hava verið skrivaðir og framførdir so at siga á hvørjum tanga. Men er hann í dag ein høgt mett listargrein á heimligum botni? Stendur sjónleikurin stinnur á okkara døgum? Ella er hann um at detta burtur [...] nakrar tankar um støðuna á sjónleikaraøkinum í dag. Tiltakið, sum er alment, byrjar kl. 19.30 og tað er Norrøna Felagið í Føroyum, sum skipar fyri. »Føroyskur sjónleikur er á einum vegamóti«, soleiðis [...] sigur Laura. »Og sjálvsagt er, at viðvíkjandi búning og innihaldi, so eigur sjónleikur altíð at vera á einum vegamóti«. »Men«, heldur Laura fram, »tá umræður tær ítøkiligu umstøðurnar, tá krevst tryggleiki«
Eitt nú á internetinum og í videobúðunum. Á internetinum fæst samband við altjóða heimasíðuna hjá ST og ætlan teirra, sum rópast Ocean 98. Leitistaðurin er http://www.ocean98.org. Felags norrøna heimasíðan [...] hóskiligir eru at vitja og sum vilja lata dyrnar upp fyri skúlanæmingum hesa vikuna. Framsýning á Landsmiðstøðini Á landsmiðstøðini fyri Undirvísingaramboð er í løtuni framsýning við tilfar, bæði bókum, filmum [...] havið er evnið. Bæði í skaldskapi og í yrkisbókmentum. Eisini eru fleiri spæli- og dokumentarfilmar, ið á ymsan hátt taka støði í havinum og tí sum har er. Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur sent øllum
nationalismu, átrúnað, illusiónir ella illvilja móti dønum at gera. Tær eru bygdar á tær royndir, vit hava gjørt okkum í Føroyum og á eina ásannan av teimum avbjóðingum, ið standa fyri framman. Royndirnar eru [...] nýggjan sáttmála millum londini. Sáttmálin skal skipa Føroyar sum eitt land við fullveldi og áseta framtíðarsamstarvið við Danmark á javnbjóðis føti - altso millum tvey sjálvstøðug lond. Landsstýrið skjýtur [...] allar fyrireikingar fyri tingið til aðalorðaskiftis. Vónandi verðir undirtøkan á tingi enn størri, tá málið kemur aftur á tingborð. 2. stig: Kanningar, útgreiningar og fyrireikingar: Landsstýrið setur
nevniliga passið aftur herfyri og kundi fara av aftur oynni. Hann er nú aftur í Føroyum. Men á tíðindafundi á Hotel Hafnia slapp danski uttanríkisráðharrin ikki undan at svara spurningum um eitt nú danska [...] hatta men vísir á, at danska uttanríkisráðið gjørdi alt tað, sum stóð í tess makt, fyri at fáa Sigmund leysan. Uttanríkisráðharrin heldur ikki, at annað kundi gerast fyri Sigmund, tí eitt land kann ikki uttan [...] Spurningurin um føroyska skiparan Sigmund Andreassen, sum í meira enn eitt hálvt ár var afturhildin á fronsku oynni Réunion varð ikki viðgjørdur undir vitjanini hjá danska uttanríkisráðharranum. Og tað
Taka vit tey gomlu, so er einki hent á eitt nú pensjónsøkinum, síðani í 1993. Nú hevur Helena Dam á Neystabø funnið tað góða hugskotið, at pensjónirnar skulu prístalsviðgerast. Jú, prístalsviðgerðin hevur [...] hesi árini. Ikki eitt einasta oyra hevur landsstýrið sett av á fíggjarlógini til møguligar lønarhækkingar. Tað eru ikki ráð til tað, sigur lands-stýrismaðurin í fíggjarmálum. Hetta eru bert nøkur dømi úr
granskingarháttur hevur trongt seg inn á okkum, og at neyðugt tí er við einum orðaskifti um hetta mál. Lóggávan verður fyrireikað fyrst!!! Helena Dam á Neystabø legði dent á, at einki verður sett í gongd fyrr [...] Eirikur Lindenskov Farið verður ikki undir arvagranskingarætlanir, soleiðis sum Helena Dam á Neystabø hevur ætlað. Á tingfundi í gjár samtykti løgtingið eitt broytingaruppskot frá Vilhelmi Johannesen, Jógvani [...] heitti hann tí á tingfólk um at lata vit og skil ráða. ? Fjølmiðlarnir hava gjørt nógv burtur úr hesum máli, og síðani tingfundur var seinast, er nógv nýtt komið fram, segði hann, og vísti m. a. á samrøðu, útvarpið
sjónvarpi á fleiri rásum, so upprunafólk og onnur áhuga um alt land inuitta kundu fylgja við øllum, ið fyrifórst í mentanarhúsinum. At enda nevnir Jóannes, at á mentanarhúsinum var høgt torn ? tornið á heimsins [...] so stóran dent á at geva børnunum, ungum og tilkomnum eina høga útbúgving. Á Fróðskaparsetrinum í Barrow høvdu tey langt síðan fingið fjarundirvísing og tilkomin fólk í hópatali lósu á fjarskotnum lær [...] javnlíkum her á norðaru hálvu. Javnlíkar Undir vitjanini í Barrow legði Jóannes Dalsgaard sær væl í geyma orðini hjá einum av grindaformonnunum, sum vísti á, hvussu gott tað var at koma á fund í altjóða
ár í USA. Tó seinni studentsprógv í Hoydølum, arbeiddi eitt skifti á Hotel Borg og á sakførarakontóri í Havn, og ein dag finna vit hana á eksportteknikaraskúla í Jyllandi. Hon visti, hvat hon vildi og hevði [...] Tú situr í Vesturkirkjuni. Fullsett. Fólkið sílar inn og flýtur spakuliga upp á pláss. Smædar heilsanir og varislig nikk, meðan andaktin sígur niður yvir fylgið. Onkur gongur til og frá og vísir teim seinastu [...] hon upp í tryggum og fjøltáttaðum heimi millum tvær systrar og ein eldri beiggja. Borin undir belti á sólheitum víddum í eysturlondum, har foreldrini strevaðust teirra bestu ár. Hon bleiv tó borin í heim
1/3 av føroysku inntøkunum, verður skorin burtur, so kemur hetta at hava eina ávirkan á føroyska búskapin. Serstakliga á almenna sektorin. Tað hevur verið skriva nógv um, júst hvørja ávirkan hetta fera at [...] viðføra stóran ótryggleika fyri viðkomandi, ið setur eitt virki á stovn, er tað sannlíkt, at farið ikki verður í gongd við at seta annað á stovn, so leingi, sum tryggari starv finnst innan tað almenna. [...] vildi tað uttan iva verið ein fyrimunir, at Føroyar varð eitt sjálvstøðugt land, um so varð. Eg meti tað tó ikki verða rætt, á núverandi tíðspunkti, at taka støðu til fullveldisspurningin við eini møguligari
handfara Lewinsky-málið á. Men andstøðis mongum amerkiumonnum, so er professarin, ið er føddur og uppvaksin á Jamaica, ikki so líkasælur, at hann bert er nøgdur við at yppa uppgevandi á akslarnar, yvir vánirnar [...] noktast at vera sterk, tá ið tey verða søgd um eitt land, ið dámar at reypa sær av at vera land friðarinnar: - Hendingarnar í Washington minna meg á tey fyrstu Hitler-árini, har meirilutin av týskarunum [...] grein í donsku Weekendavísini, ið viðgjørdi ávirkanina, ið Lewinsky-málið hevur á politiska lívið í USA. Greinin byggir á eina samrøðu, ið blaðmaðurin hevði við samfelagsvísindamannin Orlando Patterson