Vit eiga at forða fyri, at fleiri djórasløg verða drigin til Føroya.
Tað siga fýra, føroyskir granskarar, sum nú hava skrivað tvær greinar í vísindaliga tíðarritinum, BioInvasions Records.
Teir vísa á, a fleiri og fleiri djór og plantur eru at síggja í Føroyum. Tað eru plantur og djór, sum verða flutt hendavegin, men vit kenna ikki avleiðingarnar av hesum í Føroyum, tí tað verður ikki kannað.
Men tað eru nógv dømi úr øðrum londum, har djór, sum koma til landið, innræsin djór, sum tað verður kallað, hava havt stóra ávirkan á vistskipanina og samfelagið tey koma til.
– Tí átti tað at verið ein samfelagslig raðfesting at forða fyri, at innræsin djór verða drigin til Føroya, siga høvundarnir.
– Tá ið vespan fekk fótafesti í Tórshavn í 1999, var hetta seinasta oyggjasamfelag í Norðuratlantshavi, har tær framvegis ikki høvdu gjørt innrás, siga høvundarnir.
– Vit kenna hvørki vistfrøðiligu ella fíggjarligu avleiðingarnar av, at vespur komu til Føroya, men í øðrum partum av heiminum, har hetta hevur verið granskað, er ongin ivi um, at vespur kunnu vera til stóran skaða fyri náttúru og fólk.
Tað eru tvey sløg av vespu í Føroyum, tann vanliga vespan og tann týska vespan.
Av tí at einki eftirlit er við innflutningi av lívfrøðiligum tilfari til Føroya, ella av flutningi ímillum oyggjarnar, halda granskararnir, at tað er sera sannlíkt, at fleiri sløg av vespum og øðrum djórum, verða drigin til Føroya sum frá líður, og at tey eisini fara at spjaðast runt um í landinum.
Tó fegnast teir um at vespan ikki hevur fingið fótafesti í nøkrum oyggjum í Føroyum har tað verður siglt ímillum, og teir halda, at hetta ann vera ein ábending um, hvussu hon spjaðist í Føroyum.
Tað er tó rættiliga sannlíkt, at vespan hevur tætt samband við menniskjaligt virksemi í landinum, og at tað eisini er soleiðis hon kom til landið upprunaliga.
Granskararnir vísa eisini á, at ein kanning um tann vanliga silvurfiskin, silvurkykt, sum hevur verið í Føroyum leingi, hevur víst, at eitt nýtt slag av silvurfiski eisini er komið higar. Hetta slagið fekk føroyska navnið bustsilvurkykt.
Silvurkyktið trívist best, har tað er slavið og heitt, men bustsilvurkyktið tolir betur turrari umhvørvi. Bustsilvurkyktið er størri, ljósari á liti og er lodnari enn silvurkyktið.
Hvørki bustsilvurkyktið ella silvurkyktið eru vandamikil fyri menniskju, men teimum dámar væl føði við nógvum stívilsi. Tað vil siga, at teir kunnu leggjast á pappír, bøkur, lím og klæðir við nógvum stívilsi. Sostatt kunnu teir vera ein trupulleiki á bókasøvnum, fornminnissøvnum og øðrum søvnum.
Granskararnir hava staðfest, at bustsilvurkyktið er sera vanligt í Føroyum, tí tað er staðfest í minst sjey av oyggjunum.
Hetta kann merkja, at hesin silvurfiskurin hevur verið í Føroyum í longri tíð, siga teir fýra granskararnir.
Tað eru Sjúrður Hammer á Umhvørvisstovuni, og Jens-Kjeld Jensen, sum hava skrivað greinina um vespurnat. Greinina um um silvurfiskar Elisabet Thomsen, MSc lesandi, Sunnvør í Kongsstovu, Hans Atla Dahl frá Amplexa Genetics og Svein-Ole Mikalsen frá Fróðskaparsetri Føroya, skrivað.