Petur Skeel, gav tó hyggjuráðini um, at regnskjólið skuldi við í viðførið, og tað var nú ikki nakað býtt hugskot. Børnini fingu sítt Regnið var tó á ongan hátt nakað, sum fekk fólk at setast aftur. Sjálvi [...] enn nakað, so tóktist hann halda tað vera hugnaligt, at øll soleiðis høvdu bíðað, og tá hittini so komu sendandi yvir bøin, var talan um sælar góða-nátt-tónar. Sum onkur okkara tók til, tá vit um eitt-tíðina [...] mjørkatosið Men tað verða hvørki Rasmus, David ella Reilly, sum fólk flest fara at tosa um. Føroyingum flest dámar at tosa um veðrið, og tað verður fyrst og fremst hetta, sum saman við floglíkindunum verður á
er líka mikið, um svarini eru politisk, filosofisk ella religiøs. Tað verður ofta tutlað í krókunum, men tú hoyrir sjáldan alment um átrúnaðarliga kúging av børnum. Hví? Eg veit ikki um »kúging« er tað [...] hann skal livast. Óskiljandi hugtøk Tú skrivar um snævurskygdar og pedagogiskt turrgeldar prædikumenn á Zarepa í tíni nýggju bók. Kanst tú greiða nærri frá, hvat tú meinar við? Eg vil, áðrenn eg sigi meira [...] ógvuliga einfaldur: Fyrst ráddi um at gera børnini tilvitað um vandan fyri at fara til helvitis – og síðani siga, at trúði tú tí, sum stendur í Bíbliuni, so slapst tú undan hesum. Taktikkurin var altso
heldur káma vitan um. Nøkur hildu tó uppá, at ein fundur við henda glataða spælimann kundi seta sær varandi spor. Tann heildarútgáva, sum nú er komin, tykist at vátta hetta og bera vitnisburð um, at ið hvussu [...] hugskot Niels fór í 1971 undir at lesa búskap og sosiologi á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn. Nakað um somu tíð gjørdist hann formaður í Mentunargrunni Studentafelagsins. Hann setti sær og grunninum [...] hevur skrivað hesi løg upp. Hugsar ein um onnur verk, sum Marianne Clausen hevur latið úr hondum, ikki minst Føroya Kvæði. CCF. Bind VIII. Løgini, er eingin ivi um, at hon sum granskari hevur skrivað sítt
orsøkin er ein tráðan eftir tí ókenda, ella eftir at uppliva nakað øðrvísi og nýtt. Tó at tú í Føroyum hevur eitt sera varierað arbeiðsumráði, ið tú nokk ikki finnur manga staðni í heiminum, tvs. at somu pilotar [...] koma tílíkar uttanlandsroyndir væl við. Nakað annað er so, at hitt felagið jú eisini fær nakað burturúr, við tað at vit jú eisini ”bidraga” við okkara ”visión” um, hvussu tingini áttu at verið gjørd. Bel [...] har hann fekk eina hilling av, hvussu ein frálandavinna við 40 flúgvingum um dagin fungerar reint operationelt. – Sjálvt um vit heima halda okkum duga okkara ting, minst líka so gott sum nakar annar,
avgjørdar meiningar um nógv ymisk viðurskifti. Hetta uppáhald tekur gøtumaðurin fult undir við. Tá tú eitt nú veksur upp innan brøðrasamkomuna, verður tú á ein hátt settur uttanfyri. Tá tú ikki gongur til [...] serliga leitandi. Hetta tíðarskeiðið gekk tað skjótt upp og niður. Tá tú vart í kjallaranum, vart tú heilt niðri, og tá tú vart uppi, vart tú heilt uppi, fortelur Jón Tyril. Hann hevur eisini havt eitt tíðarskeið [...] byrjaði at fáast við tónleik, kendi eg fyri fyrstu ferð, at her var nakað, sum gav meining. Her var nakað, sum kendist rætt og nakað, eg átti at fáast við. Eg havi havt eina rúgvu av ymiskum arbeiðum.
tá skalt tú taka tær av fólkunum, og tað er ein stór uppgáva. – Tað er ikki altíð tað nemmasta. Tú mást hava góða psyku, hugsa um og hava yvirlit yvir øll fólkini, tú kanst ikki bara hugsa um teg sjálvan [...] at fáa føroysk starvsfólk. – Tað tykist sum at fólk ikki tíma at arbeiða við fiski longur, eg veit ikki; um tað er ov rokaligt, skitið, luktar og er stravið. Men mær dámar tað væl, og eg kann viðmæla hetta [...] havi onga pínu ella nakað. Tí er eru fleiri útlendingar komnir á Tavuna at arbeiða. Eitt nú koma starvsfólk úr Kambodja fast hvørt summar. – Vit vilja fegin hava fleiri føroyingar, men um tað ikki ber til;
snildum. Góð minni Um tíðarskeiðið á landsliðnum, og um fótbóltsleið sína sum heild, heldur Abraham, at talan allar mest hevur verið um góð minni: - Sjálvandi hevur talan onkuntíð verið um skakandi hendingar [...] Abraham, hvørjar vónir hann hevði um dystin, og hvat hann heldur skal til, um Føroyar skulu fáa eitt gott úrslit í kvøld: - Eg veit ikki akkurát, hvørjar vónir ein kann hava um sjálvt úrslitið. Eg vil heldur [...] merktist, tá tosað varð um landsliðið: - Nógv fólk tosaðu um, at landsliðið í stóran mun bygdi á ov gamlar leikarar, har fleiri vóru á veg niður aftur av tindunum. Eg var sjálvur um tey tríati, og tá byrjaðu
tær sera væl, og tosa altíð saman. - Vit siga loyndarmál fyri hvørjari aðrari, sum ongin annar veit nakað um, og soleiðis fer tað altíð at verða, sigur Ansa. Tað er sjálvdan, at tað fer nakar dagur burtur [...] meðan vit tosaðu í telefon. Vit avtalaðu, at báðar skuldu hugsa um ein sang, og so byrja at syngja. Uttan at hin visti hvønn sang onnur hugsaði um. Og hvørja ferð, so byrjaðu vit at syngja sama sang, sigur [...] mátti heldur siga henni, at eg var við barn. So eg segði tað. Og tað fyrsta hon segði var: Ikki eisini tú??? greiðir Ansa frá og so flenna tær báðar so hjartaliga og hyggja eymliga at báðum prinsessunum, sum
Fert tú á ólavsøku? - Ja, eg fari heilt víst á ólavsøku. Ólavsøkan er nakað heilt serligt. Tað sigur Unn S. Perdomo. Hvussu heldur tú ólavsøku í ár? - Í ár fari eg sum forkvinna í Róðrarfelagnum Knørri [...] ymiskum slag sum skapar ein serligan stemning á ólavsøku. Her er nógv at fara til, og tú nær ikki alt. Er okkurt serligt, tú minnist frá ólavsøkuni? - Ja, tað er tað, at eg sum barn altíð var á ólavsøku við [...] Knørri at fáast mest við kappróðurin hin 28. juli. Her er nógv at takast við, og tað skal hugnast um róðrarfólkið og vitjandi eftir kappróðurin. Hetta er ein heilt serligur dagur fyri meg, og tað er altíð spennandi
venjingini? Dánjal – ja, hatta mást tú helst spyrja Edith um, tí, sum sagt, gangi eg ikki í skúla í løtuni. Eg búgvi saman við míni familju í Danmark, og eg havi ætlanir um at fara niður aftur, tá ið leikurin [...] hug at trætast við lærarar og tílíkt. Men eg veit ikki um tað er so. Edith – Eg spæli leiklutin hjá Carmen Diaz. Hon er øðiliga ágrýtin og sjálvsikkur. Hon veit, at hon er dugnalig. Men hennara trupulleiki [...] ongin loyna, at vit øll hava ment okkum ótrúliga nógv innan sjónleik, dans og sang. Tú merkir, at tú veruliga fært nakað burturúr. Dánjal – ja, eg havi fingið heilt nógv burturúr. Eitt nú havi eg fingið