Tað gongur striltið hjá samgonguni at finna eina skipan, sum gevur samkyndum foreldrum sama rætt, sum onnur foreldur. Tað viðgongur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður. Andstøðan hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at broyta barsilsskipanina, so at samkynd foreldur fáa somu rættindi úr barsilsskipanini, sum onnur foreldur hava.
Og tað loypti hvøkk á samgonguna, tá ið Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin gjørdi greitt, at kemur samgongan ikki sjálv við einum uppskoti, sum setir samkynd foreldur javnt við onnur foreldur, fer hann at atkvøða fyri uppskotinum hjá andstøðuni.
LES EISINI: Johan Dahl leggur eina bumbu undir samgonguna
Tí varð boðað frá, at samgongan fór at leggja eitt uppskot fyri Løgtingið, sum skuldi geva samkyndum foreldrum somu rættindi, sum onnur foreldur hava. Men landsstýrismaðurin á økinum, Helgi Abrahamsen, er ikki bjartskygdur.
Hann sigur, at hann hevur kannað ymsar møguleikar, og hann hevur eisini lagt eitt uppskot fyri samgonguna. Men hann hevur ikki stórvegis vónir um, at tað fer at fáa undirtøku í samgonguni.
– Fær uppskotið hjá andstøðuni ikki undirtøku, vænti eg heldur ikki, at mítt uppskot fer at fáa undirtøku, tí tað er eitt sindur av tí sama, leggur hann afturat. Hann sigur, at ein munur er kortini, at orðið samkynd verður ikki nevnt í lógini, men annars minna uppskotini um hvørt annað, sigur hann.
LES EISINI: Johan Dahl kann ikki halda fram í samgonguni
Men hann sigur, at tað stutta av tí langa ,er, at er politiskur vilji til at geva samkyndum foreldrum somu rættindi, sum onnur, er tað skeivt at gera tað ígjøgnum barsilsskipanina. Tað eigur nevniliga at verða gjørt við at laga familjurættarliga øki til, sigur hann.
– Skulu samkynd foreldur hava sama rætt sum onnur, er tann gongda leiðin at broyta reglurnar í familjurættinum um foreldramyndugleikan, tí so kemur restin av sær sjálvum, sigur Helgi Abrahamsen.
https://www.in.fo/news-detail/news/samkynd-foreldur-32-sambandsfolk-studla-johan-dahl/?no_cache=1LES EISINI: Samkynd foreldur: 32 sambandsfólk stuðla Johan Dahl
Hann sigur, at barsilslógin er ein lóg fyri tvey, sum eiga eitt barn og tí fer tað at oyðileggja skipanina at broyta hana til nakað annað.
Er talan um samkynd, er tað bara annar parturin, sum í roynd og veru eigur barnið, og so so skal hin parturin eisini hava stuðul úr barsilsskipanini, uttan at eiga eitt barn.
– Við samkyndum foreldrum koma vit eisini í ta støðu, at rættur og ábyrgd fylgist ikki at. Tað er nevniliga bara tann, sum eigur barnið, sum hevur foreldramyndugleikan, men kortini skulu báðir partar hava rætt til barsilsgjald og barsilsfarloyvi. – Skuldi tað endað við einum barnaverndarmáli, er tað bara tann, sum eigur barnið, sum hevur ábyrgdina av barninum og fara tey frá hvørjum øðrum, skal tann, sum ikki eigur barnið, heldur ikki rinda barnapengar, vísir landsstýrismaðurin á.
– Skulu viðurskiftini broytast, er tað sostatt rættast at gera tað ígjøgnum lógina um familjurætt, og at broyta ásetingarnar so at báðir partar hava foreldramyndugleikan við somu rættindum og somu skyldur. Og so verða viðurskiftini í barsilsskipanini, og øllum øðrum skipanum, broytt av sær sjálvum, samsvarandi tí, sigur hann.










