Fyrireikingarnar hava alt at siga

Í RóÝrarsambandinum verÝur ásannaÝ, at kappróÝurin síÝsta leygardag hevur havt viÝ sær, at fyrireikingarnar til róÝurin í Hvalvík hava veriÝ uppaftur neyvari, enn tær annars høvdu havt veriÝ

TriÝja FM kappingin í kappróÝri verÝur seinnapartin í dag. Kappast verÝur í Hvalvík. Saman viÝ Streymnesi er Hvalvík vertur fyri Sundalangsstevnuni og harviÝ FM kappróÝrinum triÝja hvørt ár.
SíÝsta leygardag varÝ róÝ á SkálafjørÝinum. TaÝ spældi einki serligt av. RóÝurin var ikki liÝugur fyrrenn klokkan var knapt sjey. Í RóÝrarsambandinum og í Hvalvík/Streymnesi vóna teir, at taÝ ikki fer at verÝa soleiÝis seinnapartin í dag.
- Vit royna altíÝ at fyrireika okkum so væl, sum taÝ ber til. Men taÝ skerst ikki burtur, at óhepna gongdin í róÝrinum síÝsta leygardag hevur havt viÝ sær, at vit í RSF saman viÝ lokalu fyrireikarunum har norÝuri hava veriÝ uppaftur meiri tilvitaÝir um, at alt skal klappa, enn vit kanska høvdu havt veriÝ, staÝfestir Hannis Joensen, formaÝur í RóÝrarsambandinum.
Sigur tú harviÝ, at tit ikki fyrireika tykkum so væl, sum taÝ ber til, á øllum stevnunum?
- Avgjørt ikki. Undan NorÝoyastevnu hava vit fund viÝ allar stevnufyrireikararnar, allar dómararnar, og vit bjóÝa umboÝum fyri allar manningarnar at vera viÝ til kunnandi fund, har alt í sambandi viÝ kappróÝurin verÝur gjøgnumgingiÝ, og har taÝ er høvi at seta spurningar og tosa um tingini. Harafturat hava vit samband viÝ lokalu fyrirreikararnar í vikuni undan róÝrinum. TaÝ, sum eg sigi, er, at vit í hesi vikuni hava havt samband viÝ og gjøgnumgingiÝ viÝurskiftini og allar møguligar spurningar og støÝur uppaftur meiri gjølla, enn vit kanska høvdu havt gjørt, um taÝ hevÝi gingiÝ soleiÝis á SkálafjørÝinum, sum vit høvdu roknaÝ viÝ.

BíÝa eftir frágreiÝingum
Fyrr í vikuni varÝ sagt, at RóÝrarsambandiÝ í hesi vikuni fór at viÝgera róÝurin á Eystanstevnuni. Tá iÝ vit fregnast hjá formanninum í RóÝrarsambandinum um, hvat teir eru komnir til, svarar hann, at teir eru ikki lidnir at viÝgera spurningin.
- Vit hava tosaÝ viÝ teir, sum vóru viÝ til at fyrireika. Vit hava biÝiÝ teir um skrivliga frágreiÝing um, hvussu teir upplivdu henda dagin. TaÝ er sera týdningarmikiÝ fyri viÝgerÝina og ikki minst fyri eftirtíÝina og tí, sum kann lærast av sovornum, at taÝ fyriliggur skrivligt tilfar. Men vit hava ikki fingiÝ skrivligar frágreiÝingar frá startdómaranum og frá lokalu fyrireikarunum. Í eru vit ikki lidnir at viÝgera máliÝ, sigur Hannis Joensen. Hann var ikki sjálvur á SkálafjørÝinum síÝsta leygardag. Hann var í Danmark og róÝi kapp viÝ einum gomlum Havnarbáti.
Tá iÝ formaÝurin í RSF sigur, at taÝ er týdningarmikiÝ fyri allar partar, at máliÝ verÝur væl og nágreiniliga lýst, so er neyvan nakar ósamdur viÝ honum í hesum. Og taÝ man eisini vera sjálvfylgja, at lærdómurin verÝur lýstur alment. TaÝ vil siga í miÝlunum, sum nýta tíÝ og orku til at fylgja viÝ.
- Vit hava aftur og aftur undirstrika, at taÝ skal ansast væl eftir, at tíÝin verÝur hildin. TaÝ vil siga, at startdómarin fer undir fyrireikingarnar til næsta róÝurin, tá iÝ startskotiÝ er fariÝ. TaÝ skal helst vera soleiÝis, at taÝ bara verÝur bíÝaÝ eftir høvuÝsdómaranum og útvarpsbátinum. Sjálvandi kann taÝ orsaka av veÝri og vindi verÝa neyÝugt at nýta fimm minuttir eyka at leggja bátarnar. So skulu teir minuttirnir brúkast. Men taÝ skulu ikki vera aÝrar orsøkir til, at róÝurin verÝur seinkaÝur, er taÝ, sum Hannis Joensen sum heild vil siga um róÝur og róÝrarfyrireiking.

FM í eygsjón
Hóast taÝ í dag er triÝja av sjey FM kappingum, sum er á skránni, so kann taÝ skjótt koma har til, at onkrir bátar viÝ sigri í dag fara at hóma FM heitiÝ í havsbrúnni.
Tríggir bátar hava vunniÝ bæÝi á NorÝoyastevnu og á Eystanstevnu. Talan er um kvinnurnar umborÝ á Jarnbardi, Argjabátin og so Havnarbátini. Hóast fjarstøÝan ikki í øllum kappingunum hevur veriÝ so stór til teir næstu í røÝini, so hava sigrarnir hjá øllum hesum trimum í báÝum kappingunum veriÝ sannførandi.
Í hinum trimum kappingunum var annar vinnari á SkálafjørÝinum, enn taÝ var í Klaksvík. Í dreingjaróÝrinum vann Spógvin í Klaksvík og Blikur á SkálafjørÝinum. Í genturóÝrinum vann SíliÝ í Klaksvík og Blikur í Runavík, og í kappingini millum 6-mannafør viÝ monnum vann Sundabáturin í Klaksvík og Jarnbardur í Runavík.
1000 startmetra máliÝ í Hvalvík er sunnanfyri Toftadalsoyra. 1500 metra startmáliÝ er út fyri Stórumøl, og 2000 metra startmáliÝ er út fyri Skarvsoyra.
Teir, sum kenna til viÝurskiftini og umstøÝurnar í Hvalvík, siga, at hóast taÝ norÝuri viÝ brúnna um Streymin kann tykjast sum um, at streymurin er harÝur og ger nógv um seg, so er hetta eingin trupulleiki í Hvalvík. Har verÝur sagt, at taÝ er streymloysi.