Verkfall
Nú skal limafundur vera í Havnar Arbeiðsmannafelag um støðuna í verkfallinum
Tað hava limir í felagnum sent nevndini í felagnum skrivligt krav um.
Beint eftir døgeverða í gjár handaðu nakrir limir í Havnar Arbeiðsmannafelag nevndini skriv við kravi um antin limafund ella eykaaðalfund av viðgerða verkfallið.
Tað hevur ikki eydnast at fáa at vita, hvussu nógvir limir hava skrivað undir, men tað eru í hvussu so er meiri enn 25, sum er tað ið krevst fyri at fáa eykaaðalfund.
Nakrir av teimum, sum hava skrivað undir, men sum ikki vilja leggja navn til fyri frið skyld, siga. at í veruleikanum hevur nevndin í HavnarArbeiðsmannafelag brotið sínar egnu lógiri hesum verkfallinum.
Teir vísa til grein 31 í lógunum hjá Havnar arbeiðsmannafelag, har tað stendur, at varar eitt verkfall longri enn 24 tímar, skal málið leggjast fyri limafund at taka støðu til.
Grein 31 er soljóðandi:
Nevndin kann seta í verk arbeiðssteðg (strike), ið tó ikki kann standa við meira enn eitt samdøgur, uttan at verða góðkendur á felagsfundi, ið tessvegna verður samankallaður, og har avgerðin verður tikin við vanligari meirilutaatkvøðu.
Men teir leggja eisini dent á, at tað er ikki hetta, sum hetta kravið um limafund snýr seg um.
?Tað einasta vit vilja, er, at skatta dýpið fyri at vita, hvat limirnir í felagnum siga til verkfallið og um teir taka undir við teirri støðu, sum nevndin hevur tikið, siga teir.
Teir leggja afturat, at tær ætla undir øllum umstøðum at vera fult loyalir í teirri støðu, sum limirnir taka.
? Hetta er ikki fyri at reisa misálit á nevndina, leggja teir stóran dent á. Hetta er bara fyri at fáa eina kunning og fyri at skatta dýpið.
Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, váttar, at hann hevur fingið undirskriftirnar.
Men hann sigur, at tá hevði nevndin longu tikið avgerð um at halda limafund í felagnum.
Trupulleikin er bara tann, at samráðiungar skuldu vera í gjár og tí verður í fyrsta tað í fyrsta lagi í dag at tað ber til at halda fundin.
Heldur ikki Hans Joensen hevur uppfatað hetta sum eitt misálit á nevndina.
Hann ásannar eisini, at tað stendur í lógini hjá Havnar Arbeiðsmannafelag, at spurningurin um verkfall skal leggjast fyri nevndirnar.
?Vit løgdu ikki semingsuppskotið fyri limirnar í 199, tá ið vit samráddust saman við Klaksvíkingum og tað hoyrdu vit onki fyri. Vit brúktu somu mannagongd í 2001 og heldur ikki tá, hoyrdu vit nakað frá limunum.
Hann sigur, at nevndirnar í hinum feløgunum hava heimild at taka støðu og at tað hevði skapt óneyðugan ruðuleika, skuldi nevndin í Havnar Arbeiðsmannafelag lagt málið fyri limirnar og teir høvdu vrakað tað.