Tað er Høgni Hoydal, landsstýrismaður, sum hevur lagt uppskotið fyri tingi. Í viðmerkingum til uppskotið sigur hann, at higartil hava møguleikarnir at útvinna ella á annan hátt at gagnnýta grundvatn í Føroyum verið lítið kannaðir.
– Ein orsøk er óivað tann, at undirgrundin er bygd upp av basaltfláum, sum gera tað trupult at fáa fatur á vatninum. Kortini hevur kelduvatn, sum er grundvatn, ið spríkir úr undirgrundini, leingi verið brúkt sum vatnveiting til bygdir kring landið, og fólk hava vitað um heitar keldur í øldir, sigur hann.
Tunlarnir, sum eru gjørdir í Føroyum, hava eisini avdúkað, at tað er hópin av vatni í undirgrundini. Vatn rennur inn í tunlarnar gjøgnum rivur og leyst grýti, og neyðugt er at leiða vatnið burtur.
Síðani farið varð undir jarðhitaboringar í Føroyum fyri eini 15 árum síðani, eru fleiri enn 1000 jarðhitahol borað. Í fleiri førum rennur mongd av vatni í hesum boringum, so eisini í grunnu undirgrundini í bygdum øki er nógv vatn.
Síðani málsøkið ráevni í undirgrundini varð yvirtikið í 1992, hevur landið havt ræði á allari gagnnýtslu av hesum ráevnum. Ráevni í undirgrundini fevna ikki bara um olju, men eisini um grundvatn og onnur ráevni, ið kunnu vinnast úr henni.
Hitin í grundvatninum, sum kann brúkast til orkuendamál, er eisini fevndur av hugtakinum ráevni í undirgrundini, sbr. løgtingslóg um jarðhitaskipanir. Harumframt er gagnnýtsla av grundvatni skipað við løgtingslóg um vatnið í sumbiarbergholinum.
– Tann lógin er í ávísan mun grundarlag undir hesum uppskoti, sigur landsstýrismaðurin.
Løgtingslógin hevur til endamáls at fáa til vegar greiðar reglur um, hvussu og við hvørjum treytum loyvi kann veitast at gagnnýta grundvatn.
Til tess at tryggja, at grundvatn verður brúkt á skynsamasta hátt, verða ásettar greiðar reglur fyri, hvør kann gagnnýta grundvatn, hvussu loyvi verða veitt, loyvistreytir, loyvistíðarskeið og reglur um at taka aftur loyvi.
Reglur um ognartøku til almannagagnlig endamál verða eisini ásettar, so greitt er, at land og kommunur í ávísum førum kunnu ognartaka lendi fyri at gagnnýta grundvatn.
Uppskotið kann lesast í fullari longd á her