiðslurnar bæði til rakstur og íløgur vaksnar síðstu árini. Men so eru uppgávurnar frá landinum eisini.
Karsten Hansen kann tí ikki bæði blása og hava mjøl í munninum í senn – fyrst at leggja uppgávur og krøv til umsitingina av teimum út á kommunurnar, og so harta tær fyri at brúka neyðuga peningin til tess at røkja uppgávurnar sambært krøvunum.
Stýra íløgunum
Endamál hansara er at stýra íløgunum úti í kommununum, nú eingin arbeiðsorka er tøk til allar tær ætlanir, ið landið sjálvt ætlar at fremja.
Landið hevur farnu vikuna sett út í kortið at byggja skúlar og tunlar fyri á leið 2 milliardir. Tað er í lagi, tí íløgurnar eru neyðugar.
Men tær 250 mió kr., sum kommunurnar hava sett av til skúlabygging, eru so sanniliga eisini neyðugar. Landið ásetir krøvini til skúlar – og kostnaðurin verður hareftir.
Og íløgurnar, sum kommunurnar sjálvbodnar taka á seg á eldraøkinum, eru eisini neyðugar, skulu tey gomlu ikki liggja í fullkomnari órøkt, tí at landið hevur forsømt økið. Stuðulin frá landinum røkkur ikki til ein triðing av íløguni hjá kommununum – og landið ásetir krøvini og harvið eisini kostnaðin.
Á sama hátt er við strongu krøvunum til renovatión, vatnveiting og kloakk, sum harumframt hava eina tíðarfreist. Krøvini setir landið, og kommunurnar hava bara at gjalda.
Her er einki at lasta kommununum fyri, Karsten Hansen!
Og stýra rakstrinum
Við at leggja loft á raksturin, sum í veruleikanum merkir at skerja raksturin, og harumframt seta í verk onkra skipan av útjavning, fer landsstýrismaðurin djúpt niður í kommunalu raðfestingarnar. So djúpt, at hann í veruleikanum raðfestir sjálvur yvir høvdið á kommununum.
Tí landsstýrismaðurin hevur longu gjørt ta niðurstøðu, at kommunalu rakstrarútreiðslurnar eru ov stórar. Men eru tær nú tað?
Veruleikin er, at eitt nú dagstovnaøkið, sum kostar kommununum 200 mió kr. í lønum, er munandi bíligari, enn tað eigur at vera. Krøvini, ið landið hevur sett, siga, at 2/3 av starvsfólkunum skulu vera útbúnir pedagogar, men í dag eru bara 1/3 úti á stovnunum. At tað ikki ber til at uppfylla krøvini skyldast eina og aleina, at landið forsømir at útbúgva nóg mikið av pedagogum. Men til tess at fylgja krøvunum, átti dagstovnaøkið at kosta í minsta lagi 225 mió kr. í lønum.
Her er sostatt einki at spara, Karsten Hansen!
Tað er eisini vert at vísa aftur mytuna um, at umsitingin hjá kommununum bara bólgnar. Lutfalsligu útreiðslurnar til kommunala umsiting eru nevniliga ikki vaksnar nakað yvirhøvur seinastu 8 árini.
Tað ber boð um góða fíggjarstýring, Karsten Hansen!
Mál millum kommununa og borgaran
Kommunalu fíggjarviðurskiftini – og tær raðfestingar, ið einstaka kommunustýrið ger, er fyrst og fremst eitt mál millum kommununa og hennara borgarar. Hesa fólkaræðisligu skipan eigur landsstýrið at virða.
Verða kommunurnar skerdar á fíggjarliga økinum, so sum landsstýrismaðurin hevur boðað frá, so merkir tað eitt skert kommunalt tænastøði fyrst og fremst innan tey bleytu virðini – barnaansing, skúlar, eldrarøkt og frítíðarvirksemi v.m.
Hetta góðtaka hvørki kommunurnar ella borgararnir. Og hetta er ikki vegurin fram, skulu vit hava nakra vón um at fáa fólk at støðast í Føroyum, Karsten Hansen!