Juli: Bjargaði sær undir Breivik

17 ára gamli Sverre Sævarang, sum hevur føroyskan pápa, krógvaði seg á eini vesi á Utøya, tá ið Anders Behring Breivik skjeyt og drap ungdómar frá hond

Tað tókist verða fullkomiliga óveruligt, tá ið Anders Behring Breivik síðst í juli sprongdi eina bumbu í miðbýnum í Oslo og síðani fór út á Utøya, har politisk summarlega var, og skapti eitt óhoyrt blóðbað. Ungfólk vóru skotin og dripin í einum hópdrapi uttan sín líka.

Ein av teimum, sum var staddur á Utøya, var hálvi føroyingurin Sverre Sævarang. Hann slapp frá hendingini uttan kropsligt mein, men hann hevði verið so nær við at vera skotin, sum fleiri av vinfólkum hansara vóru.

- Tað var heilt ræðuligt. Maðurin fór at skjóta móti felagshúsinum, har fleiri fólk vóru inni. Vit fingu einki gjørt. Tað eydnaðist mær og fimm øðrum at sleppa inn á eitt vesi og lata hurðina aftur.


Næsti maður skotin

- Ein rann beint í hølunum á mær, og hann varð skotin, sigur 17 ára gamli Sverre Sævarang við Sosialin.

Tey stóðu inni á vesinum í tveir-tríggjar tímar, og tey hoyrdu nógv róp.

Tá ið politiið kom, tordu tey ikki at fara út, tí tey høvdu ikki áltið, at tað veruliga vóru politistar. Maðurin, sum skeyt var ílatin sum politistur. Ikki fyrr enn politistarnir komu nærri og noyddi tey út, tordu tey at líta á, at hjálp var komin til teirra.

Leingi sótu tey í húsinum, tí tey tordu ikki út.

Umsíðir kom ein bátur og førdu tey inn á meginlandið, har læknar tóku ímóti.

- Vit hildu tá, at bara vit umleið 30, vóru komin frá skjótingini við lívinum.


Helt øll hini vera deyð

Sverre Sævarang hugsar um øll vinfólkini, hann hevur mist. Tey kunnu vera væl fleiri, enn hann veit um, tí øll eru ikki komin aftur í aftur, og nøkur eru illa særd.

Tá ið tey ungu komu inn á meginlandið, komu fólk beinanvegin at tosa við tey og veita teimum kreppuhjálp. Bæði leygardagin go sunnudagin var hann til samtalur, og hesar samtalurnar hava gjørt honum væl.

- Men tað fara nógvir tankar gjøgnum mítt høvd, og eg blivi við at hoyra rópini og skotini fyri mær, sigur Sverre.

Sverre er sonur Knut. Foreldur hansara vóru føroyingar, Sámal og Malfrid Sævarang.


***


Í neyð av Facebook

Dátueftirlitið hevur viðgjørt heili 125 mál fyrstu seks mánaðirnar í ár. Tað eru 22 prosent meira enn í fjør. Tað snýr seg mest um samskiftismiðilin Facebook, tá føroyingar spyrja Dátueftirlitið um hjálp. Spurningarnir um Facebook eru nógvir. Tildømis um falskar vangamyndir, hjálp til at strika ónærisligar viðmerkingar ella myndir, Face-rape, at strika vangamynd hjá deyðum persóni, um hakking, happing og annað.

- Málini um Facebook eru støðugt vaksandi, millum annað við útspilling og umbøn um hjálp at strika upplýsingar og myndir, sigur Dátueftirlitið. 



Watson rópar neyðarróp

Ávegis til Føroya legði Paul Watson inn í Hetlandi við skipinum Steve Irwin fyri at gera tað klárt til ferðina til Føroya. Men í Hetlandi varð hald lagt á skipið, tí eitt felag á Malta hevði sett endurgjaldskrav ímóti Sea Shepherd, og felagsskapurin kundi ikki veita trygd fyri pengunum.

Í kenslubornari áheitan á heimasíðu felagsins bønaði og bað Watson um fíggjarliga hjálp, so at tey kundu veit kravdu trygdina. Paul Watson sendi rætt og slætt út neyðarkall við eini inniligari áheitan um at bjarga skipinum.

- Lívið í havinum er í vanda. Bjarga skipið okkara, bønaði hann.



Mugu gevast við grindadrápi

- Tað er vísindaliga staðfest, at grind er so illa dálkað, at hon er ikki fólkamatur. Tað mugu vit taka til eftirtektar og tí eiga vit at gevast at drepa grind.

Tað sigur Turið Christophersen, sum tekur stig til at gera føroyska deild av umhvørvisfelagsskapinum Earthrace Conservation.

- Sum frálíður noyðast vit at gevast við grindadrápinum, tí tey fólkaheilsuligu atlitini eiga at viga tyngri enn páhaldið um, at vit mugu varðveita ein gamlan mentanararv, heldur hon.


Jens Pauli fór

Virkni rithøvundin Jens Pauli Heinesen doyr. Hann skrivaði eitt nú skaldsøgurnar Aldurnar spæla á sandi, Rekamaðurin og Frænur eitur ormurin, sum hann eisini fekk M.A. Jacobsens heiðursløn fyri.

Jens Pauli Heinesen læs til lærara í Danmark á Emdrupborg statsseminarium og tók prógvið har í 1956. Hann var lærari niðri eitt skifti, kom so til Føroya og gjørdist lærari við Tórshavnar kommunuskúla 1957. Var eisini lærari við Realskúlan og Venjingarskúlan, fór so frá sum lærari í 1970 fyri at gerast rithøvundur burturav. Og nú andaðist hann so, 78 ára gamal. 



***


Eg fari í ein grýluskort, tá ið eg eri á pallinum. Tá skifti eg fullkomiliga ham. Men eg vil hava frið, tá ljósið er sløkt.

Páll Oddur Rubeksen, sangari í Páll Finnur Páll 



Tað er pínadoyð ein stór ábyrgd at stýra einum samfelagi. Tað er púra óskiljandi, at flokkarnir ikki taka uppgávuna í størri álvara og brynja yngra ættarliðið at stjórna samfelagnum.

Torbjørn Jacobsen, løgtingsmaður