Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel máttu í kvøld á heimavølli í Wunderino høllini lúta greitt 26-33 fyri oddaliðnum í týsku bundesliguni, SC Magdeburg. Magdeburg var betri fyri í v [...] teir høvdu leiðsluna allan seinna hálvleik. Tað nærmasta Kiel kom var við støðuna 24-27. Elias skoraði tvey mál upp á fimm málroyndir í kvøld. THW Kiel er nummar fimm í bundesliguni við 26 stigum. Átta stig [...] stig. Komandi sunnudag spælir Kiel á útivølli móti Bergischer. Í annaðkvøld klokkan 19.30 tekur liðið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin móti liðnum hjá Jóhan á Plógv Hansen, Flensburg Handewitt.
Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel spældu í kvøld grannauppgerð á útivølli móti Flensburg Handewitt í bundesliguni. Tá 64 sekund vóru eftir av dystinum var THW Kiel á odda, men seinastu [...] sekundi. Kiel var á odda 17-14 í steðginum, og var á odda 27-24 tá smáir fimm minuttir vóru eftir av dystinum. Elias skoraði fýra mál og legði upp til eitt mál hjá Kiel. Havnarmaðurin á danska landsliðnum [...] landsliðnum, Jóhan á Plógv Hansen skoraði seks mál fyri heimaliðið. Kiel er triðfremst í bundesliguni við seks stigum fyri fýra dystir. Komandi sunnudag hevur Kiel heimadyst móti Melsungen.
Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel ferðaðust í dag úr Norðurtýsklandi til Eysturtýsklands fyri at spæla dyst móti verandi Champions League-vinnarunum, Magdeburg á útivølli. Tað bleiv [...] ein sera torførur dystur, og tað endaði við einum 34-31 sigur til Magdeburg, ið var á odda 17-15 í steðginum. Elias skoraði trý mál og legði upp til fýra mál. Toppskjútti hjá Kiel var Harald Reinkind við [...] torførir útidystir móti Flensburg og Magdeburg. Longu týskvøldið er aftur dystur hjá Kiel. Hesaferð á heimavølli í bundesliguni móti HSG Wetzlar.
Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel vóru í kvøld fyri einum rættiliga óvæntaðum tapi á heimavølli í Wonderino høllini í Kiel. Kiel tapti 26-30 fyri Rhein-Neckar Löwen, ið er nummar 10 [...] Rhein-Neckar Löwen á odda 12-10. Elias skoraði eitt mál og legði upp til eitt mál í dystinum. Kiel er nummar fýra í bundesliguni við 42 stigum. Kiel hevur seks stig upp til liðið hjá Jóhan á Plógv Hansen, [...] Flensburg-Handewitt sum hevur 48 stig. Melsungen á fimta plássinum er bert eitt stig aftanfyri Kiel. 2. hvítusunnudag, mánakvøldið 20. mai klokkan 18 tekur Kiel móti Göppingen í Wonderino høllini.
beint áðrenn lúðurin í høllini ýldi. Í steðginum var Hamburg á odda 18-16, so hetta var tungt hoyggj hjá Kiel í kvøld. Elias skoraði tvey mál upp á fýra málroyndir, og hann legði upp til eitt mál. Kiel er [...] Frammanfyri 10.286 áskoðarum í Wonderino høllini í Kiel tóku Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel í kvøld móti Hamburg í dysti í týsku bundesliguni. Tað eydnaðist akkurát hjá Kiel at [...] Í morgin klokkan 15.30 spæla Hákun og liðfelagarnir í Füchse Berlin dyst á útivølli móti Stuttgart. Somu klokkutíð taka Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Flensburg-Handewitt móti Vilhelmi Poulsen
Í kvøld spældu Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel dyst móti Aalborg í bólki A í Champions League. Í farnu viku vann Aalborg stórsigur 27-18 á Kiel, har Niklas Landin í málinum hjá Aalborg [...] mál í seinasta álopinum, og so endaði tað við javnleiki 27-27. Í steðginum var Kiel á odda 17-13. Elias skoraði upp á eitt brotskast í dystinum, og hann fekk møguleikan í sjey móti seks álopsspæli móti [...] onkra roynd hjá Eliasi. Aalborg át leiðsluna upp hjá Kiel og kom upp á javnleik 27-27. Mikkel Hansen fekk møguleikan at leggja Aalborg á odda 28-27 við einum brotskasti tá ein hálvur minuttur var eftir, men
14-14. Elias skoraði eitt mál upp á tveir málmøguleikar í kvøldsins dysti. Í annaðkvøld klokkan 19 spælir liðið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin áttandapartsfinalu móti Rhein-Neckar Löwen á útivølli [...] Liðið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel spældi í kvøld áttandapartsfinalu í týsku steypakappingini á heimavølli í Wunderino-høllini í Kiel. Tað eydnaðist Kiel at senda verandi steypavinnararnar
komu Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel á sigursslóðina aftur í týsku bundesliguni aftaná vónbrotið fyri Hannover-Burgdorf farna hóskvøld. Kiel vann á útivølli greitt 31-25 á Rhein [...] Rhein Neckar Löwen. Í steðginum var Kiel á odda 14-9. Elias legði upp til fýra mál (assists), men skoraði ikki mál í dag. Kiel er nummar fimm í deildini við 14 stigum. Sjey stig eru upp til oddaliðið, Füchse
Kiel stórsigur 39-24 á Leipzig í heimadysti í Wonderino-høllini. Heili 10.000 áskoðarar vóru til dystin. Í steðginum var Kiel frammanfyri við 10 málum, 21-11. Elias skoraði trý mál upp á fýra málroyndir, og [...] Füchse Berlin tekur móti Melsungen. Dysturin sæst á TV3 MAX. Í annaðkvøld klokkan 18 spæla Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Flensburg-Handewitt dyst á útivølli móti Bietigheim-Metterzimmern. [...] Hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og liðfeløgunum í THW Kiel ræður um at enda millum fimm tey ovastu liðini í bundesliguni, so Kiel eisini komandi kappingarár sleppur at royna seg evropeiskum bólkaspæli
Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel tóku í kvøld móti botnliðnum, Erlangen á heimavølli í Wunderino-høllini í Kiel. Í fyrra hálvleiki sást tað ikki, at Erlangen liggur triðaftast í [...] bundesliguni. Í steðginum var Erlangen á odda 16-12. THW Kiel var tó omaná í seinna hálvleiki, og tað eydnaðist Kiel at vinna dystin 31-27. Elias spældi ikki tann størsta leiklutin í dag, men hann skoraði [...] Berlin hevur tó spælt tveir dystir fleiri enn THW Kiel. Trý stig frammanfyri Kiel er liðið hjá Jóhan á Plógv Hansen, Flensburg-Handewitt, ið hevur 41 stig. Magdeburg er næstfremst í deildini við 46 stigum