skeringar og tær eru allar instrumentalar. Helmingurin er andaligur tónleikur og helmingurin klassiskur. Og tað sjáldsama við fløguni er, at fagottin verður brúkt sum sololjóðføri á øllum løgunum, og tað er [...] til mín, og hava biðið meg tikið tað upp, sum eg spældi. Nú havi eg gjørt tað, og týsdagin kemur fløgan út, sigur hann. ? Fløgan er friðarliga, og eg havi brúkt tónan hjá tí grátandi einkjuni og ikki klovninum [...] fagottina fram sum sololjóðføri, sigur Jógvan Zachariasen, sum er einasti føroyski fagottspælarin. Fagott er eitt stórt træblásiljóðføri, og verður bæði kallað klovnurin í symfoniorkestrinum og tann grátandi
Árni Olafsson og Frank Berman, skuldu hava samband við hvør annan og avtala nýggjan fund, um og tá teir hildu ráð vóru fyri tí. Kann fara báðar vegir Enn hevur so eingin fundur verið, og tað røkist heldur [...] tí umstrídda Hvíta økinum, kann útleggjast bæði sum fyrimunur og vansi fyri føroyingar. Og soleiðis kann ein helst halda fram við at gita og meta um tær ymiskur støðurnar, sum partarnir koma í, antin trætan [...] kann ganga báðar vegir, og nettup tí eru partarnir ikki serliga hugaðir fyri at lata málið til ein triðja part at avgera. Ein óloyst marknatræta, sum hevur við sær, at leiting fer fram langt inni á føroyska
neyvan at bera til, sigur hann nú við blaðið og vísir til at fundir verða í Norðurlandaráðnum í næstu viku og verða ikki færri enn fimm landsstýrismenn og tríggir tingmenn við á fundunum í Finlandi. -Teir [...] fyrr enn vikuna eftir tvs. 25. november. Hetta merkir, at ein 2. og 3. viðgerð av máli-num kann í fyrsta lagi vera millum jól og nýggjár og helst ikki fyrr enn eftir nýggjár. Úr Tinganesi frættist í gjár [...] hon hevur verið løgd fram fyri almenningin sigur Árni Olafsson, at ein kann undra seg yvir, at so lítið hevur verið tosað og skrivað um hana. Frágreiðingin er jú full av upplýsingum og tilráðingum, so har
sum dag og dagliga hevur verið at hoyrt og sæð í fjølmiðlunum. Men sjálvt um somu fjølmiðlar yvir fyri tí føroyska veljaranum, ferð aftaná ferð hava sett bæði løgmann, landsstýrismenn eins og samgongu [...] síggjarar og lurtarar hava krympa tærnar av berari skomm, so hava somu politikkarar látist sum einki. Ongantíð er ein sovorðin miðvísavnan við hundraðtals av starvssetanum í miðøkinum farin fram, uttan at [...] røkkur longri enn so, hví ikki gera sum teirra floksbrøður í Amerika og privatisera sjúkrahúsverkið. Tá hevði kjarnan í fólkaflokkinum og teirra fólkatrygging komið væl við. Men hvussu við teimum 10-tals
í nýggj skip. Trupulleikin í fiskivinnuni er fyri mær tvídeildur. Annar er at fáa fortan og vinnuna sum heild, og hin - sum er minst líka umráðandi - er at fáa lønsemi í vinnuna. Hesir báðir trupulleikar [...] landi, so rinda føroyskir fiskimenn yvir 200 mió. kr. í skatti, og bert partur av hesum verður latin úr aftur landskassanum til minstuløn og annan stuðul. Fingrarnar burt Landskassin nýtist ikki at geva [...] geva vinnuni nakrar stuðul, um landskassin letur vera við at taka frá vinnuni, og eg spyrji, hví taka inn við høgru og geva út aftur við vinstru hond. Nei, latið okkum halda fingrarnar burt, latið fiskimenn
málnevndirnar í hinum Norðurlondum og býður teimum hjartaliga vælkomnum til fundar í Føroyum við vón um fródligar fyrilestrar og umrøður um evnini mál og miðlar og mál og kyn. Tað er søguligt, at fyrsti ársfundur [...] enn júst nú, ið »altjóðan« og »heimskringing« eru hugtøk, ið troka javnt og samt á. Nú kann tann tykja lítil, ið fyrr var málsligt stórveldi her um vegir. Nú ræður um seming og áralag. HEINTA - HENTA Hetta [...] við stórum støvum framman á einum av bløðunum, og í greinini inni í blaðnum, sum víst varð til, stendur, at »Fiskavirking er sloppið at standa sína roynd«, og har standa eisini endurtikin orðini á framsíðuni:
sangir eru tiknir við og sungið verður bæði á føroyskum og útlendskum. Umframt at syngja sum kór burturav, sleppa eisini solistar framat, og manskórinum vant, er javnvág millum tað nýggja og tað gamla. Fleiri [...] í 20?unum var heitið føroyskað til »Tórshavnar Sang- & Musikkfelag« og seinni broytt til »Havnar Sangfelag«. Í fýratiárunum og fram til 1957 var Gunnar Mikkelsen leiðari hjá Havnar Manskór, sum tað kallaðist [...] serstøk høvi, at manskórsangur hoyrdist í Havnini. Í sekstiárunum og fram til áttatiárini vóru bert tvey almenn kór í høvuðsstaðnum, og vóru tey bæði blandað. Talið ferfaldaðist Fyrst í 80?unum kom ein
dygd og spjøldur ? og um at smakka vín. Borðhald kl. 19-22: Borðhaldið verður sera áhugavert og leskiligt sjálvtøkuborð við ymsum verðum (rættum) úr teimum átta vínlondunum. Jonnhild Janusarson og Marianna [...] kr., borðhaldið 150 kr., borðhaldið og dansurin 200 kr. og dansurin 60 kr. Sunnudagin 16. nov.: Fernisering kl. 15-17: Listamaðurin Jens í Dali sýnir fram málningar og tekningar. Føroyska Listafelagið í [...] í Keypmannahavn, sum skipar fyri, bjóðar vín og juice. Týsdagin 18. nov.: Døgurði kl. 17.30: Tvøst og spik og eplir. Kaffi og pannukøka omaná. 60 kr. Bingo - bingo kl. 19-22: Umframt nógvar aðrar góðar
aldarskiftið og fram ímóti seinna heimsbardaga. Fólkið livdi saman við og stríddist ímóti náttúrukreftunum. Og havið bæði gav og tók. Lívið var eitt satt knoss. Tey vóru glað, tá byrðurin var góður, og tey bóru [...] smáttu og til borg, og sum broytti lagnuna hjá so mongum og boygdi mangan ungan og lívsfúsan føroyingin. Vit hava hoyrt um tey, sum sóu tað sum sína lívsuppgávu at fáa bilbukt við tuberklarnar, og tað verður [...] undir Íslandi, vóru Sigga og børnini í Svínoy og ferðaðust hjá familjuni. Har fingu børnini kikhostan, og henda lítla fekk eisini lungnabruna og doyði. Hon varð grivin í Svínoy, og tað vóru ikki góð boð at
mannin í fýra vikur, og hann skuldsettur fyri harðskap, ið førdi til deyða. Í gjár vóru tær fýra vikurnar úti, og tí var nýggjur rættarfundur. Á hesum rættarfundinum legði ákærin fram frágreiðing við nøkrum [...] tingi. Tað kom fram á rættarfundium í gjár, at frágreiðingin hjá manninum ikki samsvarar við tað, sum vitni ahva sagt. Ákærin kravdi at fáa mannin varðhaldsfongslaðan í fýra vikur aftrat, og at hann verður [...] verður mentalkannaður eins og persónligu viðurskiftini hjá manninum eisini verða kanna. Verjin mótmælti, men dómarin eftirlíkaði í úrskurðinum, at maðurin skal mentalkannast og varðhaldsfongslast fýra vikur