tað týdningarmikið at nýggj hugskot, sleppa at síggja dagsins ljós. Eftir at hava upplivað skuggasíðuna av tí at liva, nevniliga at missa. Hevur lívið lært meg at fevna um tey, sum eg havi rundan um meg [...] flestu fólkini klára illa at goyma teirra gleði, yvir at vit eru flutt til Hvalbiar at búgva, eg skilji tey væl, tí at eg blívi sjálv altíð so glað, tá eg hoyri at fólk velja at flyta til Hvalbiar. Her eru [...] útav at eg saktans klári meg við at nýta tey klæðini, sum eg longu eigi, og eg havi megnað at hildið mær frá at keypa nakað plagg til mín í knapt hálvt annað ár. Og eg eri komin til ta niðurstøðu, at um
Antil við beinleiðis at reka tað sjálv/ur ella evt leiga út til onkran annan. Tað skal eisini vera loyvi at siga nei til ferðafólk. Haldi okkara áhugamál sum landið átti at verið, at avmarka ferðafólkastreymin [...] seg við tølum sum man hevur hug. CFA nevnir, at íløgur skulu gerast fyri 7-10 mia kr. fyri at náa hesum orkuskiftinum. Tað er nokk á einari leið. Men hann gloymir at siga, at størsti parturin av hesum íløgunum [...] væntaði at júst tað fór at henda). Men hetta er arbeiðshátturin hjá teimum, sum ynskja at avhøvda KVF. Okkurt er hent millum okkum føroyingar. Eg sum Tjóðveldismaður hevði ongan trupulleika av at Sólvit
Roknskapirnir, sum lógu við málinum, søgdu, at grunnurin kravdi at fáa konverterað umleið 12 milliónir fyri at fáa eginpeningin aftur upp á tvær milliónir. Men vit fingu frá Framtaksgrunninum at vita, at tá vildi [...] fyri at loyva grunninum at konvertera 25 milliónir var, at við eginpeningi upp á tvær milliónir krónur, so var vandi fyri, at grunnurin í sínum víðari útlánum fór at vera sera varin. ? Tað sum er farið [...] Framyvir mugu vit tí ganga út frá, at Framtaksgrunnurin í framtíðini fer at virka soleiðis, sum vit høvdu væntað og vónað, at hann fór at virka - sum ein ígongdsetari. ? Gjørdu vit hinvegin eina varisliga
Sosialurin var tann einasti, sum yvirlivdi skiftið frá at vera ein desiderað partíavís til at vera ein avís, sum onnur enn kjarnuveljarin hjá Javnaðarflokkinum tímdi at lesa. Hví mundi tað nú ganga soleiðis [...] ringasta var sjálvandi, um onkur komdi sær at tosa ímóti sjónarmiðunum hjá eigarunum. Jan hevur siglt ímillum skerini og hevur megnað ótrúliga væl at hildið fast um kósina, sum hann sá sum hina einastu røttu fyri [...] redaktørur so leingi, sum pulsurin slær. Og hann er ikki bara redaktørur í dagtímunum og frá mánamorgni og til stutt eftir døgurða fríggjadag. Ein vinmaður visti at siga mær, at nú er norska VG størsta
nógv fólk, sum hvønn dag kenna á egnan kropp, at tað er dýrt at liva í Føroyum. Sum eru fíggjarliga viðbrekin. Og sum hava brúk fyri, at vit taka neyðug stig fyri at gera tað liviligari. Sum millum annað [...] verið ávarað um – at tíðir sum hesar fóru at koma. Í breiðu semjuni um tøkugjøld, sum vit undirskrivaðu í mars í fjør, er hædd tikin fyri, at laksaprísurin sveiggjar. Tað vil siga, at alifyritøkurnar rinda [...] trupult við at fáa til dagin og vegin. Ella fólkapensjónisturin, sum í næstu viku verður noyddur at spyrja hjálparfelagsskapir um mat, og annars einki skilir av, at politikarar tosa um, at føroyski búskapurin
fígging. Alt slíkt, sum fær kompetent og ambitiøs starvsfólk at umhugsa at leita sær aðrar leiðir, har orkan fer til at tryggja lívskvalitet og at bjarga mannalívum – og ikki til at liggja støðugum stríði [...] bróstkrabba, og at fortreytin fyri bata er, at krabbin verður staðfestur tíðliga. Nýggju og herdu leiðreglurnar eru sum skilst avleiðingin av, at serlæknar vanta í á røntgenøkinum. Bíðitíðin at sleppa framat [...] omanfyri, sum av røttum áttu at skipa nøktandi arbeiðsumstøður og skapa smidligar arbeiðsgongdir. Soleiðis er dagsins veruleiki, sum vit, ið eru vald at umboða fólkið í Føroyum, hava skyldu at taka í álvara
baðstovurnar, sum í dag eru vorðnar so kendar millum ferðafólk, sum koma hendanveg, at ein mestsum kennir tað sum eina treyt at royna hetta. Og fyri at vera heilt sannførur, má eg siga, at verri havi eg [...] lætt var at sleppa til uttan at noyðast at reisa seg. Men tað man tó neyvan hava verið so heilt tespiligt kortini hjá tí seinasta, sum sat undan brekkuni, tá rennandi vatnið frá teimum fyrstu 49, sum høvdu [...] fylgi og kappast um at fáa teir bestu sessirnar. Fólki so líkt. Hava heilt gloymt, at tann, sum setur seg sjálvan niðast, skal verða fluttur longri upp. Freistandi at hugsa sær, at kanska hevur Lukas,
lisnar kring landið, verður tað kanska onkur, sum fer at vita frá onkrari langari fótbóltsferð at siga. Men lítil ivi man vera um, at sumbingar í hesum døgum eru við at seta met, tá tað snýr seg óvantað langari [...] ferðavánirnar hava gjørt, at vit missa í hvussu so er ein og kanska tveir arbeiðsdagar í hesari vikuni. Tí hava vit gjørt av, at vit taka alt um eina leið, soleiðis at vit sleppa frá at fara norður um aftur [...] aftur í steypakappingini. Og tað sær út til, at hetta fer at eydnast. Vit fara at spæla í Leirvík týskvøldið, og so fara vit at spæla í Gundadali móti B36 mikukvøldið, segði spælandi venjarin hjá Sumba, Birgir
parlagið endar. Míni ráð eru, at tú ikki tekur myndir av tær sjálvum, sum tú ikki vilt at omma tín skal síggja, sigur Hildur Hentze. - Síðani vil eg eisini heita á fólk, um at hugsa seg um, áðrenn tey deila [...] lóggáva sera stutt, og tí kann gerast ómetaliga trupult at strika myndirnar aftur. Av løgreglustøðini í Havn siga, tey, at í slíkum førum, tá onkur hevur lagt myndir av tær út á netið uttan títt samtykki [...] løgreglan lítlan møguleika at gera nakað við málið. - Vit heita sjálvandi á fólk um at melda tilburðin, soleiðis at vit kunnu kanna málið, tí tað er heilt greitt brot á revsilógina at leggja ónærisligar myndir
maganum, at eg ringdi út á Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, fyri at fáa tey at kanna matstovuna. Hagani vóru boðini, at tvey onnur, sum høvdu etið í matstovuni dagin fyri, høvdu longu boðað frá, og at serføðingar [...] Marco Polo. Orsøkin til, at eg ringdi til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna er, at tá vit fara út á matstovu at eta, so eiga vit at kunna kenna okkum trygg við tað, sum vit fáa serverað. At alt er handfarið á rættan [...] noydd at endurtaka nakað av øllum tí, sum, sum stóð í átta síður drúgvu frágreiðingini frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni hendan dagin. Bara so ongin ivi skal vera um, at hetta ikki er ein søga, sum er íspunnin