Hetta er ein ótrúliga merkilig støða og hetta man vera eindømi í Føroya søgu. Kári P. Højgaard, formaður í Sjálvstýri, er ovfarin av tí, sum hendi á Løgtingi í morgun, Einasti tinglimur floksins, Kristin Michelsen, er farin í farloyvi og tí skuldi næsti maður á listanum taka sæti á tingi fyri hann.
Tað er Jógvan Skorheim í Klaksvík, men herfyri meldaði hann seg úr Sjálvstýri, og tí hevði floksleiðslan væntað, at hann eisini fór at siga tingsessin frá sær og lata triðja mann á listanum, Terja B. Vestergaard í Saltangará, fáa tingsessin.
Men Jógvan Skorheim tók øll á bóli og tók sæti á tingi í morgun fyri Sjálvstýrið – sum hann ikki er limur í. Og formliga hevur hann fullan rætt til tað, tí hann fekk næstflestar atkvøður á vallistanum hjá Sjálvstýri.
https://www.in.fo/news-detail/news/nu-er-eingin-sjalvstyrismadur-i-loegtinginum/Les eisini: Nú er eingin sjálvstýrismaður á tingi
Men floksformaðurin, Kári P. Højgaard, heldur lítið um framferðina hjá Jógvani Skorheim. Hann sigur, at stutt eftir valið fór Kristin Michelsen eisini í farloyvi, men tá vildi Jógvan Skorheim ikki taka sæti á tingi.
– Síðani meldaði hann seg knappliga úr flokkinum. At hann fór frá sum floksformaður eftir at hava tapt valið til Kristin Michelsen, skilji eg væl, tí tað skuldi hann havt gjørt longu valkvøldið. Men hann meldaði seg eisini úr flokkinum og vísti sostatt, at hann einki vildi hava við flokkin at gera, sigur Kári P. Højgaard.
https://www.in.fo/news-detail/news/hetta-er-ein-oegiliga-loegin-stoeda/Les eisini: Hetta ein øgiliga løgin støða
Tí er tað heilt óskiljandi, at hann nú, eftir at hann hevur vent flokkinum baki, knappliga tekur sæti á tingi fyri Sjálvstýri, sigur Kári P. Højgaard. Hann sigur, rætt og slætt, at nú er hann farin at ivast í um Jógvan Skorheim nakrantíð hevur verið heilhugaður sjálvstýrismaður.
Í Kvf førdi Jógvan Skorheim fram at hann dugdi ikki at síggja nakað undarligt í hesum, tí hetta er hent fleiri ferðir fyrr og nú metir hann seg meiri sum uttanflokkatingmann. Søgan vísir okkum, at tingmenn halda fast um tingsessin, hóast teir hava skift flokk, sigur hann.
Men hesum er Kári P. Højgaard púra ósamdur í. Hann heldur ikki, at tað nakrantíð er hent áður, at ein, sum hevur meldað seg úr einum flokki, síðani tekur sæti á tingi fyri hendan sama flokk. Serliga hugsar hann um, at flokkurin eigur bara ein tingsess, so í roynd og veru hevur Jógvan Skorheim yvirtikið Sjálvstýrisflokkin, hóast hann annars hevur vent honum bakið.
Hann ásannar, at formliga eigur Jógvan Skorheim tingsessin, men fólkaræðiliga er tað Sjálvstýri, sum eigur hann, og tískil skuldi tað verið triði maður á listanum, sum tók sæti á tingi, tí alt annað er ódemokratiskt, heldur hann.
– Tað er ein spurningur um, hvat vit føla, innast inni, er rætt ella skeivt, leggur hann afturat.
Kári P. Højgaard sigur, at hetta er eitt stórt bakkast fyri Sjálvstýri, tí hetta merkir, at Kristin Michelsen kann ikki fara farloyvi aftur, men skuldi hann fingið forfall, merkir støðan, sum nú er, at Sjálvstýri missir umboðan á tingi, hóast valúrslitið gav honum ein tingmann.