Í minsta lagi 13 fólk doyðu, og 15 onnur fingu skaða, tá snarljós rakti eina samkomu, sum var komin saman til bønarhald í einari fjarskotnari bygd í Bangladesh í gjárkvøldið. Seks av teimum, sum fingu skaða, eru flutt á sjúkrahús.
Myndugleikarnir siga, at samkoman helt til í einum lítlum skúri úr blikkplátum við strátaki í bygdini Saraswatipur, sum er í landnyrðingspartinum av landinum einar 200 kilometrar frá høvuðsstaðnum Dhaka.
Løgreglan sigur, at umleið 35 fólk vóru til bønarhaldið, tá snarljósið rakti tað lítla samkomuhúsið.