verkfallið vardi so leingi, at tað fór at koma í karambolagu við ætlaða uttanlandsferiu, og har var svarið heilt greitt, at so mátti ferðin avlýsast. - Tá eitt verkfall er av krevur tað, at fólk kunnu møta til [...] staddur uttanlands, segði Kent Petersen. Hann greiddi annars frá, at verkfalsvaktir fóru at verða útnevndar, og at hesar høvdu skyldu at møta. Talan verður ikki um feriu, men arbeiði, sum tó verður nakað [...] higartil. Hann harmaðist um støðuna, men vísti á, at AFF hevði als ongan vilja víst at finna eina loysn. - Undir samráðingunum fekst eingin sum helst ábending um, at AFF vildi flyta seg úr stað, greiddi Kent Petersen
miðnámsútbúgvingarnar saman í eina skipan. Stutt kann sigast, at depilin er ræðandi stórur, og at heilt nógv ivamál eru knýtt at honum. At royna eina ætlan, sum ongantíð fyrr hevur verið roynd í Føroyum [...] umbygging fer at laga bygningarnar betri til umhvørvið, og økið alt fer at verða ein góður karmur um tað dag- og kvøldvirksemi, sum er og fer at verða har. Útbygging í Marknagili, sum við tíðini eigur at umfata [...] fer enn meira enn nú at gera hetta plássi í vesturbýnum til ein virksemis-og trivnaðarmiðdepil. Tveir skúlar heldur enn ein Omanfyri er roynd gjørd at vísa á, at stór virði eru knýtt at verandi miðnámsskúlaskipan
skeinkistøð, at fólk vita, hvørjar matstovur ella vertshús eru við í átakinum. - Fólk tíma ikki at fara út at fáa sær eina øl ella at eta á einum stað, har lítið og onki verður gjørt fyri at sleppa undan [...] týðiligt, at tað er stórur munur á, hvussu langt tey ymsu londini eru komin við arbeiðinum. Og tað er neyvan ov nógv sagt, at føroyingar hava rættiliga nógv eftir at læra, ikki minst tá tað ræður um at skapa [...] verður til dømis sagt, at á teimum serligu ?Skori-barrunum?, har fólk serliga koma fyri at hyggja sær eftir eini damu ella sjeik,i er sjálvandi altavgerandi at ein, sum ikki fær meir at drekka, ikki verður
sum var stemningurin á fundinum, at her vóru nakrir trupulleikar, sum skuldu loysast, men at fólk eisini vóru fyri at loysa hesar. - Men nú kunnu vit so bara staðfesta, at hetta gjørdist úrslitið, og so [...] vónríkar, so sannførdi hetta seinasta árið ikki vágbingar um, at hetta var rætti leisturin at ganga eftir. Longu við stovnanina varð avgerð tikin um, at hetta fyrsta árið skuldi vera royndarár, og síðani skuldu [...] jarðar. Fleiri høvdu tó roknað við, at støðutakanin fór at verða meira jalig, tá næsta málið var á skránni. Her var spurningurin, hvørt VB skuldi gera eina roynd at halda fram við samstarvinum eftir einum
er í ordan at býráðið ger nakað fyri at ungdómurin skal hava góðar umstøður, men tað er ein sjálvmótsøgn í, at býráðið bæði gevur loyvir til eitt ávíst tal av hýruvognum, fyri síðan at taka grundarlagið [...] sum í vanligu býbussunum, heldur Samfylking, at tað verður skjótt, at tey ungu fara at brúka bussarnar sum uppihaldsstað. Tí tey hava onga aðrastaðni at fara. Spurningurin er um, hvat er tryggasta og [...] býráðið við hesum er í ferð við at stuðla upp undir at hýruvognsvinnan spakuliga doyr burtur. Fyri at raksturin av einum hýruvogni skal hanga saman er tað blivið soleiðis, at koyringin í vikuskiftinum fyri
var tað so, at tá tað byrjaði at nærkast tíðini fyri tilmeldingum til messuna, byrja handverksmeistarar sjálvir at fregnast um hesa messuna. Undirtøkan í ár er so stór, at neyðugt var at leiga eitt flogfar [...] norðurlendingar fara at luttaka. Hetta er ein messa, har eini 300 ymiskir veitarar fara at vísa fram alt tað, teir hava at bjóða teimum vitjandi. Og tað er tí ikki ov nógv sagt, at henda messan verður mett [...] eisini høvið at fáa størri kunnleika um. Og lítil ivi man vera um, at hetta fer at verða teimum til íblástur og gagn. - Á hesi messuni finst alt tað nýggjasta innan bygging. Tí vænta vit eisini, at vit fara
um, at nyttan við at nýta hesa farleið, heldur enn at nýta verandi farleið gjøgnum Sundalagið er størri enn kostnaðurin. Kost / nyttu kanning Arbeiðsbólkurin hevur í sínum framløgum víst á, at tað [...] árini við at leggja farleiðina frá eystara armi á Skálafjørðinum heldur enn frá vestara armi. Henda sparing kemur av at útrokningarnar - moduleringarnar - vísa, at ímeðal koma allir bilar at koyra færri [...] sjálvandi, at verkætlanin verður minnið áhugaverd handilsliga. Tí er avleiðingin at avkastið av íløguni gerst verri. Ferðslutrygd og vegaføring gjøgnum bygt øki Onkur heldur, at ein grund fyri heldur at leggja
er greitt, at konsertin í Miðlahúsinum vísti, at tað er ein ávísur áhugi fyri hesum tónleikinum, vit spæla og tað hevur avgjørt eggjat til at gera fløguna, leggur hann afturat. Hann sigur, at yvirhøvur [...] enn gjørt at samla orkestrið. ? Vit eru allir komnir upp í árini og tað er ikki so lætt at savna truppin, tí tað er verri enn so altíð, at allir hava tíð ísetnn. Tað er eisini ein orsøk til, at tað er so [...] Og fyri at seta seinasta kryddið á konsertina, hevði Robert fingið Jógvan Dahl at taka nakrar gamlarar travarar saman við sær. Ein av oddamonnunum í Ad-Libitum, Thomas Michael Smith, sigur, at dreymurin
nógv orðaskifti er um hetta er, at vit royna at halda uppi eini illusión um, at tað ber til at skilja sundur politikk og umsiting. Tvs. at tá ein politisk umsiting sigur okkurt, so skal tað vera púra óheft [...] vísir á, at serliga í fullveldisspurninginum eru sera ymiskar meiningar, og tí er ógjørligt at upplýsa um tað málið uttan so, at onkur heldur talan vera um politiska propganda. - Orsøkin til, at so nógv [...] fullveldissamgonguna undir at føra politiskt propaganda fyri skattgjaldarans pening. Boðini frá fullveldislandsstýrinum vóru, at talan var um kunning í samband við ætlanina um at skipa Føroyar sum fullveldisríki
tori at siga, at Larry gav alt hann hevði av orku hetta kvøldið, tí at enda kláraði hann ikki meiri og mátti viðganga at "I pushed it too hard". Ja, soleiðis kann tað ganga, men eg tori at siga, at vit [...] varð heim. Eg fari at nýta hetta høvið at takka teimum, ið skipaðu fyri at vit fingu eitt gott og gevandi kvøld, ið saktans kann gerast umaftur. Vil gjarna endurtaka, at tað ber væl til at venja sangirnar [...] kvøldið. Fyri at alt ikki skuldi vera ov einstáttað, hevði hann valt at fáa "Ebenezerkórið" við til at stuðla seg í nøkrum sangum, og hesum komu tey bara heilt væl frá, tá hugsað verður um, at tað vóru stór