Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel máttu í kvøld á heimavølli í Wunderino høllini lúta greitt 26-33 fyri oddaliðnum í týsku bundesliguni, SC Magdeburg.
Magdeburg var betri fyri í verjupartinum og álopspartinum. Í fyrra hálvleiki var Magdeburg eitt skiftið á odda 14-7. Tá eydnaðist Kiel at minka um munin til 13-15 undan steðginum.
Magdeburg økti til 18-13 tíðliga í seinna hálvleiki, og teir høvdu leiðsluna allan seinna hálvleik. Tað nærmasta Kiel kom var við støðuna 24-27.
Elias skoraði tvey mál upp á fimm málroyndir í kvøld.
THW Kiel er nummar fimm í bundesliguni við 26 stigum. Átta stig eru upp til oddaliðið, Magdeburg sum hevur 34 stig.
Komandi sunnudag spælir Kiel á útivølli móti Bergischer.
Í annaðkvøld klokkan 19.30 tekur liðið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin móti liðnum hjá Jóhan á Plógv Hansen, Flensburg Handewitt.
Füchse Berlin er næstfremst við 32 stigum, meðan Flensburg er nummar trý við 28 stigum.
TV3 Max á Televarpinum vísir dystin millum Füchse Berlin og Flensburg.