Økismenningarfundurin í Skopun mánakvøldið var mennandi á tann hátt, at tað altíð er gott við nýggjum impulsum aðrastaðni frá.
Tað heldur Hans Falkvard Hansen, keypmaður á Sandi, sum var á fundinum í Skopun.
Hann fegnast um, at tað koma tveir granskarar úr Klaksvík og seta navn á ymsu viðurskiftini, sum sandoyingar væl kenna, men líkasum ganga framvið dagliga, tí ikki verður so nógv hugsað um tey.
Hans Falkvard Hansen er sannførdur um, at tað, sagt var um at fáa umstøður til yngra fólkið, er púra rætt. Hann hugsar beinanveg um ítróttarmøguleikarnar, sum hann heldur eiga at betrast í Sandoynni. Trupulleikin er her sum so manga aðrastaðni, at ítróttarfelagið er lítið og ikki so peningasterkt. Tí fer alt ov stórur partur av arbeiðsorkuni til at fáa tað fíggjarliga at koyra.
Hinvegin eru tað miðnámsútbúgvingarnar, sum eiga at fáast meira út á ymsu økini, heldur hann. Hann ásannar, sum sagt varð í Skopun, at longri tey yngru eru í økinum, lættari verður at fáa tey aftur.
Men ítróttur og útbúgving byggja sjálvandi einki land einsamøll. Tað er greitt, at onkur vinna skal til, um fólk skal liva í útjaðara økjunum.
Og eisini her vísir tað seg, at fremmand eygu ofta síggja møguleikarnar betri enn tey lokalu.
Rætt er tað, sigur Hans Falkvard Hansen, at tað skulu pengar til at seta virki á stovn, Og viðhvørt kann tað tykjast møtimikið hjá smáplássum at fara undir slíkt. Men so er tað, at lokalu myndugleikarnir eiga at gera møguleikarnar so mikið góðar, at tað verður lokkandi hjá onkrum, eisini fremmandum, at fara undir eitthvørt vinnuligt virksemi.
Á Sandi til dømis, er kommunan spent rættiliga hart fyri fíggjarliga. Tað kemst av havnarlagnum, sigur Hans. Han heldur, at her átti landskassin at borið ein part, tí tað var í grundini tað almenna, sum stongdi táverandi fiskavirki, sum so lá í andaleypi, so at siga, til hesir nýggju menninir komu aðrastðani frá og lótu uppaftur.
Men vóru ikki teir møguleikar, sum havnin hevði skapt her, so kom eingin, vísir hann á. Og so ivast hann ikki í, at bygdin steindoyði.
Hann heldur, at tað kann vera gott við KT vinnu, men tá tosa vit um nøkur fá størv og ikki virki við nógvum arbeiðsplássum. Tey noðast at halda seg til, sum kemur úr sjónum, sigur Hans Falkvard Hansen.
Hann fegnast um ta sonevndu Sandoyarætlanina, sum var við til at gera tað virsemið, sum nú er i oynni, møguligt.
-Tær tríggja milliónirnar, har vórðu brúktar, vóru væl útgivnir pengar. So kann ein tosa um stuðul ella ikki, sigur hann.