brúk fyri tí, fara teirra fólk eisini út at grava á jólum. Landsverk sigur, at tey grava til klokkan níggju á kvøldi har tað er brúk fyri tí. Men tey hava eitt avmarkað tal á maskinum, so tey fáa ikki [...] endamálið, at tað fyrst skal vera trygt at koyra á hesum vegastrekkjunum. Undir vanligum umstøðum skal vera koyrandi á øllum vegum í flokki A frá klokkan seks seks á morgni, men leygardagar frá klokkan sjey og [...] Tað eru rættiliga vanligt, at familjur halda jól saman og sostatt eru tað eisini nógv, sum eru heimanífrá á jólum. Tey allarflestu av teimum skulu heimaftur. Men hesi jólini kann tað verða ein trupulleiki
landsstýrismaðurin upp á Selmar Nielsen, arkitekt, og hansara fólk, sum hava vunnið arbeiðið at gera heildarætlan fyri høvuðsumvælingina av øllum bygninginum og økinum kring hann. Verkætlanin á gamla Frælsinum [...] av gamla skúlabygninginum á Frælsinum eins og gjørt var við gamla Kommunuskúlan. Á Frælsinum í gjár fekk Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, síðani kunning frá SNA um, hvussu tey hava lagt arbeiðið til [...] lestrar- og granskingarbýling, har gamli skúlabygningurin á Frælsinum verður týðandi partur. Nú skal ein samlað ætlan gerast fyri, hvussu bygningarnir á Frælsinum fara at verða brúktir av Fróðskaparsetri Føroya
varð sett á stovn. Leivur Persson, stjóri á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, bjóðaði vælkomin, og Margit Stórá, landsstýriskvinna í arbeiðsmarknaðarmálum, setti ráðstevnuna við at leggja dent á týdningin [...] tosaði um, hvussu arbeiðið eigur at skapa meining og lívsgleði í framtíðar samfelagnum. Eitt høvuðsevni á ráðstevnuni var tað sálarliga arbeiðsumhvørvið. Anna Arnfríðudóttir Andresen, sálarfrøðingur á Arbeiðs- [...] Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, legði fram nýggju kunngerðina um sálarligt arbeiðsumhvørvi, og nógv kjak var um, hvussu arbeiðspláss kunnu arbeiða meira skipað og fyribyrgjandi við sálarligum trivnaði. Trygd
spurningurin Og so var tað hin spurningurin: Hvussu nógv fer blokkstuðulin at minka eftir hesum leistinum? Har má eg svara, at tað velst um inntøkurnar. Hann fer í hvussu so er ikki at minka meira enn tað sum [...] at minna á, at eg í eini blaðgrein um ársskiftið setti honum 15 spurningar um somu viðurskifti, sum hann framvegis ikki hevur svarað. Kanska koma tey svarini í eini komandi grein? Stórur munur á CHE og ABC [...] prosentum av reella inntøkuvøkstrinum av skattum og avgjøldum hjá landskassanum. Hann spyr so, hvussu nógv ríkisveitingin lækkar eftir hesum frymlinum, og hví Sambandsflokkurin hevur undirritað eitt sa
hava lagt á Instagram. Myndin er tikin í Bø, og 15.756 fólk hava »dámt« hana. T. v. s. at tey hava trýst á »like« knøttin, helst tí teimum dámdu myndina. Ein onnur mynd er av krúnprinsafeðgunum á Tórsvølli [...] verður nógv gjørt burtur úr eini vitjan hjá danska kongshúsinum í Føroyum. Og sjávlsagt koma nógv donsk og onnur útlendsk tíðindafólk hendavegin í slíkum føri. Tí miðlarnir renna altíð aftan á teimum kongaligu [...] Instagram. Danska kongshúsið er á Instagram, og nógvar myndir vórðu lagdar út á Instagram frá ferðini hjá krúnprinsafamiljuni í Føroyum. Danska kongshúsið hevur 231.000 fylgjarar á Instagram. Vit taka eina
heimsbardagi hevði á føroyska samfelagið, gevur savnið okkum møguleika fyri at læra um ein part av okkara søgu, sum vit ikki so ofta hoyra um: hvussu foreldur okkara, ommur og abbar og fólk annars livdu teirra [...] læra fyri bæði yngri og eldri. Eisini Sjósavnið á Argjum er til stóra gleði fyri tey mongu vitjandi. At fara á gátt á Sjósavninum letur upp ein nýggjan heim, tí vit sleppa at síggja okkara ríka havumhvørvi [...] Javnaðarflokkurin á Fólkatingi hevur seinastu árini veitt hjálp til at finna fígging til ymsar verkætlanir, til dømis Gamla Hospitalið í Havn. Eg haldi, at ein sessur á Christiansborg millum annað kann
Aftur og aftur verða vit mint á, hvussu ríkt okkara land og samfelag er. Ikki minst í hesi vikuni og hesum vikuskiftinum er so nógv, sum undirstrikar, at mentanarliga virksemið er so stórt, sum tað kanska [...] kappróðurin á vánni í Klaksvík. Hóast kappróður var á Strondum síðsta leygardag, so er FM róður nakað heilt annað, og harvið verður tað ikki fyrrenn leygardagin, at ábendingar verða um, hvussu støðan er [...] at útboðið er fantastiska stórt og spennandi. Og fyri tey, sum kanska ikki kenna seg heima á Norðoyastevnu ella á mentanarnáttini, er enn ein møguleiki í vikuskiftinum. Í Skálafirði verður skipað fyri F
hon til Føroya og hevur búð her síðan. - Hendan russiska kvinnan kennir nógv fólk í Føroyum gjøgnum sítt arbeiði sum yrkisleikari á floytu og undirvísari í hesum ljóðføri, sigur Óli Breckmann. Katja hevur [...] Havnar Manskóri, á teirra vitjan og konsertferð í St. Pætursborg, sum fekk navnið Leningrad eftir kommunistisku kollveltingina í 1917. Í kjaksendingini greiðir Katja Volovelskeja frá, hvussu tað var at vaksa [...] fór Sovjetsamveldið í upploysn. Tað er hendan søgan, sum Katja fer at greiða frá á Rás2 klokkan 16 seinnapartin í dag. Á myndini er hon við føroyskum ferðalagi í St. Pætursborg.
verað neyðugt at brúka fysiskan harðskap fyri at fáa PLO fólk at tala satt, og so var alt á gosi, Gillan skuldi handtakast tá ið hann steig fótin á danska jørð, hann skuldi fyri mannarættindadómstólin, han [...] fótin á danska jørð og tann reyði leyparin bleiv rullaður út. Hesin maðurin hevur tey seinastu 30 árini verið orsøkin til at fleiri túsund ísraelarar hava latið lív. Hesin maðurin hevur so nógv blóð á hondunum [...] undirkúgar tað Palestinska fólki og tað hevur tað gjørt nú í 50 ár og so verað fleiri dømir nevnd um hvussu Ísrael undirkúgar og so ikki at gloyma »torturbøðilin« Gillon sum nú er Ísraelskur sendiharri í Danmark
útvinna ella á annan hátt at gagnnýta grundvatn í Føroyum verið lítið kannaðir. – Ein orsøk er óivað tann, at undirgrundin er bygd upp av basaltfláum, sum gera tað trupult at fáa fatur á vatninum. Kortini [...] boringum, so eisini í grunnu undirgrundini í bygdum øki er nógv vatn. Síðani málsøkið ráevni í undirgrundini varð yvirtikið í 1992, hevur landið havt ræði á allari gagnnýtslu av hesum ráevnum. Ráevni í undirgrundini [...] endamáls at fáa til vegar greiðar reglur um, hvussu og við hvørjum treytum loyvi kann veitast at gagnnýta grundvatn. Til tess at tryggja, at grundvatn verður brúkt á skynsamasta hátt, verða ásettar greiðar