skal landsliðið fyri fyrstu ferð í hesi EM undankappingini royna seg á heimavølli. Tá kemur Kekkia fyri aðru ferð á Svangaskarð, og við avrikinum í Sarajevo í fyrrakvøldið í huga, so stendur Allan Simonsen [...] korterið, komu ikki. Tætt í borðunum og mitt fyri Í báðum borðunum spældu menn, sum ikki hava verið á hesum plássunum ofta. Pól Thorsteinsson hevur ongantíð áður verið vongverji í høgru, og Henning Jarnskor [...] hálvan tíma var við í uppspælinum til eitt tað frægasta føroyska álopið, sum endaði við, at hann heilfluktaði við síðuna av, hevur ikki verið í byrjunaruppstillingini síðani 20. august í fjør, tá hann røkti
Eyðálv, men eitt gott boð man í øllum førum vera Viggo Johannesen, sum hevur verið inni í 1. deildarhitanum fyrr í ár. Tað var málríkt í fjør, tá B36 vann 8-3 á ÍF í Gundadali. Í 1996 vann havnarliðið 4-0 [...] upp á spæl, tá klaksvíkingar í morgin fara út í Runavíkina. Hjá KÍ er tað í fyrsta lagi møguleikin fyri framhaldandi at vera við í FM kappingini, sum stendur uppá spæl, og í øðrum lagi er møguleiki fyri [...] Andrew av Fløtum og Súni Fríði Johannesen. Magni á Lakjuni hevur í seinastuni verið í álopinum fyri Andrew, men fuglfirðingurin er í løtuni í ferð við at flyta heim úr Danmark og verður ikki við hesaferð
samstarvs á øllum økjum. Og hóast partamaðurin Óli Breckmann heldur vit eiga at seta norðmonnum ávís krøv afturfyri samvinnu á oljuøkinum ætlar løgmaður sær ikki út í nakran býtishandil Talan er um eina sera [...] verða gjørt meira ítøkiligt við samarbeiðið millum lond í Útnorði og her m.a. millum Føroyar og Noreg. Hann vísir á, at tað verða fleiri fundir í heyst millum londini, ið miðja móti tí sama - størri samvinnu [...] hava ikki verið nóg samstarvssinnaðir. Nú um dagarnar skrivaði formaður fólkafloksins á tingi, Óli Breckmann í Dagblaðnum, at løgmaður eigur at vísa norðmonnum, at føroyingar eru ónøgdir við samvinnuna higartil
tá, tað hevur verið í 1979, sigur Ria. - Ria setti meg eisini í samband við sjónleikarafelagið í Kvívík. Ein sjónleikarastevna var í Kvívík, eg haldi í 1986, har øll sjónleikarafeløg í landinum luttóku. [...] Axel og Margreta Tórgarð búgva nú í Havn og í hugnaligu húsum teirra hittu vit Súsonnu, Riu og Hans Tórgarð. Súsonnu og Riu hava vit nú í mong ár sæð sum leikarar í Grímu og Hans hevur eisini verið við [...] barnaárini í Kvívík fingu ein enda. - Ja, so fór eg til Havnar. So kom eg eitt sindur í Sjónleikarhúsið og í kvøldskúla hjá Grímu. Tað var fyrst og fremst har, eg byrjaði at læra um sjónleik. Eg kom í samband
búgvin til at umsita eina slíka skipan. Partar av reglum og lógum eru longu í gildi í Føroyum, meðan vit mugu tillagað aðrar skipanir. Í almennu viðmerkingunum sigur nevndin at líkamikið hvørja leið føroyingar [...] skulu Føroyar samstarva við ES? Hetta er ein spurningur, sum hevur leikað í høvdinum á bæði politikarum og vinnulívsmonnum her heima í nógv ár. Tengt at hesum spurninginum er eisini spurningurin um hvørt [...] Løgtingið hevur sagt sína hugsan og tað er eitt greitt nei, men manningin í tinginum broytist, og tí er ikki vist, at tingmanningin í dag hevur somu hugsan sum fyrr. Einstakir flokkar hava eisini gjørt eitt
litir ljós o.a.. Í fjør lærdu vit tekning, myndahøgging og at arbeiða við málningum, sigur Elin Smith. Eivindur sigur, at hjá honum er einki at ivast í: Hann er naturalistur. Undirvísingin í fjør hevur snúð [...] skapandi í umhvørvinum, har hann býr í Havn. Eg eri nú 54 ára gamal, og helt, at lívið hjá mær varð steðgað upp. Eg fekk við hesum høvi eitt nýtt lív og aðrar møguleikar, og havi fingið innlit í annan heim [...] Listafólkini hava so mikið nógv at bjóða fram, at báðar hæddir í Smiðjuni eru tiknar í brúk. Tilsamans eru einar 50 myndir, harav Elin eigur tær 20 og Eivindur 30 verk. Mikudagin 26. august kl. 14 er
var føddur í ¡arstovu í Havn hin 26. Februar 1881, andaðist á Landsjúkrahúsinum hin 31. august 1948, 67 ára gamal. Hanus Andreassen Hanus Andreassen er føddur í Saltangará 1942 og vaks upp í Skúvoy og flutti [...] mál. Í hesum sambandi kunnu nevnast »Othello« eftir Shakespeare (1989) og íTey deyðu« eftir James Joyce (1991). Skeiði 1992-94 var Hanus formaður í Rithøvundafelag Føroya. Hann umboðar Føroyar í norrønu [...] . At enda í fyrilestrinum, reisur Hanus Andreassen spurningin, um hesar hugsanir Janusar hava nakað at siga nútiðar ættarliðum. - Kunnu sjónarmið Janusar tengjast afturat støðuni í Føroyum í dag og hevur
Higartil eru trettan av teimum átjan umførunum í 1. deild í fótbóltslandskappingini farin afturum. Niðanfyri hava vit sett upp, hvørjir spælarar hava fingið reytt kort í hvørjum dystinum, og hvør hevur verið dómari: [...] Tórður Holm, TB. TB-Sumba (Niklas á Líðarenda) Ellivu dómarar hava higartil dømt í 1. deild. Teir eru nevndir niðanfyri, og í klombrum er sett talið á dystum, sum teir hava dømt, og talið av reyðum kortum [...] 6. umfar: Søren Skov Jørgensen, GÍ, og Thomas Birch, Sumba. Sumba-GÍ (Bergur Magnussen) 7. umfar: Óli Johannesen, TB. TB-B68 (Birgir Sondum) 8. umfar: Bartal Eliasen, ÍF. ÍF-VB (Jóhan Carl Dam) 9. umfar:
sum taldi í royndini at vinna sær framhaldandi pláss í bestu deildini. Tann royndin miseydnaðist, og sannlíkið fyri, at meiri enn hundrað ára gamla TB fyri triðju ferð skal tungu leiðina niður í 2. deild [...] Magnar Kjærbæk hevði felt Zoran Pavlovic. Óli Johannesen, sum saman við Pól F. Joensen røkti aftastu miðverjuplássini hjá TB, sendi málverjan í annað borðið og bóltin í hitt málhornið, og so tóktist tað bara [...] teir á Tvøroyri ikki boyggja seg. Moralurin tykist vera í góður, og teir hava framvegis álit á egnum evnum at syrgja fyri neyðugu stigunum, sum í hvussu so er kunnu lyfta teimum av aftasta plássinum og
og gestalærarar halda alt árið skeið á stovninum í Løgumkloster og úti um landið. Hetta er fyrstu ferð, Folkekirkens Pædagogiske Institut heldur skeið í Føroyum, og tað eru rektarin Eberhard Harbsmeier [...] Týsdagin 01. september hava tey skeið við prestunum í Norðurlandahúsinum. Týskvøldið kl. 19.30 skipar Felagið Fyri Kirkjuráðslimir fyri almennum fundi í Norðurlandahúsinum, har evnið verður »Menighedens [...] Evnini fyri fyrilestrunum annars eru m.a. »Samarbeiðið millum skúla og kirkju«, »Hvussu ung uppfata Gud« og »Hví eru ung so upptikin av óndskapi í fjølmiðlunum?« Annars fer rektarin Eberhard Harbsmeier at