Skálafjørðurin er ein av bestu náttúruhavnum, og hóast eingin munandi brimverja nakrantíð hevur verið á Hulki, hevur atløgubryggjan her mangan verið brúkt, tá illveður var. Eisini í gomlum døgum lógu sluppirnar [...] at tað er Sp/f Rókin, sum ger hetta arbeiði fyri Sjóvar kommunu, og tað er Landsbyggifelagið, sum hevur projekterað. - Árið 2019 brúktu vit einar sjey miljónir krónur til havnarverkætlanina á Hulki, tí [...] sum higartil er brúkt í útbyggingini av havnalagnum, er spongt úr beninum norðan fyri Hulk, og her hevur verið ríkiligt av gróti. Artur Johansen sigur, at umframt vinnuøki, sum nú er komið burtur úr norðan
eru ikki nóg góðar. Tað hevur Løgtingið ásannað, og í juni í fjør samtykti Løgtingið einmælt at fáa Landsstýrið at taka málið upp við danskar myndugleikar. Og nú Løgtingoð hevur viðgjørt eitt uppskot frá [...] gjørdi Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, greitt, at hann hevur rættiliga lagt seg í selarnar fyri at fáa málið loyst. Løgmaður sigur, at hann hevur bæði tikið málið upp á fundi við danska løgmálaráðharran [...] eitt heilt nýtt fongsul, ella um ábøtur skulu gerast á fongslið, sum er. Men løgmaður sigur, at hann hevur gjørt donsku myndugleikunum greitt, at hvørki umstøður, ella staðsetingini í Mjørkadali, eru nøktandi
skilnaður við fíggjarligum avleiðingum eru motivini fyri, at Tom Hagen hevur syrgt fyri, at kona hansara er beind av vegnum. Sjálvur hevur maðurin í avhoyringum sagt, at tey bæði ongantíð í álvara høvdu snakkað [...] Anne-Elisabeth Hagen hvarv, var hon til avhoyringar hjá løgregluni um málið. - Eg eri vís í, at Tom Hagen hevur einki við hetta at gera, sigur hon avgjørd. Kvinnan snakkaði við Anne-Elisabeth Hagen fáar dagar, [...] ella viðvirkan til dráp av egnu konu síni. Sjálvur sigur miljarderurin, at hann als ongan leiklut hevur í, at kona hansara er horvin. Vinkonan sigur, at hon skilti ikki eitt petti av tí heila, tá Tom Hagen
um, at KÍ aftur í 2020 hevur verið besta liðið í Føroyum. Í morgin fáa tær so steypið handað eftir ársins seinasta landskappingardyst, sum verður ímóti B36 við Djúpumýru. Árið hevur sum heild verið misjavnt [...] verður 20. og seinasta umfar í Betri deildini hjá kvinnum. Størsti spenningurin í landskappingini í ár hevur leingi snúð seg um silvurheiðursmerkini. KÍ rýmdi frá øllum og setti ikki stig til fyrr enn í 15. [...] ikki at loypa ótta á NSÍ, sum vann heili 5-1 móti júst ÍVB fyri júst einari viku síðan. Heimaliðið hevur tí ein góðan og upplagdan møguleika fyri at gerast silvurvinnari í hesum fyrsta kappingaárinum, síðan
Hevur fótbóltur og sálarlig heilsa nakað við hvørt annað at gera? Tað hevur tað í øllum førum nú, tí Fólkaheilsuráðið kann nú avdúka, at Fótbóltssamband Føroya ynskir at geva sítt íkast til at betra um [...] Føroyum. Fyri nøkrum vikum síðani gjørdist FSF nevniliga partur av ABC fyri sálarliga heilsu, og hevur longu luttikið á samstarvsfundi við 23 øðrum ABC samstarvsfeløgum. Hetta sigur Fólkaheilsuráðið í [...] hvørjum einstaka liði ella felagnum sum heild, ella at leggja dent á ágóðar, sum sjálvboðið arbeiðið hevur fyri bæði ein sjálvan og onnur, og ikki minst í enn størri mun at leggja dent á at hava tað stuttligt
Abrahamsen, er ikki bjartskygdur. Hann sigur, at hann hevur kannað ymsar møguleikar, og hann hevur eisini lagt eitt uppskot fyri samgonguna. Men hann hevur ikki stórvegis vónir um, at tað fer at fáa undirtøku [...] foreldrum sama rætt, sum onnur foreldur. Tað viðgongur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður. Andstøðan hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at broyta barsilsskipanina, so at samkynd foreldur fáa somu rættindi [...] ta støðu, at rættur og ábyrgd fylgist ikki at. Tað er nevniliga bara tann, sum eigur barnið, sum hevur foreldramyndugleikan, men kortini skulu báðir partar hava rætt til barsilsgjald og barsilsfarloyvi
hann hevur vent flokkinum baki, knappliga tekur sæti á tingi fyri Sjálvstýri, sigur Kári P. Højgaard. Hann sigur, rætt og slætt, at nú er hann farin at ivast í um Jógvan Skorheim nakrantíð hevur verið [...] áður, at ein, sum hevur meldað seg úr einum flokki, síðani tekur sæti á tingi fyri hendan sama flokk. Serliga hugsar hann um, at flokkurin eigur bara ein tingsess, so í roynd og veru hevur Jógvan Skorheim [...] øll á bóli og tók sæti á tingi í morgun fyri Sjálvstýrið – sum hann ikki er limur í. Og formliga hevur hann fullan rætt til tað, tí hann fekk næstflestar atkvøður á vallistanum hjá Sjálvstýri. Les eisini:
Granskararnir vísa eisini á, at ein kanning um tann vanliga silvurfiskin, silvurkykt, sum hevur verið í Føroyum leingi, hevur víst, at eitt nýtt slag av silvurfiski eisini er komið higar. Hetta slagið fekk føroyska [...] fíggjarligu avleiðingarnar av, at vespur komu til Føroya, men í øðrum partum av heiminum, har hetta hevur verið granskað, er ongin ivi um, at vespur kunnu vera til stóran skaða fyri náttúru og fólk. Tað eru [...] frá líður, og at tey eisini fara at spjaðast runt um í landinum. Tó fegnast teir um at vespan ikki hevur fingið fótafesti í nøkrum oyggjum í Føroyum har tað verður siglt ímillum, og teir halda, at hetta
Soleiðis skrivar Jústinus Eidesgaard, sum er ættaður úr Oyndarfirði, men sum býr í Hoyvík og hevur hús á Hellunum. Í morgun sendir útvarpið hjá Kringvarpinum hugnaligu sendingina hjá Jóhann Mortensen, [...] um júst hendan vakra partin av landi okkara. Tað er Marine Harvest, sum nú eitur Mowi Faroes, ið hevur borið kostnaðin av verkætlanini, sum verður heilt liðug komandi ár. – Og tað eru vit lokalu her norðuri [...] hesi ánni. Nú er sett rekkverk upp at halda sær í. Tað er dugnaligi smiðurin Vøgg Nyholm Debes, sum hevur greitt hetta vakra arbeiðið úr hondum. Frárenslið frá smoltstøðini misprýðir, men hetta fer antin
sigurin er tann fyrsti í steypafinalu síðani í 2004. HB steypaturkurin hevur harvið verið í 15 ár. Sigurin ber við sær, at HB hevur tryggjað sær rætt at luttaka í europeisku kappingini næsta summar. Tapið [...] sum at enda bara var mannað við 9 monnum. Nú eru øll vónbrotini vaskað burtur. HB hevur vunnið 2019 finaluna, og HB hevur tilsaman vunnið 27 steypafinalur, síðani tað í 1955 varð farið undir steypakappingina [...] fagnaður í HB leguni. Fyrr í kvøld vann kvinnuliðið steypakappingina fyri fyrstu ferð síðani 2001. Og nú hevur mansliðið vunnið steypafinaluna 3-1 ímóti Víkingi. Talan var um sannførandi sigur, tí HB var mesta