Tá nokk er nokk

Noreg og Svøríki kunnu vísa á sera góð úrslit við arbeiðnum at fyribyrgja harðskap og óskil á skeinkistøðum. Men í Føroyum eru ongar ítøkiligar ætlanir um at gera nakað líknandi

Týsdagin endaði 20. norðurlendska rúsevnaráðstevnan í Norðurlandahúsinum, sum fyribyrgingarráðið í Føroyum hevur verið vertur fyri. Kjakast hevur verið um flest øll evni innan trupulleikar og fyribyrging av ovurnýtslu, men tað var týðiligt, at tað er stórur munur á, hvussu langt tey ymsu londini eru komin við arbeiðinum. Og tað er neyvan ov nógv sagt, at føroyingar hava rættiliga nógv eftir at læra, ikki minst tá tað ræður um at skapa trygg skeinkiumhvørvi og at royna at ávirka hugburðin til nýtslu av rúsdrekka.
Men, sum Hans Pauli Strøm, heilsumálaráðharri segði, tá hann setti stevnuna, so er ovurnýtsla av rúsdrekka ein av óhepnu eyðkennunum við vælferðarsamfelagnum, sum ikki fer burtur av sær sjálvum. Tí er tað umráðandi, at vit ikki bara yppa øksl og lata standa til, men royna at  læra av royndunum hjá hvørjum øðrum. Sjálvur trýr Hans Pauli ikki uppá ræðumyndir og lyftar peikifingar, men heldur uppá eitt samstarv, har nýggj vitan og upplýsing eru hornasteinarnir. Tað er har, tað fyribyrgjandi arbeiðið skal seta sítt álit, og ikki á hvørki politiska ella fólksliga undirtøku fyri at rúsdrekkalógin skal herðast, segði Hans Pauli.
?Ábyrgdarfull skeinking?
Eitt av høvuðsevnunum á ráðstevnuni var fyribyrging av harðskapi og óskili í sambandi við skeinking. Føroyar, Svøríki og Noreg stóðu fyri hesum partinum av ráðstevnini undir heitinum ?Ábyrgdarfull skeinking?, eitt heiti, sum var tikið frá eini norskari verkætlan, sum byrjaði í smáum í Kristiansand í 1997, og sum nú fevnir um stórar partar av Noreg. Í Svøríki hava tey havt eina líkandi verkætlan í fleiri ár, og í báðum londum er talan um eina varandi skipan og also ikki einstøk átøk.
Hornasteinurin í skipanini er, at hon er eitt samstarv millum heilsumálaráð, býráð, politi, ferðavinnu og skeinkistøð. Endamálið er í stuttum at gera fólk tilvitaði um ta ítøkiligu ábyrgd, sum skeinkistøð hava fyri at bæði starvsfólk og gestir kunnu kenna seg so trygg, sum møguligt, á matstovuni ella vertshúsinum.
Góða stemningin í fokus
Marianne Virtanen greiddi frá norska átakinum, har fyrsta stigið er at øll starvsfólkini á skeinkistaðnum, líka frá duravørðum til ovastu leiðslu fáa upplæring í at handfara rúsaðar persónar og óhepnar støður, sum kunnu gerast vandamiklar. Á ráðstevnuni fingu luttakarnir høvi at síggja bæði faldarar og videobrot, sum vóru partar av frálærutilfarinum. Felags fyri tilfarið er ein rættiliga frísk og øðrvísi tilgongd til evnið, sum allatíðina setur góða stemningin í fokus. Í einum av faldarnum verður til dømis sagt, at á teimum serligu ?Skori-barrunum?, har fólk serliga koma fyri at hyggja sær eftir eini damu ella sjeik,i er sjálvandi altavgerandi at ein, sum ikki fær meir at drekka, ikki verður eyðmýktur ella gjørdur til láturs. Har verður álagt starvsfólkunum at brúka skemt og humor og annars royna at syrgja fyri, at onnur ikki varnast, hvat gongur fyri seg. Reyði tráðurin í átakinum er at sleppa undan moralprædikum og ræðumyndum, og politiið vísir seg bara á staðnum til eitt hugnaligt prát við starvsfólki, tá lítið er at gera ? og so annars bara, tá tað verður boðsent. 
Góð reklama
Fyribils vísa úrslitini, at talið á harðskapsfráboðanum frá skeinkistøðum er minkað við 28% í miðal fyri tey einstøku skeinkistøðini, og í løtuni verður arbeitt við at fáa størri partar av landinum við í skipanina, bæði í Svøríki og Noreg.
Spurdur um, hvat skeinkistøðini halda um átakið, sigur sviin Mikael Bentzer, at tað ongin ivi er um, at tey fata tað sum ein stóran fyrimun í høðru kappingini millum skeinkistøð, at fólk vita, hvørjar matstovur ella vertshús eru við í átakinum.
- Fólk tíma ikki at fara út at fáa sær eina øl ella at eta á einum stað, har lítið og onki verður gjørt fyri at sleppa undan ov fullum og órógvandi gestum. Tí er tað avgjørt eitt pluss fyri staðið, at hava glasundirløg og annað við áskriftini ?Ansvarligt vertsskap? og ?Nokk er nokk? liggjandi frammi. Slíkt er eftirhondini ein av bestu reklamunum hjá matstovum og vertshúsum í Stockholm, sigur Mikael Bentzer.
Føroyar ? ongar ítøkiligar ætlaninr
Jenny Lydersen frá skeinkiloyvisnevndini umboðaði Føroyar í hesum partinum á ráðstevnuni, og greiddi hon frá, hvussu nevndin arbeiðir, og hvørjar lógir og reglur hon hevur at ganga eftir. Onki skipað eftirlit er við, um lógin verður hildin, og sum er, ger hvørki løgreglan ella loyvisnevndin nakað fyrr enn ein fráboðan um brot á lógina fyriliggur. Sambært Jenny Lydersen, sum eisini er limur í fyribyrgingarráðnum, hevur trupuleikin verið uppi og vent í ráðnum, men enn eru ongar ítøkiligar ætlanir á borðinum, sum líkjast teimum norsku og svensku.