kleyvarskapi um 60GW tímar/ár, og vil tað tí verða óðamannaverk at halda á fram við Eiði 2 og 4. Vatnorkan er so mikið útbygd at frægast er at steðga fyribils og seinri fara afturumaftur og betra um verandi [...] flutning á landi, skip v.m. á umleið 850 túsund tons um árið skal fáast til høldar á annan hátt. Einasti háttur hjá íslendingum, sum hjá okkum, er at leggja um til ravmagn, ið kann nýtast beinleiðis til akk [...] d. el-bilar, og til framleiðslu av vetni til skip o.a. Oljunøgdin umroknað til ravmagn er um 10.000 GW timar. Um henda orkunøgd skal fáast til høldar og nýtast sum brennievni til t.d. skip, bussar og bilar
umbúna at bjóða hesum dugnaligu venjarunum heim til Føroya, og nú er hetta so langt um leingi veruleiki. Mattias og Jorma hava nógv ár á baki í frælsum ítrótti. Á oyggjaleikunum í Føroyum í 1989 vóru teir [...] sjálvmorðtilburðir. Í Svøríki eru í miðal fýra fólk um dagin, sum taka lívið av sær. Nú Mattias er her í Føroyum, fer hann at hava ein fyrilestur um hetta viðkvæma evni. Hann fer at greiða frá, hvussu [...] stigi. Til EM og HM fyri veteranar vinnur hann gull í nógvum kappingum, og er sostatt kanska heimsins besti íðkari, sum er yvir 45 ár. 1995/96 var besta tíðarskeiðið hjá Sunneborn. Í 1995 vann hann silvur
Strandingurin Eivind Jacobsen er nú farin at spíska seg í valstríðnum. Hann er ikki kandidatur, og skuldi tí verið rímiliga óheftur, og hóast hann er av treiskastu monnum, so er tað oftast skilagott, og væl [...] verður gjørd liðug áðrenn langt umlíður. Greinin snúði seg annars um ringu støðuna, sum Suðuroyggin er komin í. Hetta er ongin nýggj støða, landsstýrini, ið sótu frammanundan hesum, settu oynna í fokus [...] vinna fór fyri bakka, og tá ið hann nú køvdi av vinnuliga, í øllum landinum, gjørdi tað ikki støðuna í Suðuroy betri. Løgmaður er nú komin við eini ætlan fyri oynna. Hetta er ikki annað enn gamalt vín, stoytt
eri eg ikki í iva um, at úrslitini fara at verða góð framyvir. Eg kann eisini vissa tykkum um, at eg altíð fari at fylgja væl við, hvussu lið tykkara fer at standa seg framuyvir, og um hetta ikki ber til [...] Allan Simonsen við orðunum »så er det vist min tur«. Bara gott at bera Fólk vóru sjálvandi forvitin eftir at vita, hvat lítli ? men kortini stóri ? maðurin fór at siga, nú hann stóð við endan av føroyska [...] siga frá, hvussu væl hann hevði kent seg í Føroyum. At hóast átta ár vóru lang tíð, so hevði hann kortini verið sera fegin um ta tíð, sum hann hevur verið við føroyska landsliðnum. Okkurt smávegis skotið
við slagsíðu upp á eini 20 stig er ikki so at fara um havið við í illveðiri, vísir hann á. Árni Dam er ikki nøgdur við lastingina, sum verið hevur, áðrenn skipið er farið til havs. Ikki tað, at teir, sum [...] var í, er hann ivasamur um. Frystilast er, og alt var pakkað í plastik og lagt á plattar. Og tá skal einki til, áðrenn tað rósar. Tí so tætt verður eingin last stúvað, at ikki nakað av luft er ímillum [...] niðurgongdin er, oman av og slættaðu dekkið. Har gjørdist eitt heilt stórt hol í dekkinum. Hetta mannholið tók nógvan sjógv, og varð tað standandi soleiðis gapandi opið, var eingin ivi um, at skipið hevði
vágbingar nú eru hildnir fyri gjøldur nóg leingi. Og bygdarfólkið er ikki at vika. Leiðslan á Fiskavirking hevur roynt at billa okkum inn, at virkið í Vági skuldi latast uppaftur. Men onki hendir. Og nú ætla [...] um Framtíðini í Vági, Kári Jacobsen. Kári Jacobsen sigur, at vágbingar væl eru greiðir yvir, at tað teir gera er ólógligt. Men bygdarfólkið stendur saman: Ongin maskina skal út av virkinum. Byrjaðu mikudagin [...] fyrireika flytingina, og maskinurnar vórðu settar út móti úthurðunum. Tá vit frættu um ætlanirnar, varð beinanvegin farið at seta lastbilar og kranar uttan fyri hurðarnar, so ongin maskina fekst út, sigur
við meg. Tað fyrsta hann spurdi meg um, var um eg ætlaði mær at nýta nakra mynd at greiða frá við. Eg segði nei, tí eg visti einki at greiða frá. So spurdi hann meg um ymiskt, og so við og við klárnaði tað [...] miðnámsskúla. ? Eg hevði hugsað um at fara í Studentaskúlan, men eg tordi ikki, tí eg hevði hoyrt so nógv um allar royndirnar har uppi. So eg søkti inn á FHS ístaðin. Og nú ganga vit til eksamiu her. Vit [...] Tá Gunnvá skuldi taka fráfaringarroyndina í fólkaskúlanum, fór óttin tó veruliga út um alt mark. Fyrsta munnliga royndin var í enskum. Hóast Gunnvá var ógvuliga bangin, fór hon upp sum vanligt, og tað
í Barcelona er ein uppliving fyri lívið. Gamli gotiski býarparturin við sínum trongu gøtum er avbera hugnaligur. Eixample har alt byggjarí er fýrakantað, er bæði opið og vakurt. Miðbýurin er lítil, so har [...] beinini troytt, er tað bara at seta seg niður og hyggja at fólkalívi og gyklarum. Á hvørjum horni á La Rambla standa livandi standmyndir og kappast um at síggja mest veruligar út. Tapas er matur, sum ein [...] Barcelona. Vit eru tveyeini. Børnini eru heima hjá ommu og abba, og nú skulu vit njóta hendan vakra bý og hvønn annan eitt gott og langt vikuskiftið saman. Men vit eru ikki tey einastu, sum hava fingið hetta
Heilagi Andin hoyrir við er skilligt, tað er einki at kjakast um. Eins og andi menniskjans er ein partur av menniskjanum, so er vituliga Andi Guds ein partur av honum. Gud er Andi. Jóhannes 4,24. Víðari [...] endar við, at tað er langt frá vist, at alt tað, sum vísindin sigur um bíbliuna er satt, niðurstøðurnar eru fyribils og kunnu broytast av nýggjum rannsóknum. Hetta var so tað. Tað er betri vit og skil [...] kallar tú meg góðan, eingin er góður uttan ein, tað er Gud,” leggja ikki upp til, at Jesus segði seg vera Gud.” Vælsignaður, hetta er einki prógv. Jesus gekk ikki runt og rópti upp um, at hann var Gud. Tvørturímóti
kirkjuráðið skaðaleyst, um semja fekst um flytingina. Kirkjuráðið tók ikki undir við at flyta kirkjuna við hesi grundgeving: Málið er ikki viðgjørt í býráðnum, og tí er óvist, um býráðið tekur undir við [...] ásanna, at vóru bert tey mál framd, sum full semja er um, so hevði verið lítil framgongd í samfelagnum. Nú er stundin komin, at vit taka lógvatak saman um nýggju kirkjuna á Argjum. Drúgva, góða og sjálvbodna [...] kirkju. Í januar 2022 biður Elsa Berg um at fáa málið á skrá á býráðsfundinum. Apríl 2022 søkir áhugabólkurin friðingarmyndugleikarnar um at taka málið uppaftur um friðing av økinum. Men í mars 2023 tekur