heldur ikki, at tað er nógv afturat at byggja út. Hinvegin skulu vit vera góð vit tað, vit hava og røkja tað væl. Tí var tað ómetaliga harmiligt, at hetta bakkastið skuldi koma beint nú, tað av álvara varð [...] skyldar knappar 43 miljónir. Tað eru góðar tvær álíkningar. Sjálvandi er tað stór skuld. Men høvdu vit fingið frið, hevði tað ikki gingið verri enn so, enn at vit høvdu verið til reiðar at givið miðvingum [...] alstóran týdning fyri kommununa. Báði tí tað skapar nógv arbeiði í sjálvum sær, men ikki minst hevur tað avleidda virksemið eisini stóran týdning. So tilsamans verður tað eitt álvarsligt bakkast fyri kommununa
kjansur er hjá fiskivinnuni at fylgja við. Og tað sama verður galdandi fyri eitt nú skipasmiðjurnar, væntar Óli Jacobsen. Men samstundis vísir hann á, at tað sjálvandi skal ein serlig útbúgving til at arbeiða [...] Tað er óneyðugt at óttast, at oljuvinna fer at oyða fiskastovnin undir Føroyum. Norskar royndir vísa, at oljuvinnan styggir fisk, har hon er, men hon drepur hann ikki. »Hann leitar sær bara aðrar leiðir [...] formaður í Føroya Fiskimannafelag og løgtingsmaður fyri Verkamannafylgingina í samgongu. Hann hevur júst verið í Noreg sum limur í Løgtingsins Vinnunevnd, har millum annað vitjað varð hjá norsku oljuvinnuni. Men
at kirkja hevur verið í bygdini í eina øld. Seinasta sunnudag var hátíðarguðstænasta, og í morgin er framsýning við lutum, sum hoyra kirkjuni til, í húsunum hjá fornminnisfelagnum. Tað er gamla dansistovan [...] havnargerðini, sum liðug var í 1925, eru eisini at síggja. So kann ein spyrja, hvat tað hevur við kirkjuna at gera. Jú, tað vóru menn, sum arbeiddu við hesari havnargerðini, sum lótu part av lønini til at [...] eisini sett upp á framsýningini. Umframt eru onnur ting, sum hoyra kirkjuni til. Lestrarbøkur, sum verið hava og framvegis verða brúktar, eru við. Altardúkar og messuaklar eru eisini at síggja. Umframt teir
Í gjár kom ein heldur óvanligur gestur í Vágarnar. Tað er eitt flogfar av Navaho-slagnum við plássi til átta fólk. Tað er bretska fyritøkan ?Oilsearch?, sum eigur hetta og eitt flogfar aftrat, ið bæði [...] eystan fyri Føroyar. Tað nærmasta tey eru landi er 50 kilometrar. Hetta er ikki fyrstu ferð, at fyritøkur gera kanningar úr flogfari. Australska felagið World Geoscience hevur verið her tvey summar á rað [...] kanning, sum fyritøkan lutvíst sjálv hevur tikið stig til. Men tað eru eisini oljufeløg, sum hava heitt á felagið um at gera hesa kanningina, nú tað nærkast einum útbjóðingarumfari í føroyskum øki. Caroleen
Nógvir leikarar hava verið á pallinum í bankamálinum, og nógvar gitingar hava verið gjørdar.Tað kann t.d. hava verið gjørt, fyri at seta annan partin í ávíst ljós. Tað byrjaði við at Anne Birgitte Lundholdt [...] ófriður hevur verið um kanningina í seinastuni. - Vit vilja bert hava kanningina lidna, so bankamálið kann verða viðgjørt og sakarmál reist, áðrenn firningarfreistin er úti, sigur hon. - Tað er heldur ikki [...] ikki óhugsandi, at partarnir stúra fyri úrslitinum av kanningini. Tað er kanska orsøkin til at fleiri - hálvavegna gølur - hava verið frammi, men eg haldi ikki, at vit kunnu illgita nakran, sigur Helena
Nógv hevur verið roynt at gera við hesa støðu, men tað tykist at vera sera torført. Tað eru Fiskavirking ella Føroya Banki, ið oftast liggja í buktini. Føroya fólk hevur goldið nógvan pening í Fiskavirking [...] Fiskavirking, men tað err ilt at fáa eygað á nyttuna av hesum pengum. Virkir oyðiløgd Í fleiri bygdum varð útgerðin tikin úr virkjunum. Tey vórðu snøgt sagt raserað. Í øðrum bygdum eydnaðist tað bygdafólkinum [...] men tað vísir seg, at tey ofta ikki fáa nakað konkret svar. Eru tey áhugaðu før fyri at seta 1 mill. í virkið, vil bankin hava 2 mill., og verður bjóðað 5 mill. krevur bankin 8 o.s.fr. Kundi tað hugsast
sjálvandi hug at spyrja, hvør tað er í landsstýrinum, sum tekur so dyggiliga undir við samgongufundunum hjá Edmundi Joensen? Er tað løgmansstjórin, eru tað hinir aðalstjórarnir, eru tað starvsfólkini í landsu [...] landsumsitingini sum heild? Ella er tað Edmund Joensen sjálvur og einsamallur, sum hevur hesa áskoðan? Alt tað, ið eg veit um, hava samgongufundir altíð verið reint politiskir fundir, sum umboð fyri landsumsitingina [...] landsumsitingina onga atgongd hava til, og heldur onki hava við at gera. Tað hevur altíð verið ein greiðir skilnaður ímillum formligar landsstýrisfundir og samgongufundir. Á formligum landsstýrisfundum luttaka
tíverri at siga nakað skeivt. Tað var ikki eg, sum bað gestirnar reisa seg og skála fyri ríkisfelagsskapinum. Tað var danski fólkatingsformaðurin. Tí hevur Jóannes púra rætt í, at tað var ikki sørt pínligt, tá [...] svaraði klárt og greitt, at bankamál eru felagsmál. Ikki nóg mikið við tað. Bankamál eru felagsmál sum ikki kunnu yvirtakast. Tí er tað sólarklárt, at danir eiga at gjalda hendan partin av skuldini. Jóannes [...] ríkismál og harvið skulu tapini gjaldast av ríkinum. Oman á tað kemur at Javnaðarflokkurin, aftan á at vera vaknaður við kaldan dreym, hevur verið við til at tikið fyrivarni viðvíkjandi rentunum av skuldini
skaða henda stovn bert fyri at revsa starvsfólkini, ið hava kent tað sum sína skyldu at gera vart við hesi viðurskifti. Tað vildi verið heilt burturvið, ja, heilt óhugsandi, so mikið meira, sum uppskotið [...] Kristiani Magnussen, landsstýrismanni, eina áheitan við 513 undirskriftum, hevur verið borið fram í fjølmiðlunum, at talan er um tað stóra upprunaliga sjúkrahúsprojektið fyri 300 mill. kr. Hetta er ein stór [...] misskilt. Tey siga, at tey yvir fyri landsstýrismanninum júst greitt undirstrikaðu, at tað als ikki var neyðugt at gera alt tað upprunaliga projektið hjá Árna Winther. Hetta projektið fevndi jú um tvær stórar
dag - Hevur tú fingið tað ?gula kortið³ frá flokkinum? - Nei, eg havi als einki kort fingið, og eg havi heldur onga viðmerking fingið til tað, sum eg skrivaði í Dimmalætting. Tað er tí skeivt,sum Sosialurin [...] flokkinum. Hann tosar við løgmann dagliga, og har hevur einki verið. Tað er bert bløðini sum vilja gera gølusøgu burturúr, sigur Atli Hansen. - Tað álvarsama í viðgerðini av politisku málunum, sum eg eisini [...] Sosialurin skrivaði í farnu viku, at málið hevði verið fyri á hægsta stað í Sambandsflokkinum, og at eg havi verið átalaður fyri at fara í fjølmiðlarnar við innanhýsisviðurskiftum, sigur Atli Hansen, sum ongar