Lágt felli og góð vekt tryggja framtíðina

Alivinnan er við at koma fyri seg aftur, hóast fortreytirnar á mangar mátar eru øðrvísi í dag.
- Okkara uppgáva í framtíðini verður at framleiða hvørt kilo av laksi so bíligt sum gjørligt, sigur rakstrarleiðarin hjá Pan Fish í Oyndarfirði, Marnar Dam.

Hugaligt er at koyra til Oyndarfjarðar henda týsdagin, hóast veðrið ikki er av tí allarbesta. Greið tekin eru um vinnuligt virksemi slepst ikki undan tí vakna eyganum.
Áðrenn ein kemur til bygdina liggur ein alistøð, og úti á sjálvum fjørðinum síggjast fleiri aliringar klárir til enn eina útseting av laksasmolti.
Inni í havnarlagnum er ikki nógv fólk at síggja, men í einum staði sæst farvegurin eftir virksemi sum er knýtt at alingini - ringar, slangur, rør og ein alibátur. Og ein trukkur sum koyrir aftur og fram innanfyri girðingina hjá Pan Fish í bygdini. Her er veruliga lív í.
Inni á virkinum hitta vit rakstrarleiðaran, Marnar Dam. Og hann kann bara staðfesta tað sama, sum vit longu hava fingið eygu á:
Alivinnan er við at koma fyri seg aftur. Fyri júst 14 døgum síðani tóku teir fyrsta ILA-fría laksin í hesi øldini, og grundarlag er lagt fyri skynsomum arbeiði í framtíðini.
- Jú, vit síggja ljóst uppá framtíðina, sigur Marnar Dam við Sosialin.
Hann er tó greiður um, at hóast ein rekur skynsama alivinnu á sjógvi og landi í Føroyum, so hevur ein kortini ikki nakra ávirkan á prísin, sum fæst í útlondum fyri tann alda laksin.
- Nei, hann fáa vit so einki gjørt við. Tað einasta vit kunnu gera nakað við, er at framleiða hvørt kilo av laksi so bíligt sum gjørligt, sigur Marner.

Vend er komin í
Eingin ivi man vera um, at alingin hevur verið fyri bakkasti og í hørðum sjógvi tey seinastu mongu árini. Nú vísir tað seg kortini, sum um henda vinnan er við at koma fyri seg aftur.
Pan Fish í Oyndarfirði er eitt gott dømi um at gongdin er við at venda positiva vegin - og í roynd og veru vendist rættiliga skjótt, bert fá ár eftir at herviliga ILA-sjúkan varð staðfest, gjørdi rættiliga um seg og legði alivinnuna í oyði.
Hjá Pan fish í Oyndarfirði var støðan soleiðis, at teir vóru lidnir at taka allan alifiskin upp í mars mánaði 2004.
Tann stóri spurningurin tá var, hvussu fór at verða í framtíðini:
Vóru nøkur líkindi fyri, at alivinnan kundi aftur fara at vinda uppá seg aftur?
Og var nakar møguleiki fyri at fáa ein líkinda prís fyri tann alda fiskin í útlondum?!

Lágt felli – høg vekt
Tað vísti seg at menn, ikki minst við hjálp úr Noregi, høvdu hug at fara undir alingina, - og tíbetur fingu teir eisini gongd aftur á hesa vinnuna.
Krøvini frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni vórðu somuleiðis herd, so nú var grundarlag veruliga lagt fyri eini menning av hesi vinnuni.
Pan Fish Faroes sum arbeiðir á ymsum økjum kring landið, m.a. í Vík og á Veðranesi, avgjørdi at seta smolt út aftur á Oyndarfirði tíðliga á sumri í fjør. Og fyri fáum døgum síðani varð aftur møguleiki at taka alifisk á fjørðinum.
Teir kundu samstundis staðfesta, at fellið hevur verið óvanliga lágt og vektin óvanliga høg.

Bíta seg ikki í halan
Tá Marnar lítur aftur á brátt farna árið, kann hann bara stutt siga, at hetta hevur verið eitt spennandi ár.
Alt arbeiðið við alingini er nógv betri skipað nú, eisini tá talan er um reinføri og hugburðin til arbeiðið.
At hetta eisini hevur verið galdandi hjá Pan Fish gevur Marnar stjóranum í felagnum, Ragnar Joensen sín heiður fyri.
Hesin er sera tilvitandi um ta ávirkan sum alingin kann hava á havumhvørvið.
Hugburðurin í fyritøkuni er tí so líðandi vorðin hann, at ein alla tíðina skal hugsa um at dálka sum minst.
Tað er helst so sum Marnar tekur til: - Tað er eingin orsøk til, at vit skulu skúma fløtan eitt stutt áramál, og so bíta okkum í halan seinni!

Minniligur dagur
Fyri Pan Fish var tað tí ein søguligur dagur, tá teir aftur kundu fara á fjørðin og taka laks, týsdagin 28. november 2006. Hetta var samstundis fyrstu ferð hetta hendi á Oyndarfirði síðani 2004!
- Jú, hetta var ein minniligur dagur, tí hetta var í roynd og veru fyrstu ferð í hesi øldini, at ILA-fríur laksur varð tikin her.
- Dagurin var í roynd og veru so mikið søguligur, at sjálvt stjórin var til staðar henda dagin, greiðir Marnar frá.
Teir kundu samstundis fegnast um, at fellið var sera lágt, samstundis sum kostnaðurin av framleiðsluni hevur verið lágur.
Fyri teir er hetta ein greið ábending um, at alivinnan á Oyndarfirði er á røttum vegi aftur.





Skynsamt og spakuliga
Tá Marnar hyggur inn í komandi árið so ivast hann ikki eina løtu í, at tað arbeiðið sum higartil er gjørt, hevur ikki verið til fánýtis.
- Vit hava nú lagt eitt gott grundarlag fyri framtíðina. Og vit miða tí eftir at seta meiri laks út á vári komandi ár, sigur hann.
Ætlanin er ikki seta sær ov høg mál beinanvegin, men laga seg eftir tørvinum.
Í fjør settu teir 550.000 smolt út, og ætla at hækka hetta talið spakuliga til 700.000 í 2007.
Teir kundu uttan iva sett meiri út, helst dupult so nógv, men teir ynskja at fara varliga og skynsamliga fram. Tí verður talið vaksið heldur spakuliga, heldur enn í einum risalopi.
- Jú, vit síggja ljóst uppá framtíðina. Vit eru allatíðina uppá forkant við menningini, og eru tí til reiðar til tær avbjóðingarnar sum framtíðin fer at geva okkum.