stjórarnir troyttir og greiddu frá støðuni. Hølið var fult av fólki, serliga tíðindafólkum. Tey lósu m.a. burtur úr avtaluni, sum føroysku politikararnir høvdu skrivað undir við donsku stjórnina, og vóru samd [...] landið helt uppat at lata vinnulívinum veðhøld, og villskapurin í vinnulívinum sjálvum, har tað m.a. snúði seg um at váða so nógv sum gjørligt upp á landsins rokning, helt uppat, og bankar fóru at krevja [...] at somu politikarar nettupp ikki hugsa sjálvir og bera seg forsvarliga at. Føroyski almenningurin man vera deyðamøddur av at fáa tílík sjokkboð, sum bórust mánamorgunin, og í staðin fyri at liggja á knøunum
Næstir at fáa orðið, var Gilli Trónd, býararkitektur. Hann hugleiddi eitt sindur um hetta, at gera »a space to a place« - at gera eitt øki til eitt stað. - Hvar hava vit tey inklusivu støðini, spurdi hann, og [...] tikið seg væl út við blómukassum í gongugøtuni, men tað fekk ikki undirtøku. - Eg haldi, at hetta man vera einasti høvuðsstaður í heiminum, har ein blómukassi ikki fær frið at standa. Tað fekk eg sjálv
summarhús. Lendið til summarhúsøkið Lendið, har summarhúsini skulu byggjast, er á Fornheyggi (matr. nr. 139a), ella kanska er rættari at siga heiman fyri Fornheygg. Hetta lendið ognartók Gjáar Kommuna í samband [...] og er klagufreistin úti nú 17. desember. Nakrar serligar ásetingar skulu gerast fyri matr. nr. 139a. Men tað undrar meg, at summarhús skulu kunnu byggjast á hetta lendið, sum kommunan hevur ognartikið [...] sæst, at førdi politikurin er tann, at fólk skulu ikki sleppa at búsetast við Gjógv. Heldur skal man satsta upp á ferðafólkini. Við Gjógv skal vera eitt stað, har tey stressaðu býarfólkini skulu koma
nøkrum løgum eru gestasangarar og -tónleikarar so sum Ty Tabor (King's X), Pætur Zachariassen (Boys in a Band) og møguliga Jan Johansen og Sarah Hepburn (Glorybox, sum nú er undir nýggja navninum Zhaeng Zhaeng) [...] Bogi upptøku- og framleiðslustjóri, hevur arrangerað allar strúkararnar og spælir fleiri ljóðføri, m.a gittarar og tangentar. Afturat Boga á Lakjuni og Petur Pólson er Uni Árting á trummir og húsasniðgeving [...] koyrir ikki eftir føroyskum kriterium. Fyri at kunna dáma tónleikin, mást tú dáma nøkur ting, sum mann ikki ger vanligt her. Tú fylgir nevniliga nøkrum premissum, tá tú tekur avgerð um, hvat tær dámar
tað var at fara so langa leið út í heimin. Tað var ikki sum í dag, tá vit hava sjónvarp og Internet o.a. til at taka, og vita eins væl og onnur, hvat hendir úti í heimi, sigur Rakul. Hon visti als einki, [...] ella í dans, uttan so at tað varð rópt eftir okkum, og tað og sindraði nógvar familjur. ? Tað var m.a. eisini orsøkin til, at eg ongantíð fór aftur til Klaksvíkar, og eisini, at eg einki legði í, um eg [...] Armgarð, sum er yngsta systir Rakul. ? Vit nýttust kortini ikki at stúra, tí Rakul fekk ómetaliga góðan mann og tveir fittar synir, sigur Armgarð. Tey heima royndu at fylgja við, hvussu tað gekst dóttrini úti
setur út í kortið fyri samgonguna. Tá ein hevur lurtað eftir løgmansrøðuni, og seinni lisið hana, spyr man seg sjálvan, hvør boðskapurin er frá løgmanni til føroyska borgaran. Tann boðskapur, sum eg havi fingið [...] . Í somu løtu, løgmaður hevur tikið um stýrisvøl í Føroyum, sigur hann í síni fyrstu løgmansrøðu m.a.: »Búskaparliga eru fyritreytirnar broyttar almikið seinastu árini«. Víðari sigur hann: »Seinasta f [...] lítil milliard er eftirgivin. 2. Okkara eftirverandi ríkisrættindi Løgmaður sigur í løgmansrøðuni m.a.: »Høvuðssetningur landsstýrisins er greiður sambært samgonguavtaluni: Føroyar verða skipaðar sum fullveldi
kenningum, og at halda sær at gaman. Hetta er størsta samankoming av føroyingum, sum kemur fyri. Tað man vera rættiliga sjáldsamt, um ikki eindømi, at so nógvir íbúgvar í einum landi stevna saman til høvuðsstaðin [...] stingur seg upp í útlondum. Í summum førum eru føroyingar í fremstu røð, ella ganga á odda. Her verður m.a. hugsað um okkara skúlaungdóm, sum nú í tvey ár á rað hevur vunnið eina evropeiska kapping um at gera [...] á gamalsaldri at ganga túr við pápa mínum, tá ið hann var smádrongur. Endamálið við felagnum var m.a.: ?At fremja samanhald ímillum lærararnar og at kveikja upplýsing og mentan limanna millum og harvið
Í dag eru liðin 150 ár síðani danska grundlógin varð sett í gildi. Hetta verður, sum vera man hátíðarhildið í Danmark, ístóran stíl má sigast. Skipað verður fyri meiri enn 200 tiltøkum ymsa staðni í landinum [...] kunnu vit á siga, at føroyingar fylgdu bara við. Hetta hóast ein av fremstu sakførarunum í Danmark tá, A. S. Ørsted mælti til at føroyingar skuldu spyrjast. Tann 5. juni 1849 kom lógin í gildi í Danmark og [...] broytingunum, soleiðis at allir partar av politiska lívinum eru við í øllum avgerðum. Erling Olsen vísir m.a. í eini samrøðu við Berlingske Tidende á, at verður grundlógin fylgd til síðsta punkt, so er ikki neyðugt
. Tann yngri sonur Niels H. Arvedsen er 13 ára gamal og gongur í skúla niðri í Danmark. Hetta er m.a. ein orsøk til, at Niels H. Arvedsen ikki hevur valt at taka familjuna við til Føroya. Hann veit nevniliga [...] stórt og krevjandi byggiarbeiði, sum byggingin av radarastøðini, kravdi nógv fólk. Tað vóru einir 200 mans úr ymiskum londum við í byggiarbeiðinum, og búðu teir í barakkum, nærhendis har støðin í Mjørkadali [...] enn niðurlagdi parabolurin, men sløkkiliðsovastin hugnaði sær tó óført við at kanna sløkkiútgerð o.a.. Eisini vóru vit ein túr uttanfyri sjálva kúpuna, og sóðu vit haðani út yvir allar Føroyar í tí góða
eygað er sól Framsýningin hjá Anker Mortensen vísir okkum ein sera gávuríkan og dugnaligan listamann, ið hevur eitt djúptøkið innlit í frumsnið og í upprunaliga listarliga skapan. Við stílfrøðiligum [...] vind og samstundis at lýsa skiftið í veðrinum, ið ávirkar eygu og sostatt huglag okkara. Hann leitar m.a. eftir einum dýrdar ikoni , eftir løtuni har sólin dagar undan, sum mangan kann kennast sum eitt slag [...] at hugsa um Klee, men eisini aftur ígjár (2001), og haraftrat nógvum tekningum. Felagsnevnarin er m.a. lætta stílføringin, har figurar og formar, sum t.d. bátar, tykjast at sveima í leysari luft lið um