Summarið er komið

Oddagrein:

Aftur og aftur verða vit mint á, hvussu ríkt okkara land og samfelag er. Ikki minst í hesi vikuni og hesum vikuskiftinum er so nógv, sum undirstrikar, at mentanarliga virksemið er so stórt, sum tað kanska ongastaðni er í heiminum, tá ið fólkatalið verður havt í huga.

Tað var undir sváru kreppuni í tríati árunum, at tey í Klaksvík tóku seg saman at halda Norðoyastevnu. Stevnan hevur síðani verið mest sum fastur fúsur at boða frá sumrinum, og í framsýningum, fólkafundum, andaligum samkomum og ítrótti er tað framúr, hvat tað verður avrikað í Klaksvík.

Tað kann væl vera, at tey, sum hava sína dagligu gongd har norðuri, ikki duga at síggja og harvið at skatta, hvussu ríkt mentanarlívið er. Men tá ið tað ber til at fara til Klaksvíkar tríggjar ferðir næstu vikurnar at vera við til stórfingin tiltøk, so boðar hetta frá arbeiðssemi og hugflogi, sum eru framúr.

Leygardagin verður fyrsti FM kappróðurin á vánni í Klaksvík. Hóast kappróður var á Strondum síðsta leygardag, so er FM róður nakað heilt annað, og harvið verður tað ikki fyrrenn leygardagin, at ábendingar verða um, hvussu støðan er.

Samstundis sum klaksvíkingar leggja síðstu hond á fyrireikingarnar til Norðoyastevnu, so arbeiða teir eisini við bæði festsivali og sjómannadegi! Og so eigur at verða lagt aftrat, at hesa ferð hava teir lagt truckerfestivalin saman við Norðoyastevnuni.

Norðoyastevnan ber boð um summarið. Í høvuðsstaðnum hava tey seinastu árini skipað fyri mentanarnátt fyrst í juni mánað. Skráin boðar frá, at útboðið er fantastiska stórt og spennandi. Og fyri tey, sum kanska ikki kenna seg heima á Norðoyastevnu ella á mentanarnáttini, er enn ein møguleiki í vikuskiftinum. Í Skálafirði verður skipað fyri Fjarðafestivalinum!

Árstíðirnar halda sína ringrás, og veðrið ræður sær sjálvum. Næstu vikurnar eru fyritreytirnar hjá myrkrinum vánaligar, og hesar seinastu vikurnar hevur veðrið verið framúr. Tað ber við sær, at lagið er gott, og at trongdin til at sleppa út at heilsa upp á fólk og at vera við til at skapa góðan hýr verður størri.

Grundarlagið undir mentanarvirkseminum verður lagt í gerandisdegnum kring landið alt. Skúlarnir røkja sín stóra setning, musikkskúlarnir hava víst seg at vera framúr íkast, ítróttarfeløgini, skótarnir, sjónleikarafeløgini, ítróttarfeløgini, talvfeløgini, listafeløgini, sangkórini - og vit kundu hildið fram – eru við til at styrkja sannleikan undir orðunum hjá Bernhardi Brim, sála, tá ið hann í kvøðuni til Klaksvíkar sigur, at “her er menning og nørandi gróður”.

Gott summar ynskja vit øllum!