Tvær ólavsøkur gjørdust serstakar

- Eg hevði glett meg so nógv at fáa eina systir ella beiggja, og hon kom á ólavsøku. Tað var eisini ein heilt serlig ólavsøka, tá Ove Joensen kom til Thyborøn í 1986, sigur Unn S. Perdomo.

 

Fert tú á ólavsøku? 

- Ja, eg fari heilt víst á ólavsøku. Ólavsøkan er nakað heilt serligt.

Tað sigur Unn S. Perdomo.

Hvussu heldur tú ólavsøku í ár? 

- Í ár fari eg sum forkvinna í Róðrarfelagnum Knørri at fáast mest við kappróðurin hin 28. juli. Her er nógv at takast við, og tað skal hugnast um róðrarfólkið og vitjandi eftir kappróðurin. Hetta er ein heilt serligur dagur fyri meg, og tað er altíð spennandi at vita, hvør vinnur á ólavsøku. 

Unn sigur, at ólavsøkudag fer hon í býin saman við familjuni. 

- Vit plaga at hugan okkum við spáka runt og práta við fólk, og okkurt stuttligt skal eisini gerast fyri børnini. Seinni fari eg at vitja nøkur vinfólk, sum altíð hava kalt borð á ólavsøku, og síðan verður tað felagssangur, føroyskur dansur og hugni. 

Hvat er tað besta við ólavsøkuni? 

- Tað er at fara í føroysk klæðir, hugnin við familju og vinfólkum. Tað er so flott at síggja, hvussu fín øll eru í føroyskum klæðum. 

Hon sigur, at kappróðurin sjálvsagt setir sín dám á ólavsøkuna, og hon hyggur altíð eftir kappróðrinum. 

- Annars er ólavsøkan at ganga runt í miðbýnum og práta við fólk, hoyra tónleik av ymiskum slag sum skapar ein serligan stemning á ólavsøku. Her er nógv at fara til, og tú nær ikki alt. 

Er okkurt serligt, tú minnist frá ólavsøkuni? 

- Ja, tað er tað, at eg sum barn altíð var á ólavsøku við ommu míni. Vit báðar fóru úr Nólsoy, og tað er serliga ein ólavsøka, tá systir mín varð fødd, ið eg minnist serliga væl. Eg hevði glett meg so nógv at fáa eina systir ella ein beiggja, og hon kom á ólavsøku. 

Unn sigur, at tað var eisini ein heilt serlig ólavsøka, tá mammubeiggin, Ove Joensen, kom til Thyborøn í 1986.

- Annars havi eg nógv góð minnir frá nógvum góðum ólavsøkum. 

Hvat kundi verið øðrvísi við ólavsøkuni?  

- Eg veit ikki, hvat kundi verið øðrvísi. Ólavsøkan er okkara tjóðarhátíð og er full av traditiónum. Eg haldi, tað er gott, at vit halda fast í hesum, men tað er og skal eisini verða pláss fyri nýggjum, sum ger ólavsøkuna enn betri. Mær dámar væl ólavsøkuna, sum hon er skipað í dag – eisini við, at økið er meira víðkað kring um býin, sigur Unn S. Perdomo.