kunnu siga tað so. Báðar dámdu væl at lesa og har vóru nógvar bøkur og lesnaður annars í húsinum, so eg havi altíð lisið nógv. Og so lósu vit eisini lestur heima, og eg byrjaði sjálv at lesa sum smágenta, [...] ordiliga stuttligt at hava barna-, ungdóms- og familjugudstænastur, eins væl og skrúvugudstænastur, og eg eri eisini glað fyri at kunna hoyra Cohen í Kvívíkar kirkju og at hoyra tjørnuvíkingar syngja kingo. [...] spennandi og stuttligt at fara í holt við. Prátið nærkast endanum, og tað merkist, at Marjun er full í orku og klár at fara til verka. Eisini merkist, at tað eru ikki so fá, ið vilja heilsa uppá og ynskja
liggur eitt hart og miðvíst arbeiði og ein sterkur vilji at menna seg. Hetta er søgan um óspilta og blaðunga miðvingin Sonna Ragnar Nattestad, sum bert 18 ára gamal klipti nalvastrongin og fór út í stóru [...] venjari, hjálparvenjarar og liðleiðarar, taka hond um hann og tryggja honum góðar og gevandi umstøður. Tað er ikki uttan orsøk, at felagið hevur fostrað leikarar sum Simon Kjær og nýsælingin Winston Reid [...] at venja fótbólt í MB, og sostatt gekk eg sum lítil smápiltur og sparkaði til bóltin, meðan hon vandi. Harafturat havi eg havt fleiri dugnaligar venjarar bæði í MB og 07 Vestur, og harnæst havi eg heima
Association, og fundarvirksemið verður nú skipað um alt Bretland og seinni eisini í USA. Trýstið á Leopold 2. økist staðiliga og í 1908 er tað so stórt, at hann gevur Congo frá sær, og landið gerst koloni [...] Jákup. Dollin var ein buldrasligur fýrur, og hann fer 18 ára gamal til Skotlands, har hann lærir til maskinmeistara og fer út at sigla. Hann kom m.a. til Amerika og Suðurafrika. Kristindóm vildi hann ikki [...] t Henry Reed til hesa kanningarferð, og honum manglaði ein maskinmeistara. Hesum starvi tók Dollin við, samstundis sum hann gjørdist skipari og annars stuðul og hjálparmaður hjá Casement. Frá hálvan
taka um endan í stýrum og nevndum í stovnum, feløgum og hjá myndugleikum. Tað krevur samskipan og samstarvsevni at sita í einum stýri. Tú lærir at skilja millum egin áhugamál og og felags gagn, sigur hann [...] í CISV, og honum dámdi væl at ganga í kirkju og sunnudagsskúla. Tíðin fór hinvegin mest við at fáast við seyð og at lesa bøkur. Orðaskiftini í samfelagsflokkinum í Hoydølum vóru ofta hvøss og beinrakin [...] fyrireika seg ikki at flyta og átaka sær aðrar sessir, og koma tí ongantíð runt í skipanini. Hygg at løgmanni, sum nær um ongar viðkomandi royndir hevur, og sum aftur og aftur spælir uppá, at »nú er
buksum og hettu og hvítum kitli, fettir sær á, lyftir smáu brillurnar longri upp á nasaryggin og hugsar við fullari ferð. Hann veit, at Propofolið hevur eina helvtartíð, sum bara er átta minuttir, og at [...] at mala fyri tær, eru boðini hann fær. Og ein gamal vestmenningur, sum var áhaldsin og hevur brákað høgra herðablað, fær fatl og ávísing um 1 gramm av panodili og 600 milligramm av Brufeni sum pínulinna [...] sprænir evnini inn í æðrarnar. Og kvinnan er burtur alt fyri eitt. Beinanvegin verður ein blá plastikkverja stungin í munnin á sjúklinginum, so hann ikki bítur seg í vørr og tungu. Og so verða elektrodurnar settar
lívsgleðini og í poesini, í kærleikanum og søgunum, sum Heerup upplivdi og segði frá á sínum ljósa og ævintýrkenda lívsvegi. Og hetta sæst og kennist aftur í hansara serligu ljósu, poetisku, organisku og lívsjáttandi [...] fyri at kunna skapa stóra list og tað er hansara lívsavbjóðing og uppgáva fullkomuliga at hugsavna seg og tæna listini og øllum dimensiónum og aspektum. AT granska, leita og finna listarliga poesi í tí óendaliga [...] konsentreraður og veit fult væl longu tá sum ungur, at tað krevst nógv skapandi orka og stríð í einsemi og lívsroyndir, talent og vitan fyri at kunna fordjúpa seg hjartaliga, sálarliga og intellektuelt
á svartalista og ikki lata henni og hennara vørur uppá borg. Andrea var heimaarbeiðandi kona gift einum skipara og hevði 4 børn og eitt barn til fosturs. Hon var vitug, vitandi, djørv og við óvanligum [...] Tó er ein sólstrálusøga, ið eigur at koma í glas og rammu, og tað er, at Havnar Arbeiðsmannafelag, tá landið fór av knóranum í 1992,og Tórshavnar Býráð og - Argja kommuna ikki høvdu pening til rakstur, tá [...] trygging til limirnar og familjur teirra, og tit hava haft egin hús í 92 ár, og nú fyri tveimum árum síðani umbygda stásiliga húsið í miðbýnum, sum á kvøldið lýsir yvir býin, og tey sum undan gingu. Stóð
Sex er nakað gott og vakurt, og tí skulu vit tosa um tað, sigur kolfirðingurin í Vági. - Og vit eiga ikki at finna okkum í, at nøkur menniskju sleppa at misnýta og neyðtaka børn og harvið oyðileggja heil [...] mann kann ganga runt frá sali til køk til gongd og aftur í salin. Og eg brúkti alt kvøldið at ganga undan honum. Einaferð var eg óansin, og hann kom til mín og spurdi, hví eg rann undan honum. Eg kláraði einki [...] sjálvum og øllum, sum minti um hann. Eg arbeiddi, arbeiddi og arbeiddi, og vildi vera alla aðra staðni enn í Leirvík. Loynibløran brast Arnbjørn var 28 ár, áðrenn hann tosaði um misbrúkið, og tá var tað
fiskivinnuna: “Eg vil ógvuliga fegin, at tað burturspilta og nyttuleysa orðaskiftið millum fiskifrøðingar og vinnu, og onnur, verður lagt niður og funnið verður fram til eina felags støðu, sum sjálvsagt [...] Harrans ár, so átti altjóða sjóvinna og hartil knýttar vinnur at verið ein upplagdur møguleiki hjá okkum. Og onnur dømir kundu eisini verðið nevnd. Men hvussu er og ikki, tað vit hava ídag er eitt fiskivinnu [...] fólki fæst við alt annað enn fisk, og uttan mun til um vit ynskja okkum at gerast eitt meira fjølbroytt samfelag bæði búskaparliga og í aðrar mátar. Steðga vit á eina løtu og hugsa um møguleikar við verandi
teirri gomlu fyrisitingini, eisini tí sum virkaði, og at bara nýtt og óroynt fólk er sett ístaðin. Nýggjur bygnaður og nýtt fólk, sum skulu brúka eini 10-15 ár til at fáa fyrisitingina at virka til fulnar [...] stovnar og stýri fyri at kunna um uppskotið og taka í móti ráðum. »Har gjøgnumgingu vit tingini. Og teir stovnsleiðarar, sum vóru til staðar, fingu møguleika fyri at koma við viðmerkingum. Og tær vórðu [...] biðið meg gera eitt uppskot, og tað helt eg meg so hava skyldu til og ætlaði mær eisini at gera. Og skuldi eg hildið fram at kjakast, hevði eg ivaleyst sitið har uppi enn, og vit høvdu ikki havt fingið nakað