sigur, at tað er alt gott at siga um tað, men fartelefonin eru umborð á bátum, men tað er heldur ikki allastaðni, at fartelefonin røkkur. Og fyri alt tað er fartelefonin ikki neyðútgerð. Men tað er VHF [...] Útróðrarmenn og onnur við, hava í nógv ár fýlst á, at tað er so nógva staðni í landinum, at VHF-sendarin ikki hoyrist. Serliga er tað summastaðni tætt inni undir land, at tað eru nógv deyð pláss, at har onki [...] landsstýrið at tað hevur týdning at útbyggja navtex skipanina. Men her metir vinnunevndin akkurát øðrvísi. Vinnunevndin mælir tí til, at VHF sendinetið og navtex skipanin eigur at verða raðfest fremst og eigur
stóra orku í hetta nýggja átakið hjá felagnum, og hevur sera góðar vónir um, at liðið fer at vaksa og økja áhugan at gera fimleik og styrkja bæði breiddar- og kappingarfimleikin. Umframt sjálvan heiðurin [...] megnar at venja so nógv. Men ein blanding av venjingum og ymiskum sosialum tiltøkum skapa gleði og trivnað hjá hesum ungu og ger, at tey fáa hug at koma aftur eina aðru ferð, har tey kanska tá megna at fylgja [...] dáma væl at gera fimleik og sum ynskja fleiri fimleikaløtur, venjingar og upplivingar. Høvuðsendamálið við felagsliðnum er at økja um samanhaldið, trivnaðin og felagskensluna í felagnum. Fyri at luttaka
eiga djúpvatnstrolararnir at fáa kvotuna í Barentshavinum, sum annars hevur verið seld á uppboði. Tað heldur Henrik Old, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin. Og nú fer hann at spyrja Jacob Vestergaard, [...] Henrik Old vísir á, at nú eru bara fimm djúpvatnstrolarar eftir og høvdu teir fingið hasi 2312 tonsini í Barentshavinum, hevði tað verið eitt gott íkast hjá teimum. Harumframt hevði tað gjørt stóran mun hjá [...] fiskivinnuni, um nøkur ætlan er um tað. Hann vísir á, at í ár er ein kvota í Barentshavinum upp á 2312 tons, seld á uppboði, men nývalda samgongan hevur kunngjørt, at skipanin við at selja kvotur á uppboði, skal
verður, at felagið fær eina veruliga skrivstovu, og setur eitt lønt fólk í starv. Tað er nú greitt, at tað fer ikki longur at strekkja til við sjálvbodnum arbeiði.Og oljuvinnan nærkast so skjótt, at tað [...] er neyðugt at verða til reiðar. Tí mugu vit eisini skipað okkum betri. Oljuævintýrið nærkast nú við risafetum. Tí fer Føroya Oljuídnaður eisini at styrkja seg og at brynja føroyskt vinnulív at taka ímóti [...] best av, at aðalfundurin í gjár var fundurin fyri 1996. Pauli Einarsson sigur, at nevndin helt tað hevði størri týdning at arbeiða fyri, at limirnir sluppu á ráðstevnur og fingu vitan, heldur enn at skipa
í einstaklingakappingini og silvur í liðkappingini á NUM í Noregi. Seinni í vikuni fer hann við føroyska landsliðnum til Guernsey at taka lut í Oyggjaleikunum 2023, sum verða í døgunum 8.-14. juli. Myndin [...] í U21-bólkinum og silvur í liðkappingini. Sámuel Petersen er fluttur til Íslands at búgva saman við íslendsku unnustu síni, og hann luttók á NUM fyri sítt íslendska felag. Tí var tað eisini saman við [...] í 1/8-finaluni. Grundarlagið fyri at mennast sum skjúttar er gott hjá ungu skjúttunum. Tey fýra vóru eisini ógvuliga fegin um túrin og hava øll fingið blóð á tonna at royna seg aftur á NUM næsta ár. Góða
Suðuroy og Sandoy 5 og Norðoyggjar 4! Tá ið formansskapurin í Løgtinginum á fundi við tingmenn fyrrapartin í dag fer at umrøða spurningin, hvussu nógv valdømi Føroyar skulu skipast í, fer at verða spælt [...] Í dag fer formansskapurin í Løgtinginum at leggja fram fyri tingið uppskot um, at Føropyar verða býttar í fimm valdømi, har eingin verður eykavaldur. Suðurstreymoy 12, Eysturoy 7, Vágar og Norðstreym 5 [...] spælt út við uppskoti, sum sigur, at talan skal verða um fimm valdømi og bara um valdømisvaldar tingmenn. Tingmannatalið í teimum fimm valdømunum skal verða, sum tað er nevnt omanfyri ella í alt 33. Inntil
um, at skipasmiðjan Mest hevur verið kappingarfør at loysa hesa uppgávuna, og tað er gott fyri bæði føroyska samfelagið og Bakkafrost, at arbeiðið verður gjørt í Føroyum - av føroyskum veitara. Tað siga [...] undirskrivaður av MEST og Bakkafrost. Eftir at skipið er umbygt, verður møguleiki at avlúsa laksin við somu skipan, sum verður brúkt umborð á “MS Martin”. Tað veit heimasíðan hjá Bakkafrosti at siga í dag. Lagt [...] strategiina hjá Bakkafrost at sleppa undan at brúka evnafrøðilig evni til avlúsing. Umframt nevndu útgerð verða fýra kranar settir umborð á “MS Róland”, soleiðis at til ber at gera aðrar tænastuuppgávur
november Frætt er frá Ocean Tiger, at teir hava fingið uppí og eru á veg til Harbour Grace í Newfoundlandi at landa, og teir verða har mikukvøldið. Fiskaríið hevur verið gott hesa seinnu tíðina. Teir royna [...] teimum aftur so at siga fyri næstan hvønn túr. Tað eru ov nógvar rækjur, so virkið klárar ikki at arbeiða undan. Markus kom inn til Aasiat at millumlanda í morgun. 25. november Akamalik kom inn at landa seinnapartin [...] Natarnaq kom inn til Aasiat at landa í morgun. Teir hava um 160 tons inni. Teir vóru herfyri inni í Aasiat og løgdu um tað sama upp. Tá høvdu teir fiskað í ein mánaða tilsamans gott 500 tons. Steffen C er inni
skotið upp, at tað skal vera ein bindandi veðurlagslóg, har vit hava skyldu at fylgja lógini og harvið minka um útlátið. Og tað mugu vera avleiðingar, um vit ikki gera tað. Um ikki annað at verulig átøk [...] Og tí atkvøddi Javnaðarflokkurin ikki fyri honum. Tað er ikki nóg gott at samtykkja ein veðurlagspolitikk, sum onga broyting fremur. Tað eru bara orð. Ongar gerðir. Vit vildu havt, at lógaruppskotini, [...] veðurlagspolitikkinum í tingið. Men tað gera tey ikki. Og tað er ikki sannlíkt, at verulig átøk verða gjørd á veðurlagsøkinum við hesi samgonguni. Í veðurlagspolitikkinum stendur, at nógvar ætlanir eru fyri framman
verið stórur hetta seinasta árið, og her vænta tey, at vøksturin í umsetninginum fer at halda fram í ár. Tey vænta tó ikki, at arbeiðstørvurin í tænastuvinnunum fer at verða enn størri í ár. – Jaligu metingarnar [...] størri byggiverkætlanir fara at verða lidnar um somu tíð í hesum árinum. Tí væntar byggivinnan helst, at tørvurin á arbeiðsmegi verður nakað minni, hóast tað framvegis fer at verða stórt virksemi í byggivinnuni [...] fatast sum, at byggivinnan væntar, at virksemið fer at minka stórvegis í nærmastu framtíð. Hetta skal heldur tulkast í ljósinum av gongdini seinastu árini, støðuni í løtuni og útlitunum fyri, at fleiri størri