mánakvøldið var mennandi á tann hátt, at tað altíð er gott við nýggjum impulsum aðrastaðni frá. Tað heldur Hans Falkvard Hansen, keypmaður á Sandi, sum var á fundinum í Skopun. Hann fegnast um, at tað koma tveir [...] arbeiðsorkuni til at fáa tað fíggjarliga at koyra. Hinvegin eru tað miðnámsútbúgvingarnar, sum eiga at fáast meira út á ymsu økini, heldur hann. Hann ásannar, sum sagt varð í Skopun, at longri tey yngru eru í økinum [...] einsamøll. Tað er greitt, at onkur vinna skal til, um fólk skal liva í útjaðara økjunum. Og eisini her vísir tað seg, at fremmand eygu ofta síggja møguleikarnar betri enn tey lokalu. Rætt er tað, sigur Hans
grønlendsk søgn um Anngannguujuk, sum var ein drongur, ið búði í Grønlandi í gomlum døgum. Hann varð rændur úr heimi sínum, men pápin og andamanarin funnu hann aftur inni í landinum hjá teimum stóru dorsetfólkunum [...] ne Bak hava skrivað og teknað, og Niels Jákup Thomsen týddi úr donskum. Í einari eskju liggur alt tað fína, sum Lóa og mamman skulu heingja upp á træið. Har er eisini ein so fínur eingil, sum Lóa noyðist [...] vita. Tá ið politiið finnur partar av beinagrindum í øskuni, er marran fullkomin: onkur er brendur inni? Eldur í er 130 síður, heft og kostar kr. 120
hjá okkum flutti tað mørk, so tað var allar pengarnar vert. Tað lærdi fólk at taka ábyrgd, at taka fat heldur enn at finna orsøkir til ikki at fara í gongd – væntandi edv-skipanir var annars standard [...] gera tað stutt”. Og tað er jú so, tá ein skal siga nakað um, hví vit eru har vit eru – upp á 3 minuttir – so tekur tað longur tíð enn mann heldur, so Marita eg vóni at tú ber yvir við mær, um tað fer eitt [...] strategi, seta meira ambitiøs mál osfr. Seneca segði á sinni, “tað er ikki tí at tað er torført, at vit ikki tora. Tað er tí at vit ikki tora, at tað er torført”. 1999 - 2004 Men man kann siga, at “fysisku”
1998, tí illgruni var um, at tey høvdu tikið ímóti tjóvagóðsi. Løgreglan kom til hús teirra í Madurei økinum í Tamil Nadu, um náttina meðan Angammal var einsamøll inni. Hon varð tikin við á løgreglustøðina [...] Tað eru liðin meira enn tvey ár síðani Angammal varð handtikin, men enn líður hon kroppsliga og sálarliga av tí henni var fyri, meðan hon sat í varðhaldi. Angammal og Guruviah vórðu handtikin í juli 1998 [...] um at lata seg úr klæðunum. Tey vórðu leidd útum hvørt eftir annað og bukaði til Guruviah svímaði. Inni aftur á støðini vórðu hjúnini hongd í ein enda úr loftinum og bukaði. Tá Angammal varð tikin niður
Vit hava onga orsøk til at stúra fyri, at oljutrot fer at skrúva prísin longri upp, tí tað er nóg mikið til av olju í heiminum. Tað sigur fremsti orkuserfrøðingurin hjá risastóra oljufelagnum ExxonMobil [...] eru so stórar, at tað er heilt óhugsandi, at prísurin fer at liggja uppi á 50 dollarum eitt longri tíðarskeið. Hann vísir á, at oljuprísurin hevur altíð verið skiftandi. Í 1999 var hann niðri á átta dollarum [...] um. Eitt nú eru Noreg og ES ósamd um norðhavssildina, og tað hevur havt við sær, at donsk skip sleppa ikki at landa sild í norskum havnum. Tað kemur donsku skipunum illa við og hevur uttan iva gjørt, at
seg sjálva: Er tað yvirhøvur gjørligt at velja seg sjálva uttan at missa okkurt ella onkran á leiðini? Skamtalop er ein søga um tær elalítlu rørslurnar, sum reka okkum longri og longri frá hvørjum øðrum [...] an – við klaffum Hevur tú hoyrt um ta ferðina, tá Pettson skuldi baka Findusi pannukakulagkaku? Tað var eitt ordans ævintýr! Nýggj útgáva av klassikaranum við lúkum og klaffum. Sven Nordqvist skrivaði [...] floksveitslu. Hví eru tað bara tey í fimta, sum sleppa at hava floksveitslu? hugsar Alisa og skjýtur upp, at hennara flokkur eisini skal hava veitslu, har tey kunnu dansa. Øll halda, at tað er eitt frálíkt hugskot
stórum framsýningum. Í 1976 var ein stór føroysk listaframsýning á Den Frie, og 10 ár seinni, í 1986 var aftur ein stór framsýning, ið vísti breiddina í føroyskari list. Tað var á Nikolaj, og ikki fyrr enn [...] at umboða nýggja ættarliðið av listafólki, ið er við at koma fram. Tað hevði verið gott, um nýggja ættarliðið var komið longri, enn tað er, men soleiðis er støðan ikki. Nakað nýtt er kortini heilt týðiligt [...] framsýningina. Og hann er hugtikin, serliga av unga ættarliðnum av listafólki, ið er á veg. - Eitt tað mest áhugaverda á framsýningini er unga Rannvá Kunoy, ið við blýanti teknar spennandi landsløg av
Hondbóltur Tað var ikki annað væntandi, enn at talan skuldi gerast um ein tryggan heimasigur, tá kvinnurnar hjá VÍF mikukvølidð tóku ímóti teimum av Strondum. Eingin ivi Kvinnuliðið úr Vestmanna var í fjør [...] viðkomandi, var helst at seta nøsina nakað langt uppeftir. Tað var heldur ongan tíð nakar ivi um, at VÍF fór at vinna ein tryggan sigur mikukvøldið. Eftir fáum minuttum høvdu tær skapt sær eitt hampuliga [...] fjør nógv tað sterkasta í føroysku kappingini, og liðið tykist ikki á nakran hátt viknað hetta kappinarárið. StÍF er hinvegin júst afturkomið í bestu deildina, so at rokna við nøkrum stigi fyri teirra viðkomandi
starvsfólk og búfólk lagaliga kunnu venja seg við hvønn annan. Tað er eisini ein køkur og kokkur knýttur at verkætlani handan Skálagarð. Tað var Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, sum landsstýriskvinna, ið [...] síni, at tað var umráðandi at byggja eitt álit upp millum allar mongu partarnar í verkærlanini, sum eisini eydnaðist. Afturat tí varð eitt loft lagt á, hvat hon kundi kosta, og eydnaðist tað eisini. Kristian [...] borgarar við seinheilaskaða. Talan er um 15 íbúðir, har borgarar koma at fáa fastan bústað, búgva í eitt longri tíðarskeið. Av teimum 15 íbúðunum eru trýggjar ætlaðar til umlætting eitt styttri tíðarskeið. So
sum fleiri av vinfólkum hansara vóru. - Tað var heilt ræðuligt. Maðurin fór at skjóta móti felagshúsinum, har fleiri fólk vóru inni. Vit fingu einki gjørt. Tað eydnaðist mær og fimm øðrum at sleppa inn [...] stóðu inni á vesinum í tveir-tríggjar tímar, og tey hoyrdu nógv róp. Tá ið politiið kom, tordu tey ikki at fara út, tí tey høvdu ikki áltið, at tað veruliga vóru politistar. Maðurin, sum skeyt var ílatin [...] gevast við grindadrápi - Tað er vísindaliga staðfest, at grind er so illa dálkað, at hon er ikki fólkamatur. Tað mugu vit taka til eftirtektar og tí eiga vit at gevast at drepa grind. Tað sigur Turið Christophersen