13 ára gamli Rógvi Joensen er ársins fyrstuhjálpari

Ungi sørvingurin bleiv í dag kosin ársins fyrstu hjálpari av Reyða Krossi. Heiðurin fekk hann fyri at bjarga Áka Petersen 6. Mai í fjør Í vár mundi ein vanlukka hend í ánni í Sørvági, tá Áki Petersen dettur í ánna, og svímar.

Rógvi Joensen - sum bert er 12 ára gamal - loypir til, hálar hann upp og byrjar at geva honum fyrstuhjálp.

Tá Áki kemur upp á turt, er onki lív í honum. Tveir aðrir vinmenn eru eisini til staðar. Jóhan og Niels Erik gera nevniliga eisini sítt, meðan teir geva Áka fyrstuhjálp og rópa so hart teir kunnu.

Brádliga kemur vatn úr munninum hjá Áka, sum raknar við.

Tá løgreglan kemur á staðið sigur Rógvi við Áka í føvninginum, sum tá er raknaður við.

Soleiðis fór hendingin fram, sum hevur við sær, at Rógvi Joensen bleiv ársins fyrstu hjálpari. Niels Erik og Jóhan fingu eisini hvør sína gávu.

Aðrar hendingar fingu eisini heiðurslønir í dag. Magnus Magnussen bjargaði einum manni, ið hevði sett ein part av eini appelsin í hálsin, og Egil Petersen fekk somuleiðis heiðursløn fyri at bjarga soni sínum, Paula Petersen, ið hevði andaneyð.

Hinar báðar hendingarnar vóru tá ein kom í neyð í svimjihylinum í Vági, og tann seinasta var tá eldur kom í tunnilin, og nakrir mans syrgdu fyri, at ongin fór inn í eldin.