Vágbingar ræðast hvørki Fiskavirking ella løgregluna

Vágbingar nokta Fiskavirking at fara avstað við maskinum í flakavirkinum í Vági. Fríggjadagin settu tey kranar og lastbilar uttan fyri tær tríggjar úthurðarnar á flakavirkinum

Grækaris Djurhuus Magnussen


­ Tað verður hvørki Fiskavirking ella løgreglan, ið fer at syrgja fyri, at maskinur inni á flakavirkinum verða fluttar. So mikið skulu vit forða fyri.

Tað sigur formaðurin í arbeiðsmannafelagnum Framtíðini í Vági, Kári Jacobsen.

Kári Jacobsen sigur, at vágbingar væl eru greiðir yvir, at tað teir gera er ólógligt. Men bygdarfólkið stendur saman: Ongin maskina skal út av virkinum.


Byrjaðu mikudagin

Kári Jacobsen sigur, at tey fingu frænir av ætlanunum at taka maskinur úr virkinum mikudagin og hósdagin. Tá vóru maskinmenn bidnir at fyrireika flytingina, og maskinurnar vórðu settar út móti úthurðunum.

­ Tá vit frættu um ætlanirnar, varð beinanvegin farið at seta lastbilar og kranar uttan fyri hurðarnar, so ongin maskina fekst út, sigur Kári Jacobsen.

Hann sigur, at stjórin á Fiskavirking, Jákup Mørkøre, fríggjadagin heitti á tey, ið eiga bilarnar og maskinurnar uttan fyri virkið, at flyta tað burtur. Men hesum varð ikki eftirlíkað.


Telefonketu

Formaðurin í Framtíðini sigur, at vágbingar nú eru hildnir fyri gjøldur nóg leingi. Og bygdarfólkið er ikki at vika.

­ Leiðslan á Fiskavirking hevur roynt at billa okkum inn, at virkið í Vági skuldi latast uppaftur. Men onki hendir. Og nú ætla teir so at taka maskinur av virkinum.

­ Vit mugu minnast, at vágbingar eisini gjalda gildið hjá Fiskavirking og Fiskasøluni, sigur formaðurin í Framtíðini.

Hann vísir á, at áðrenn P/F Fiskavirking seinast varð bjargað, høvdu útlendingar ætlanir at keypa virkið. Á tann hátt hevði arbeiði aftur verðið á virkinum. Men útlendsku keypararnir fingu ikki loyvi at keypa, tí Fiskavirking sjálvt skuldi brúka tað.

­ Í dag síggja vit úrslitið. Útlendsku keypararnir eru burtur, og Fiskavirking ger onki fyri at lata virkið uppaftur, sigur Kári Jacobsen.

Hann heldur, at tað var nógv betri, at Fiskavirking javnaði virkið við jørðina, so onnur kundu bygt virki á staðnum.

­ Vit hava uppbygt eina telefonketu, sum skal tryggja, at onki hendir maskinunum á flakavirkinum. Hendir nakað, so fær øll bygdin fráboðan eftir stuttari løtu, sigur Kári Jacobsen.

Hann leggur aftrat, at kemur leiðslan á P/F Fiskavirking suður, so skal hon fáa eina ?ordans³ móttøku.

­ Og løgregluna ræðast vit als ikki, sigur hann.

Vit royndu í allan gjár at fáa eina viðmerking frá stjóranum á Fiskavirking Jákupi Mørkøre, men tað eydnaðist ikki.


Kommunan givið loyvi

Av tí at kommunan í Vági eigur økið kring flakavirkið, kann hon nokta privatfólki at seta bilar og maskinur á bryggjuna.

Úr Vági frættist, at kommunan als onki hevur ímóti, at vágbingar seta bæði bilar, kranar og aðrar maskinur á havnarøkið. Sum skilst hevur kommunan beinleiðis givið loyvið at seta lastbilar og annað beint uttan fyri úthurðarnar á flakavirkinum.

Tá vit tosaðu við løgregluna á Tvøroyri seinnapartin í gjár, vóru ongi boð komin um, at løgreglan skuldi blanda seg í málið. Jacob Vestergaard, virkandi sýslumaður, sigur við Sosialin, at tað verður lítið hugaligt hjá løgregluni at blanda seg í málið um flakavirkið í Vági.

­ Men vit hava sjálvandi nakrar skyldur, verður heitt á okkum, sigur Jacob Vestergaard.

Hann leggur aftrat, at fáa teir áheitan at leggja upp í málið í Vági, so fara teir fyrst at leggja málið fyri leiðsluna á Politistøðini í Havn.