fólk doyðu, og 15 onnur fingu skaða, tá snarljós rakti eina samkomu, sum var komin saman til bønarhald í einari fjarskotnari bygd í Bangladesh í gjárkvøldið. Seks av teimum, sum fingu skaða, eru flutt á sjúkrahús [...] sjúkrahús. Myndugleikarnir siga, at samkoman helt til í einum lítlum skúri úr blikkplátum við strátaki í bygdini Saraswatipur, sum er í landnyrðingspartinum av landinum einar 200 kilometrar frá høvuðsstaðnum [...] høvuðsstaðnum Dhaka. Løgreglan sigur, at umleið 35 fólk vóru til bønarhaldið, tá snarljósið rakti tað lítla samkomuhúsið.
orðabøkurnar í 2011 vórðu savnaðar á heimasíðuni hjá Sprotanum, og allir skúlanæmingar fingu ókeypis atgongd til hendan stóra málsliga grunnin. Talgildi heimurin broytist tó støðugt, og tíbetur steðgaðu [...] fingið eitt lætt amboð til at finna føroysk orð fyri sínar ensku hugsanir. Tað er app-mennarin Faroe Media, sum hevur ment appina, og Sprotin gevur hana út. Appin er ókeypis til 1. januar 2014. [...] hava somu leitimøguleikar við bendingarsniði, yndislista og deiling. Men tað sær ikki út, sum tað ber til at leita eftir sama orði í fleiri orðabókum í senn. Tað er annars ein styrki við orðabókunum á heimasíðuni
Tríggjar knallertir koyrdu ov skjótt, meðan tríggir førarar manglaðu koyrikort til knallert, tveir til lítlar og ein til stóra knallert. Ein knallert bleiv eisini tikin fyri at koyra við einum sitandi [...] Fleiri knallertkoyrarar í Havn fingu eina heilsan frá løgregluni seinnapartin og út á kvøldið í gjár, tá løgreglan hevði ein málrættan innsats móti knallertum. 13 bøtur vóru skrivaðar í hesum sambandi
vil ikki gera viðmerkingar til, hvat samlaði prísurin fyri bjargingina av Northguider verður. Tey vísa til tryggingarfelagið Gard, sum heldur ikki vil gera viðmerkingar til kostnaðin. ##med2## [...] ein krevjandi uppgáva. Loysnin gjørdist at leiga eitt flogfar og eitt fraktskip til flutning av útgerð. Haraftrat fingu teir útgerð úr Longyerbýnum, eitt nú pumpur og kaðlar, áðrenn byrjast kundi at pumpa [...] Vaktarskipið KV Svalbard hevði nóg stóran tangakapasitet til at taka ímóti oljuni, og hetta endaði við, at tangarnir hjá vaktarskipinum vórðu brúktur til oljuna úr Northguider. Orsaka av nógvum vindi, kulda
Javnaðarflokkurin vil, at tað, vit rinda í MVG til útlendskar stroymingstænastur skal í føroyska landskassan og markast til mentan og list. Upphæddin er minst 13 milliónir krónur. At eitt samfelag rúmar [...] trivnað og heilsu. Øll skulu hava góða atgongd til gevandi mentanar- og listaupplivingar, og ikki bara tey vælbjargaðu. Hesum vil eg arbeiða fyri, um eg fái høvið eftir løgtingsvalið 8. desember. X við Jav [...] rúmar einum livandi listaumhvørvi ger okkum til størri og meira heilstoypt menniskju. Hvønn dag, alt árið, kunnu vit njóta úrslitið av harða og treiska arbeiðinum hjá skapandi fólki. Tað kann tykjast sum
latast á 5 ymsum økjum og umsóknir eru komnar til øll økini. Tað kunnu latast í mesta lagi umleið 1,5 mill. kr. til hvørt øki, tó til samans í mesta lagi upp til knappar 6 mill. kr. í hesum umfarinum. Umframt [...] stuðul til gransking úr Sjúkrakassagrunninum var úti á middegi, vóru 13 umsóknir komnar inn. Hetta er væl lægri enn í fjør, tá 28 umsóknir komu inn. Ein orsøk til hetta er uttan iva, at 7 fólk fingu stuðul [...] stuðul til verkætlanir frá hesum økinum í fjør, og 3 fólk fingu stuðul úr Granskingargrunninum í mai til heilsugransking. Hesar verkætlanirnar eru júst farnar í gongd ella um at fara í gongd. Stuðul kann latast
kafeteria opið, so fólk kunnu keypa sær okkurt til matna. Eisini ber til at lata eina peningagávu, tí endamálið við degnum er at fáa savnað sum mest av pengum inn til Krabbameinsfelagið. Bæði tónleikarar og onnur [...] hevur sungið og spælt nógv, sum hevur tikið stig til stóra konsertdagin. Hann byrjar seinnapartin leygardagin 17. september klokkan 15.30 og heldur fram líka til á midnátt, og er talan bæði um 13 framførslur [...] hjá. Kunnu stuðla meira Atgongumerki til dagin fáast hjá Magn við Streymin, Fast í Skálafirði og Effo á Strondum, og kosta tey 200 krónur, umframt at børn upp til 12 ára aldur sleppa ókeypis inn saman
r. Og hvør sær hava tey bæði tvey hálað hvør síni tvey 13 tøl heim til húsa. Vit hava fingið eitt prát við tey bæði, um hvat skal til fyri at fáa toppkarakterin, um framtíðina og um lívið sum nýklakt pisa [...] tann allarhægsta karakterin, skal sum oftast okkurt heilt serstakt til. Rannvá er liðug við læraraútbúgvingina á Læraraskúlanum, og fekk til endaligu royndirnar toppkarakterin 13 í námsfrøði og sálarfrøði [...] liðugur við Hægri Handilsskúla, og til endaligu royndirnar fekk eisini hann 13 í bæði skrivligum og munnligum enskum. Tá Jógvan Guttorm nú er liðugur, ætlar hann sær at læra til teldustøðing. Tað hevur altíð
verið við til at vinna tvey gullmerki til KÍ – geylaði síni sigursbrøl móti áskoðarunum. Jákup Mikkelsen – landsliðsmálverji og hjálparvenjari – gekk runt til ungu menninar, sum ein og ein fingu at vita [...] nánd. Somikið væl í nánd, at ein heimasigur móti ÍF komandi mikukvøld veruliga kann skapa samband upp til júst AB og ÍF. Sørir argjamenn Fyrst og fremst vísti dysturin á Argjum, at AB í løtuni er í djúpum [...] hevur liðið havt sínar stóru trupulleikar, nú Nikolaj Eriksen er úti við skaða, og leitast skal aftur til 1. juni fyri at finna seinasta málið hjá liðnum. Og heldur ikki hesa ferð skaptu argjamenn tað heilt
sum bert er 12 ára gamal - loypir til, hálar hann upp og byrjar at geva honum fyrstuhjálp. Tá Áki kemur upp á turt, er onki lív í honum. Tveir aðrir vinmenn eru eisini til staðar. Jóhan og Niels Erik gera [...] við sær, at Rógvi Joensen bleiv ársins fyrstu hjálpari. Niels Erik og Jóhan fingu eisini hvør sína gávu. Aðrar hendingar fingu eisini heiðurslønir í dag. Magnus Magnussen bjargaði einum manni, ið hevði