Í dag fer formansskapurin í Løgtinginum at leggja fram fyri tingið uppskot um, at Føropyar verða býttar í fimm valdømi, har eingin verður eykavaldur.
Suðurstreymoy 12, Eysturoy 7, Vágar og Norðstreym 5, Suðuroy og Sandoy 5 og Norðoyggjar 4!
Tá ið formansskapurin í Løgtinginum á fundi við tingmenn fyrrapartin í dag fer at umrøða spurningin, hvussu nógv valdømi Føroyar skulu skipast í, fer at verða spælt út við uppskoti, sum sigur, at talan skal verða um fimm valdømi og bara um valdømisvaldar tingmenn. Tingmannatalið í teimum fimm valdømunum skal verða, sum tað er nevnt omanfyri ella í alt 33.
Inntil á valinum í dag fyri tveimum árum síðani var landið býtt sundur í sjey valdømi. Nú verður skotið upp, at talan skal verða um fimm valdømi. Umframt gamla Suðurstreymoyar valdømi verður Kollafjørður við í Suðurstreymi, sum harvið fer at fevna um alla Tórshavnar kommunu.
Gamla Norðstreymoyar valdømi ? burtursæð frá Kollafirði ? er ætlanin at leggja saman við Vága valdømi. Eysturoy verður eitt valdømi, Norðoyggjar vera eitt valdømi, og eitt valdømi verður sunnanfyri Skopunarfjørð. Talan verður altso um valdømi, sum fer at fevna um gomlu Suðuroyar og Sandoyar valdømi.










