Nú eiga djúpvatnstrolararnir at fáa kvotuna í Barentshavinum, sum annars hevur verið seld á uppboði.
Tað heldur Henrik Old, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin.
Og nú fer hann at spyrja Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnuni, um nøkur ætlan er um tað.
Hann vísir á, at í ár er ein kvota í Barentshavinum upp á 2312 tons, seld á uppboði, men nývalda samgongan hevur kunngjørt, at skipanin við at selja kvotur á uppboði, skal takast av.
Henrik Old vísir á, at nú eru bara fimm djúpvatnstrolarar eftir og høvdu teir fingið hasi 2312 tonsini í Barentshavinum, hevði tað verið eitt gott íkast hjá teimum.
Harumframt hevði tað gjørt stóran mun hjá flakavirkjunum at fingið hesi tonsini landað í Føroyum.
Seinastu árini hevur úrslitið hjá teimum annars ikki verið nakað serligt, og sum støðan er nú, eru einans fimm djúpvatnstrolarar eftir, sigur hann.
– Fyri teir fimm trolararnar, sum í løtuni eru í rakstri, hevði tað givið einar tríggjar túrar til hvønn trolara, og tað hevði munað í rakstrinum, sigur Henrik Old.