seinni royndi Mikkjal Thomassen seg við skoti, sum Magni Hentze bjargaði framúr væl. Hann kláraði tó ikki at halda bóltinum, sum endaði beint hjá Jákupi á Borg, sum hevði lætt við at økja til 2-0. Og bert tveir [...] TB-verjan fekk sær ein blund, og púra leysur kundi Jákup á Borg leggja heimaliðið á odda 3-0. Og fýra minuttir seinni var tað Allan Manai, sum við eini vakrari detalju, har hann lyfti upp um ein TB-leikara og [...] smekkaði í málið, økti til 4-0. So var linjan av álvara løgd, og TB-liðið, sum var nógv skert til dystin, var longu runnið fullkomiliga um koll av vælupplagda B36-liðnum, sum ikki hevði Jens Kristian Hansen
tíðunum, so kann tað væl fara at vera, at í hvussu so er fýra bátar fara at kappast um samlaða sigurin í hesum kappróðrarárinum. Tað vóru fimm sekund millum Snopprikkin, sum vann, og Gongurólvin, sum endaði [...] m. Men so var tað, at Snopprikkur, sum hvalbingar eiga, men sum í ár er mannaður við fólki úr høvuðsstaðnum, av álvara tók sær um reiggj í endaspurtinum. Tað var ikki sum í søgnini um tann, sum báturin [...] við Sølmund, sum lá mitt úti á, so var tað kanska ein fyrimunur fyri Snopprikkin og Hósvíkingin, at teir báðir lógu vestastir og tískil fyrst fingu lívd fyri útnyrðingslotinum, sum ikki var so heilt lítið
við at vera millum børn hon kennir. Tað verður somuleiðis ein praktiskur trupulleiki, tí skúlarnir hava ikki somu frídagar, tiltøk og annað. Felags upplivingar, sum systkini kundu havt, so sum jólahald [...] við børnini. Eg skilji ikki, at tað skal vera so trupult at loysa málið til fyrimuns fyri børnini. Tað er so lætt hjá býráðspolitikarunum at játta pengar til ein graslíkisvøll til dømis, men her eru tey [...] býráðsins síðu var Brúniskúli mettur at vera ein neyðloysn, og foreldrunum at børnunum varð sagt, at arbeiðast skuldi við hølisviðurskiftunum í vesturbýnum, soleiðis at ein loysn varð funnin. Men ístaðin fyri
mong við mær, sum fegnast um, at vit nú loksins eru komin so langt, at hettamál, sum hevur elvt til so stóran skaða í Føroyum, og sum hevur eitrað viðurskiftini millum Føroyar og Danmark so illa, at tað [...] sundur. Stevnuhaldið og fólkafundurin kann vera ein tílík løta, sum harafturat gevur stevnuni eitt veruligt innihald, ið støðugt verður endurnýggjað, so hvørt sum mál verða rokkin. Tey, ið stríddust fyri [...] høgt tær dygdir og tað áræði, sum fólkið her norðuri hevur víst, serstakliga tey seinastu truplu kreppuárini. Eitt tíðarskeið í søgu okkara, sum rakti øll tey serliga meint, sum høvdu hjallin og inntøkugr
ikki at tvinnast saman. -Tí tað var so umráðandi, at vit fingu eina avtalu, sum var so virðilig, at vit varðveittu okkara stoltleika og aftaná tordu at kennast við at vera føroyingur. Vit skulu ikki hava nakað [...] skuldi trúð tí! Góð avtala Jóannes Eidesgaard heldur annars, at avtalan, sum nú er gjørd, í mongum førum er ein sera góð avtala. -Ein kann siga, at tíðin var búgvin til at fáa eina góða avtalu. Tað hevur verið [...] at fáa eina avtalu, tá ein hugsar um, hvussu neyv stýringin var á tí føroyska samfelagnum, tá ein sum javnaðarmaður var í Danmark til samráðingar í 93 - við teir somu menn, sum nú sita við samráðingarborðið
umvala skipið, so at tað kundi brúkast til ymisk mentunartiltøk, meðan tað lá í sjónum og hetta vísti seg at vera skilagóð loysn. Tí síðan Høganes varð tikin í nýtslu, sum »mentunarskip, so hava verið nógv [...] og virðiliga afturgoldið. Samstarv við Norðurlandahúsið Sum nevnt omanfyri, so er Høganes at rokna sum mentunarstaðið í Runavík. Páll Rasmussen, sum er formaður fyri Høganesi sigur, at teir hava eitt serstakliga [...] Hetta er eitt afturvendandi tiltak, sum hevur verið fast nú í fleiri ár. Páll Rasmussen sigur: ? Vit hava ókeypis kaffi og køkur, men so stilla vit ein kagga fram, sum fólk kunnu lata pengar í, um tey hava
eina ungdómsnevnd, sum m.a. skal taka sær av hesum uppgávunum. Tað eru mest foreldur sum eru virkin her. ? Eitt annað mál sær eisini út at stinga seg upp hjá okkum. Hetta er tó ein positivur trupulleiki [...] kappróður. ? Vit hava ikki enn nátt teimum málum sum vit hava sett okkum, tá ið tað ræður um fótbólt, hóast vit eru komin eitt sindur ávegis. ? Tað sum vit ynskja, er at byggja arbeiðið upp innanifrá. [...] Tað er, at vøllurin verður meir enn 100% nýttur. Tað gongur sum nú er, men eg veit ikki hvussu tað verður í framtíðini. Felagið skal vera sjónligt ? Ætlanin hjá okkum er eisini at gera felagið meir sjónligt
teir hava ikki so nógva tíð at gera nakað við teir gomlu motorarnar. Tað kann tó vera at onkur annar í familiuni fer at gera nakað við motorarnar. - Trupulleikin er eisini tann, at tað eru bara teir eldru [...] Motorarnir, sum Olivar hevur savnað saman, standa ymsastaðni í Runavík. Onkur stendur í onkrari byngju, og onkur stendur inni. Keypt motorar í Danmark Áhugan fyri motorum hevur Olivar havt mest sum alt sítt [...] sítt lív. Longu sum 12 ára gamal byrjaði hann at arbeiða í smiðju. Fyrstu árini arbeiddi hann á Skála, og í eini 12 ár sigldi hann sum motorpassari. Seinni flutti hann til Runavíkar. Í 1965 byrjaði hann fyri
hesum starvinum. Tá kom ein bólkur uppá 48 fólk. Tað ráddi bara um at fáa sum frægast burturúr. Ikki minst at finna sengur til øll - og tað er ikki altíð so einfalt, tá ið bara 45 seingjarpláss eru á heiminum [...] Avloysari, valstríð og familia Ein kann roknað við nógvum ymikum, tá ið ein er fyristøðumaður á einum sjómansheimi. Nakað tað sama er kanska eisini galdandi í Tinganesi - tó á ein heilt øðrvísi hátt. Nýggi [...] kundar, sum ynskja at gista á sjómansheiminum, skulu fáa tað betri, stendur tað til Sámal Petur. - Summarhálvárið heldur fyri ein stóran part lív í sjómansheiminum, og tí vilja vit gera so nógv sum til ber
ið ikki eru sum tey eiga. Sum heild eru fólk ov bangin at taka støðu í slíkum viðurskiftum. Hvussu er eftirlitið við fólki, sum man av ávísum orsøkum hevur illgruna um ikki makta uppgávuna sum foreldur? [...] er tað barnaverndin, sum hevur eftirlit við børnum og kann til dømis seta stuðul í heimið ella eftirlitsverju ella hjálp á annan hátt, men í fleiri førrum er einki eftirlit sum so, sjálvt um man veit um [...] ni soleiðis at tey síggja tekin um vanrøkt. Ein loysn kundi verið, at vit høvdu eina professiónella barnavernd í Føroyum, sum so hevði kontaktpersónar, sum eru skúlaðir til endamálið, úti um landið.