Teir hava heldur ikki frí á jólum

Nógv fólk eru heimanífrá á jólum, men eisini um høgtíðina syrgja teir fyri at fólk sleppa aftur og fram

Tað eru rættiliga vanligt, at familjur halda jól saman og sostatt eru tað eisini nógv, sum eru heimanífrá á jólum. Tey allarflestu av teimum skulu heimaftur. Men hesi jólini kann tað verða ein trupulleiki, tí hann hevur sagt frá, at tað fer at kava.

 

Men hjá Landsverki siga tey, at er brúk fyri tí, fara teirra fólk eisini út at grava á jólum. Landsverk sigur, at tey grava til klokkan níggju á kvøldi har tað er brúk fyri tí. Men tey hava eitt avmarkað tal á maskinum, so tey fáa ikki verið allastaðni alla tíðina. Men endamálið er í hvussu so er at hava allar vegir opnar til klokkan 21 á kvøldi.

 

Í hesum sambandi hevur Landsverk býtt vegakervið upp í flokkar. Í hesum sambandi hava tey A vegir, B vegir, C vegir og D vegir.

 

A og B vegir eru vegirnir har tað er mest ferðsla og tí er endamálið, at tað fyrst skal vera trygt at koyra á hesum vegastrekkjunum. Undir vanligum umstøðum skal vera koyrandi á øllum vegum í flokki A frá klokkan seks seks á morgni, men leygardagar frá klokkan sjey og sunnudagar, og halgidagar, frá klokkan átta.

 

Endamálið er, at yrkadagar skal tað vera koyrandi eftir vegum í flokki B frá klokkan seks á morgni og frá klokkan átta á morgni um vikuskiftini og halgidagar.

 

Vegir í flokki C eru vegir við lítlari ferðslu, og vegir í flokki D eru vegir við næstan ongari ferðslu. Endamálið er, at at tað skal vera koyrandi við lagaligheit á vegum í flokki C. Vegir í flokki D verða bara ruddaðir eftir áheitan og tað skal vera í vanligari arbeiðstíð, eftir at A, B og C vegirnir eru ruddaðir.

 

Sum sagt verðu grivið til klokkan 21, men Landsverk ruddar eisini vegirnir eftir ferðaætlanini hjá Smyrli. So tey kvøldini, hann kemur til Suðuroyar seint á kvøldi, verður eisini grivið eftir klokkan 21. Tað sama ger seg galdandi tá ið flogfør eru seinkað, sigur Landsverk.

 

Niðan fyri er eitt kort sum vísir, hvussu Landsverk hevur flokkað teir ymsu vegirnar í landinum upp á A,B,C og D vegir.

 

##med2##