Og tað tænir mótpartinum. Tekur øll sjálvstýrisrørslan einaferð eitt rimmar tak í felag, so munar. Ein góð roynd kann vera, at stilla upp í felag - á einum lista 11. mars. Tí sambært veljarakanningini herfyri [...] fáa bæði umboðini vald 11. mars í 1998. Tað hevði skapt djúpa virðing fyri tjóðskaparrørsluni, og kanska givið fólki eina vón um bjartari framtíð. Hanus Pólsson Vang
verða seld, um ikki ein lagaligari skipan viðvíkjandi íløgustuðlinum verður vald í staðin. Út frá teimum upplýsingum vit hava, fer hetta at hava vanlukkuligar avleiðingar fyri Vestmanna bygd, tá skip okkara
um, at kollfirðingar eiga ein sera evnaríkan sangfugl í tí ungu Súsannu Madsen. Hon sang sangin »Unbreak my heart« hjá Toni Braxton. Súsanna sang sangin so mikið væl, at ein skuldi næstan hildið, at tað [...] eggjandi rørslum til tónleikin. Tað var meira enn ein genta, ið noyddist at skúgva undir drongin hjá sær, so at hann ikki heilt gloymdi hana! Tað var kanska eitt sindur óheppið, at summir av mannligu áskoðarunum [...] var kanska ikki tað besta, sum skipað hevur verið fýri her á landi, men tað skal eisini havast í huga, at atgongumerkið bert kostaði 100 krónur. Hetta er ikki nakar høgur prísur, tá ið eisini ein útlendskur
og nógvur vindur er á parkeringsøkinum hjá Hotel Føroyum. Ikki so, tað er ikki nakað óvanligt fýri ein leygardag í februar. Men inni í fjálgu forhøllini á gistingarhúsinum sita nakrir heldur sjáldsamir [...] Girls? Vit hava upptraðkað í 1 ár, men vit hava verið longri saman. Okkara fýrsta stóra uppgáva var ein sáttmáli á Mallorca, har vit vóru í heilar tríggjar mánaðar. Nakrar av okkum dansaðu saman, áðrenn [...] Vanligt er tað so, at slíkir lættisoppa bólkar bara eru frammi í heilt stutta tíð við bert einum ella kanska tveimum »hittum«. Tað, at eftirspurningurin eftir teimum er so stórur, førir við sær, at eftirsp
Dahls umseting tykist Hans. J. Joensen eisini at hava, tá hann í »Víða um« sigur, at: »man eigur kanska at ganga eitt sindur nærri tí talaða málinum í dag, enn hvat man gjørdi tá« . Tó vita vit, at Victor [...] týðing av parti av bíbliuni og tí dygdargóða arbeiði, ið hann legði úr hondum. Hevur umseting Victors ein góðan málbúna? Tá umseting Victor Danielsens kom út í 1949, megnaði hann at geva okkum eina bíbliu [...] at hon er ring at kritisera. Vit kunnu leggja afturat, at umseting Victors Danielsens, sum bleiv ein fólkaogn, hevur havt eina ómetaliga góða málsliga ávirkan á føroyskt talumál. Hevur Victor einki rós
Hetta er ein misskilt roynd at gera ævintýrini hjá H. C. Andersen spennandi fyri nýmótans børnum. Verður klikt á prinsin í Prinsessen på ærten, verður hann til ein punkara, verður klikt á ein vasa, kemur [...] kemur ein dukka fram, hermaðurin fer at hoppa band við leinkjuni, sum hundurin hevur um hálsin, tá klikt verður á hundin í Fyrtøjet, o.s.fr. Ógvuliga skemtiligt kanska, men tað hevur einki við søguna at [...] tað ikki upplivilsi stuttligari og meiri avbjóðandi enn at flyta millum sv-rásirnar, so er ein góð bók og ein lenistólur heilt greitt at viðmæla í staðin.
jøvnum føti, og sigur hann seg vera samband við Javnaðarflokkin á hesum øki. Men Finnbogi Arge var ein borgarligur politikari, tá hann varð valdur á ting, og hann er borgarligur enn, sigur hann. Tí hevur [...] Jacobsen sigur við Sosialin í dag, at hann ikki stillar uppaftur, men vísur tó ikki aftur, at hann kanska seinni aftur fer at fáast við politikk. Kristian Magnussen, sum er uttanlands í arbeiðsørindum, hevur
Eg ætli mær at taka tað heilt róligt hesaferð - kanska fyri fyrstu ferð í lívinum, og sum eg havi sagt fleiri ferðir, so stilli eg ikki upp. Hetta sigur ein avgjørdur Óli Jacobsen. Óli Jacobsen er ikki hvør [...] okkin, sum gjørdi, at Óli Jacobsen fór saman við Ingeborg Vinther í Verkamannafylkingina. Var tað ein røtt avgerð? ? Hevði Javnaðarflokkurin tá verið so klókur, sum hann er í dag, so hevði tað ikki verið [...] hevur hann aðra hugsan: ? Hatta samstarvið er farið, og tað rættast ongantíð uppaftur. Har er bert ein lítil sekt eftir, sum ongantíð fer at fáa politiska ávirkan. Óli Jacobsen vísir eisini á veljarakanningina
áðrenn felagið er farið at tekna limir av álvara, hava einir 150 bátseigarir meldað seg í felagið. Kanska er tað skeivt at kalla tað eitt nýtt bátafelag, sum varð stovnað leygardagin. Fyrr var eitt bátafelag [...] mitt í sjeytiárunum. Og tað var hetta felagið, sum varð endurstovnað á fundinum leygardagin, sigur ein av stigtakarunum, Øssur Hjalt í Havn. Hann sigur, at av tí, at talan var um at endurstovnað eitt gamalt [...] fer felagið at fáa góða undirtøku. Felagið hevur ikki gjørt nakað serligt fyri at fáa limir. Men ein listi hevur ligið frammi og tað hava longu næstan 150 limir teknað seg. So roknað verður við nógvum
Næmingarnir siga víðari, at hetta hevur verið ein sera strævin, men spennandi og lærurík tíð, sum tey ikki høvdu viljað verið fyri uttan. Ein kundi kanska trúð, at eitt tílíkt arbeiði hevur ávirkað vanligu [...] byrjaði við, at tey,tá tey vóru upptikin á skúlan, fingu ein fyrispurning frá leiðslu skúlans, ið spurdi, um tey høvdu áhuga fyri at koma í ein flokk, sum skuldi stovna síni egnu virkir í skúlaárinum. [...] luttaka í einum projekti, ið á føroyskum verður nevnt Ungt Virki. Á Føroya Handilsskúla í Havn er ein flokkur, F3, sum eisini tekur lut í projektinum. Tey hava síðan tíðliga í heyst stríðst við at gera