teir við soppinum í neðra. Tað fyrsta eg minnist, skóru teir bøkkarnar niðurfrá. So kundu teir skera 1 til 3 breiddir av torvi. So løgdu teir bøkkarnar niður yvir aftur, fyri at tað kundi grasa aftur. Tá [...] koma fyri. Hendi tað, so lagaðu teir uppí bakkar, so frysti tað bara uttan. Teir skóru nógv torv, frá 100 uppí 150 leypar fyri húsarhaldið. Tað var nógv svart at síggja, tá ið alt torvið var útbreitt i haganum [...] lagt í buntir. Tað var rópt hólgar, sum blivu brúktir at tekja við. Men teir hildu ikki leingi, ein 1-2 ár. So lá kornið í hjallinum, til fjallið var liðugt, tá skuldi tað turkast i sornhúsinum. Tað varð
fest longu 16 ára gamal. Hann bað um at sleppa við fyri egna rokning. Ferðalagið fór úr Føroyum tann 1. juli 1839 við skipi hjá einahandlinum. Tann 5. juli vórðu teir settir av í Leirvík. Tað fyrsta Pløyen [...] sum var knýtt saman, tá hon var sett, soleiðis sum føroyingar gjørdu nógv ár seinni. Tilsamans vóru 1.200 húkar á línuni, sum strekti 5.000 favnar. Hetta var munandi effektivari enn okkara snørisveiðu [...] sóu ikki land. Uttan kumpass og uttan at duga navigatión funnu teir leiðirnar, har línan varð sett á 100 favna dýpi. Línan hevur søkk og flot, og eftir nakrar tímar varð línan drigin aftur, og teir fóru aftur
18 dagar síðan vit fóru úr Bangkok og enn liggja vit og krússa millum oyggjarnar her í Sundahavinum. 1. oktober Í dag er ein stór hending. Eg havi rakað yvirskeggið, tí eg síggi, at hinir gera tað sama. [...] dagar. Vit lógu til akkers í eitt samdøgur, fingu vatn og reinsaðu uttanborða. 17. oktober Apan hjá 1. stýrimanni datt fyri borð og druknaði. Tað var kanska líka frætt fyri hana. Hon hevði uttan iva seinni [...] merkist einki til nakað. Springarar fylgja skútuni í hundraðtali. Nú hava vit loddað. Dýpið er 100 favnar. Himmalin er ljótur, og manningin óttast veðrið, ið er væntað. 14. januar Endiliga eru vit í
sjálvdrátti. Lillie var ein skonnart, sum Kjølbro keypti í 1929 saman við Malvinus í Vátutoft. Hon tók 1.100 skippund. Skipari var Sigmund í Kunoy, Sigmund Heinesen. Túrurin var merktur av trupulleikum frá [...] og mær vóru ikki taldir tá. Nú eri eg einsamallur eftir av okkum trimum. Eisini sigur Prædikarin 12, 1: “Hugsa um skapara tín á ungdómsdøgum, áðrenn hinir óndu dagarnir koma, og árini nærkast, sum tú fer
honum farloyvi í nøkur ár. Tey bæði Johan og Asta tóku so við leiðsluni á Tórshavnar Sjómansheimi hin 1. oktober 1963. Hetta var í teirri tíðini, tá sjómansheimið framvegis var av stórum týdningi fyri tað [...] Hetta merkti eisini, at sjómansheimið hevði eina sterka støðu millum fólk. Her var stór matstova og 100 kømur. Dagliga kom fleiri hundrað menniskju á dyrnar. Johan merkti, at álitið á stjóran fyri heiminum [...] brævbjálva, og eingin bað nakrantíð um kvittan. Ein av uppgávunum var at skipa fyri minningarhaldinum tann 1. november, tá kransar vóru lagdir við minnisvarðan í viðalundini av løgmanni, stovnum og feløgum. Serliga
fríggjakvøldið 16. apríl kl. 19.30. Konsert við Ken Jones og Birgitte Schnakenburg. Getsemane, Stangaskákið 1 Sunnukvøldið er onki møti vegna samkomutúr til Immanuel í Havn. Hvønn gerandismorgun kl. 06.15 er morgunbøn [...] Gjáargarði, vitja urtagarð og spáka í bygdini. Aftur í Havnini kl. 18. Tilmelding: 316491. Kostnaður 100,- Gjaldast mánadagin 26. apríl. Týsdagin Kl. 10 Sangur, Árni Hansen. Øll eru hjartaliga vælkomin. OBS [...] Túrur: Norðasta Norn. Øll eru vælkomin. Randi og Elisabeth, fysioterapeutar. Hósdagur Kl. 9-11.15 Bólkur 1, Tekstviðgerð grundskeið, Páll Poulsen. Kl. 11.45-14 Bólkur 2, Tekstviðgerð víðkað skeið, Páll Poulsen
1. partur Fyri kortum gjørdis Poul Johannes Poulsen við Ljósá 80 ár. Í hesum sambandi greiddi hann frá søguni um Ljósá, og um hansara egna sjólív, har hann eisini upplivdi dramatiskar hendingar. Tær mest [...] pápabeiggi Poul Johannes, sum keypti skonnartina »Queen« í 1927 og førdi hana flestu árini til hon 1. apríl 1933 varð ásigld við innsiglingina til Vestmannaoyggjarnar og gjørdist vrak. Poul Andreas [...] á ísinum. Spikið varð koyrt í tangar, og skinnini vórðu saltað á lastini. Tað kundu fáast upp til 100 kópar eftir einum degi. Tað vóru tó ikki allir, sum vóru so góðir skjúttar. Tað var soleiðis við kópi
á sjónum, eftir manninum. Hetta var eitt stórt Sunderland flogfar við fýra Rolls Royce motorum við 1.000 hestum hvør. Hann hevði eisini tvey dekk. Flogfarið var so stórt, at tað vóru 14 metur frá velinum [...] hann pressaði motorarnar alt, hann orkaði fyri at sleppa upp aftur. Tað lukkaðist ikki. Teir fyrstu 100 metrarnar gekk tað væl. Men tá kom hann í tríggjar aldur, og tá hann kom í ta triðju, fór hann beint [...] gummibátin. Tá ið vit komu út, hevði Niels Juel Mortensen tikið seks av monnunum umborð, millum hesar 1. flogskiparan. Teir vóru tá komnir í gummibátin. Tað vóru 12 mans við, og tríggir teirra doyðu. Tríggir
settar í verk, og fleiri undirvísingartímar eru lutaðir út til skúlan. Frá 1. august er tvílæraraskipan sett í gildi í øllum 1. og 2. flokkum, har næmingatalið er 18 ella fleiri. Samstundis fáa skúlarnir [...] støðugan búskap sum frá líður. Mett verður, at pakkin fer at vaksa um bruttotjóðarúrtøkuna við umleið 1,3 prosentum í 2010 og við 2 prosentum í 2011. Samstundis fer hallið á fíggjarlógini fyri 2010 at minka [...] verkætlanir, ið eldsálir kring landið hava lagt tíð og orku í at taka stig til. Á henda hátt kunnu 100 mió. í øktum íløgum skjótt skapa virksemi fyri minst tað dupulta. Húsalánsgrunnurin verður umskipaður
18.00 møti við Streingjakórinum kl.21.00 Ungdómsmøti Øll hjartaliga vælkomin Getsemane Stangaskákið 1, Klaksvík Fríggjakvøldið kl. 20.30 Talkshow v/Dánjal Petersen & Mariu Mørkøre Sunnukvøldið kl. 18.00 [...] hjartaliga vælkomnir 14.00 - 16.00 Prát Drekka er at fáa hvønn dag, eins og bløðini eru til taks Frá 1. mai verður Tilhaldið opið frá 09.00 – 16.00 BERIN Til børn og ung, ið hava mist foreldur ella systkin [...] og 513784 og Marin 314333 og 284333. www.redcross.fo Giktafelag Føroya MBF-húsið - Íslandsvegur 10c 100 Tórshavn. Tlf: 310237 Opið er týsdag og hósdag frá 13 til 16. Lymfødemfelagið Tlf. 225224 Íslandsvegur