VINNUKRONIKKUR
Búi Tyril
Flestu føroyingar munu vera samdir um, at tað hevði verið ynskiligt við fleiri høvuðsvinnum heldur enn einari. Hinvegin er greitt, at tað kostar bæði stríð, orku, tíð og peningaligt tilfeingi at menna upp nýggjar útflutningsvinnur. Júst hvussu nógv skal leggjast í slíka menning er ein opin spurningur, og tað verður treyðugt so eisini arbeitt við ymiskum — uttan iva eitt arbeiði, ið eigur at halda fram og vaksast um, og tað ongantíð ov skjótt. Eg havi tó ilt við at trúgva, at vit kunnu rokna við at síggja nakrar størri broytingar á hesum øki í bræði. Sum fleiri hava víst á í fleiri Harrans ár, so átti altjóða sjóvinna og hartil knýttar vinnur at verið ein upplagdur møguleiki hjá okkum. Og onnur dømir kundu eisini verðið nevnd.
Men hvussu er og ikki, tað vit hava ídag er eitt fiskivinnu samfelag, uttan mun til um meginparturin av okkara fólki fæst við alt annað enn fisk, og uttan mun til um vit ynskja okkum at gerast eitt meira fjølbroytt samfelag bæði búskaparliga og í aðrar mátar.
Steðga vit á eina løtu og hugsa um møguleikar við verandi vinnuligum bygnað, kann tað so hugsast, at meira kann fáast burturúr at útflyta fisk? Er kanska ikki eftirspurningurin á fiskavørum stórur og vaksandi?
Vit eru kanska ikki von við at rokna fisk fyri nakað fínt, men kanska vit hóast alt ikki skulu skammast yvir, at teljast millum tær tjóðir sum føða heimsins fólk.
Tað ber illa til at viðgera spurningar um export í álvara uttan eisini at taka flutning og logistikk við í mentu. Og her dragast vit í løtuni við eitt søguligt bakkast, nú ið Faroe Ship, í dag dóttirfelag hjá íslendska Eimskip, hevur avgjørt at frá og við 1. juli í ár er Skotlandsleiðin, tann traditionella flutningsleiðin til Stóra Bretlands, okkara størsta marknað, dottin burtur. Ístaðin verður víst til ta flutningsleið, sum íslendingar hava umvegis Føroyar til Immingham.
Føroyskir fiskaútflytarar síggja seg noyddar at taka málið í egnar hendur. “Vit kunnu ikki leggja alt um fyri at passa í mynstrið hjá tí íslendsku vinnuni,” sigur Regin Mikkelsen, stjóri í Rainbow Seafood, sum saman við øðrum fiskaútflytarum hevur sett sær fyri at fáa til vega skip til at røkja Skotlandsrutuna. “Vit hava arbeitt upp ein marknað tey seinastu 10 árini við feskfiski til Skotlands og norðrara part av Onglandi, og hesin byggir á, at vit hava tvær avskipingar um vikuna. Okkara keyparar kunnu ikki liva við at teimum treytum, sum vit fáa við tí íslendsku Immingham rutuni.”
Tað vildi verið heldur bláoygt at roknað við, at útlendingar, ella kappingarneytar, skulu vera áhugaðir í at halda sambandið við Skotland viðlíka fyri okkara skyld; tað broytir tó ikki tann veruleika, at fyri Føroyar eru her stórir partar av einum handli upp á eina milliard danskar krónur um árið settir upp á spæl.
Nýggja fiskidagaskipan?
Ein røð av fylgjuspurningum hanga í kjakinum um okkara fiskivinnu og stýringina av henni. Hvussu skulu vit gera fyri at vinna eina sterkari positión á altjóða marknaðum – hvussu skulu vit fyrihalda okkum til felagsskapir sum ICES og Marine Stewardship Council, ið tykjast hava so stóra ávirkan á politikk, fjølmiðlar og brúkarar í teimum londum ið keypa okkara vørur? Hvussu klára vit at tillaga okkara fiskivinnu uttan at offra alt ov nógv?
Tað er ikki óvanligt, at róp kemur í hesa ársins tíð, tá ið tilmæli um komandi veiðiár verða løgd fram, og myndugleikarnir skulu taka avgerðir um fiskidagar og annað av áhuga fyri okkara fiskivinnu samfelag.
Eitt fiskivinnusamfelag er framvegis, hvat Føroyar eru, upp á gott og ónt. Her kann man so spyrja um tað ikki átti at borið til at funnið fram til nakrar fiskivinnupolitiskar høvuðslinjur, sum tey flestu, ið virka og búleikast her, kunnu vera samd um.
Klára vit at skifta gamalt agg og klandur út við framfýsni og samanhald, so verður tað lættari at loysa ta fløkju av trupulleikum, sum er komin undan kavi í seinastuni.
Tórbjørn Jacobsen, fiski- og tilfeingismálaráðharri, legði í ársins útgávu av Faroe Business Report dent á at fáa eina breiða semju, sum gongur tvørtur um partapolitisk mørk og røkkur longur enn eitt valskeið.
Hann segði: “Vit mugu byggja upp eina meira skipaða linju, tá tað snýr seg um býti og stýring av veiðirættindum, bæði í sambandi við kvotur og fiskidagar. Tað var ongantíð ætlanin við lógini um vinnuligan fiskiskap at leggja upp til ein privatan kapitalmarknað fyri fiskirættindi. Og als ikki tá ið slíkur handil hevur lyndi til at lokka ov nógv fólk út úr fiskivinnuni og hópa upp skuld í vinnuni, sum kann hótta hennara búskaparligu heilsu, samstundis sum tann fíggjarliga gáttin verður gjørd hægri fyri tey, sum ynskja at koma inn í vinnuna. Í okkara skipan eru veiðirættindi ikki privat ogn.”
Síðani legði hann afturat: “Vit fara at hyggja grundiga eftir, hvussu vit sum best kunna fáa hesa skipan at samsvara so væl sum møguligt við dagsins tørv. Skipanin hevur virkað væl og skuldi verið sjálvregulerandi, men vit mugu nú síggja til at hetta sjálvregulerandi hugtakið veruliga virkar sum tað skal. Eg trúgvi, at skal skipanin framhaldandi eydnast til fulnar, so verður hetta avgerandi: okkara førleiki at tryggja ta røttu javnvágina millum tann fiskivistfrøðiliga veruleikan og evnini hjá fiskivinnuni at skapa búskaparligar ágóðar.”
Og víðari: “Vit fara ikki at grundleggjandi broyta skipanina men heldur at tillaga ávísar partar av henni har tað er neyðugt.”
Fiskiorkunevndin, sum Tórbjørn Jacobsen herfyri setti til at meta um fiskiorkuna í veiðiflotanum sum fiskar botnfisk undir Føroyum, skrivar m. a. í frágreiðing handað til landsstýrismannin tann 6. juni: “Týdningurin av at fiskidagatalið er rætt stillað setur stór krøv til umsiting og regluliga eftirmeting av væntandi øktum effektiviteti. Hetta hevur ikki verið so, mest tí samsvar ikki hevur verið millum skipanina og ta fiskifrøðiligu ráðgeving sum er latin sambært lóg um vinnuligan fiskiskap. Stovnsmetingarnar hava ikki verið nýttar til at rokna seg fram til rætta fiskidagatalið. Eingin meting hevur verið tøk av møguligum vøkstri í veiðievnum hjá fiskiflotanum, sum kundi verið vísindaligt grundarlag undir uppskotum um at minka um fiskidagatalið. Somuleiðis er eingin vísindalig meting av hvussu stongdu leiðirnar hava ávirkað veiðievnini, serliga viðvíkjandi toski.”
Mett verður at hjá trolarum, serliga partrolarum er veiðiorkan sum heild økt, meðan tað er meira ivasamt tá talan er um húkaveiðina.
“Nevndin mælir til at størsti dentur verður lagdur á pelatrekk, tá fiskiorkan hjá trolarum verður mett. Mett eigur eisini at vera um væntaða veiðu. Tá fiskiorkan hjá línuskipum verður mett, verður dentur lagdur á hvussu nógvar húkar fiskifarið kann seta. Eisini her eigur at vera mett um væntaða veiðu.”
Formaður í Fiskiorkunevndini er Kjartan Hoydal, fyrrverandi fiskivinnustjóri. Kjartan Hoydal, sum annars er kendur frá sínum arbeiði sum skrivari í (NEAFC) North East Atlantic Fisheries Commission, hevur hesa viðmerking til tað ofta klandursama kjakið um fiskivinnuna:
“Eg vil ógvuliga fegin, at tað burturspilta og nyttuleysa orðaskiftið millum fiskifrøðingar og vinnu, og onnur, verður lagt niður og funnið verður fram til eina felags støðu, sum sjálvsagt er.”
Hann leggur afturat: “Fiskirannsóknarstovan er biðin um at endurtaka tað roknistykkið sum var grundarlagið undir fyrstu ásetingunum av fiskidøgum fyri fiskiárið 1996-1997. Vónandi kemur tað skjótt, so Fiskiorkunevndin kann gera arbeiðið sítt liðugt. Høvuðstrupulleikin við at byggja alt á stovnsmetingar fyri tað seinasta árið er at hesar, sum øll vita, eru sera óvissar. Tað er betri at nýta tað sum stovnsmetingar siga fleiri ár aftureftir, tí tær verða tryggari og tryggari jú longur tú gongur aftureftir; eini 4-5 ár aftur í tíð eru tær álítandi.”
“Stovnsmetingar greina stovnsstødd og sonevnda fiskideyðatalið, tað er hvussu stóran part av stovninum fiskiflotin tekur á hvørjum ári í tali. Stovnsstøddin er umframt fiskiskapin ávirkað av náttúruviðurskiftum. Kanningar hjá Fiskirannsóknarstovuni sýna at serliga gróðurin hevur stóran týdning. Vit kunnu ikki stýra náttúruni, men vit kunnu stýra fiskiflotanum og virksemi hansara. Tað er tí mest natúrligt at byggja reguleringar á fiskiflotan og hava eyguni eftir broytingum har, effektivitetsbatum og broytingum í veiðimynstri. Hetta skuldi ikki verið so ringt at gjørt, men er lítið gjørt við undir Føroyum. Eisini er vert at hava eyguni eftir hvussu stongdar leiðir virka, hin meginásin í skipan okkara; heldur ikki her hava vit nakrar veruligar kanningar. “
Støðugur karmur
Vóru tónarnir frá ICES sum tulkaðir av Fiskirannsóknarstovuni døkkir og alarmerandi í fjør, eru teir tað sanniliga eisini í ár. Fyri at eingin ivi skal vera um at ætlanin er at ávara um ikki ræða, skrivar Fiskirannsóknarstovan við reyðum stavum á sínari heimasíðu: “Hetta er ikki hugaligur lestur.” Síðani verður víst til samandrátt av tilmælinum frá ICES, sum hesuferð gongur so langt sum at mæla til at steðga øllum fiskiskapi eftir toski á landgrunninum og Føroya Banka umframt allari veiði eftiri hýsu, og harafturat at skerja upsaveiðina við einum fimtingi.
Ein og hvør sum kennir til viðurskiftini í Føroyum má stúrsa við av tekstinum. Eitt tað mest løgna er at meðan mett verður at toskurin er niðurfiskaður, verður sagt at hýsan er rímiliga væl fyri — samstundis vil man tó binda um heilan fingur fyri at verja fiskin og steingja heilt fyri fiskiskapinum. Av góðum grundum hava fólk í einum fiskivinnu samfelag ilt við at slúka eitt slíkt tilmæli rátt.
Sum Vinnuvitan skrivaði við ávísing til Fiskirannsóknarstovuna, so metir ICES ikki veiðina eftir botnfiski undir Føroyum at vera burðardygga. Hetta er nakað sum kann raka okkara útflutningsvinnu sera meint – í øllum førum sum tað kann tykjast. Men sum Kjartan Hoydal eisini hevur sagt alment: so leingi okkara samskifti við ICES fer fram undir skeivum fyritreytum, at ICES t.d. ikki hevur fingið nøktandi lýsing av hvussu okkara fiskidagaskipan virkar, so eigur hesin dómur um at okkara fiskivinna ikki er burðardygg at takast við einum dimsi av salti.
Sum fleiri hava víst á, ein fiskidagaskipan — eitt sokallað “effort management system” — eigur ikki at verða ávirkað beinleiðis av teimum árligu stovnsmetingunum. Hinvegin ræður um at halda eyguni við tí samlaðu veiðiorkuni soleiðis at hon ikki veksur.
Fiskirannsóknarstovan hevur í fleiri ár hildið fast við at vaksandi veiðiorka hjá skipaflotanum sum heild orsakað av tøknifrøðiligari menning hevur økt so mikið um trýstið á okkara fiskastovnar at vandi er fyri ovurfisking. Men kritikarar siga at so leingi einki er viðtikið um hvussu veiðiorkan hjá hvørjum skipi skal metast, er tað ómøguligt at taka hetta sum sannroynd. Onnur seta spurning við um tann samlaða veiðiorkan veruliga er vaksin, og vísa til ta samlaðu brutto tonnaguna í flotanum.
Eitt afturat sum skuldi kunnað fingið kalt vatn í blóðið hjá teimum mest ekkafullu: Hagtølini yvir ta samlaðu veiðina eftir botnfiski undir Føroyum hava í eina heila øld ligið innan fyri ein ótrúliga støðugan karm, nevniliga millum umleið 80.000 og 120.000 tons um árið.
Rokna tó við toski
Meðan flestu fiskifrøðingar tykjast meta at toskastovnurin á landgrunninum er hóttur álvarsliga og má verjast við nýggjum tiltøkum ella veiðibanni, seta fiskimenn spurnartekn við hvussu álítandi tey døpru tølini eru.
Her verður víst á at talan er og verður um metingar sum sjálvt sambært tey vísindafólk ið gera hesar metingar hava eina innbygdan óvissu faktor.
“Óvissan kann liggja um pluss/minus 30 prosent tá tølini sum arbeitt verður eftir eru álítandi,” sigur Auðunn Konráðsson, formaður í Meginfelag Útróðrarmanna og limur í Fiskidaganevndini. “Verður tað hinvegin arbeitt út frá skeivum tølum, verður óvissan væl størri. Hetta við óvissuni verður næstan altíð gloymt ella kveistrað til síðis tá vit skifta orð um fiskastovnarnar. Flest øll vísindafólk munu væl og virðiliga vera greið yvir slíkar óvissur, men ofta er tað verri statt við tíðindafólkum og øðrum ið ikki altíð hava stundir ella orku til at seta seg grundiga inn í tey mál sum borðreitt verður við. Her er tann demokratiski vandin at ein illa kunnaður almenningur kann leggja trýst á politikarar og harvið tann skeiva vegin ávirka tær avgerðir sum myndugleikarnir skulu taka.”
Og okkurt kundi bent á at toskurin er á veg uppaftur. Fleiri hava samanborið støðuna í toskastovninum við hana vit høvdu tíðliga í 1990unum, tá fiskurin eitt og tvey ár aftan á at hann skuldi vera horvin heilt knappliga tók seg uppaftur í stórum.
Asbjørn Djurhuus, næstformaður í Fiskidaganevndini og nevndarlimur í Meginfelag Útróðrarmanna, hevur verið virkin innan fiskivinnuna í ein heilan mansaldur. Hann heldur tað vera óklókt og ábyrgdarleyst at steingja fyri øllum fiskiskapi eftir toski bara tí at tær seinastu stovnsmetingarnar eru daprar.
“Hugskotið við fiskidagaskipanini var júst at lata tað regulera seg sjálvt,” sigur Asbjørn Djurhuus, sum eisini nevndarlimur í Bátafiski á Eiði. “Er tað lítið til, so verður tað eisini tikið tað minni; er meira til, so fáa vit eisini meir. Eg haldi hetta er ein góð og rímilig skipan tí her taka vit natúrligt støði í hvussu tann veruliga støðan er á fiskimiðunum. Men ikki tí, meina teir klóku at fiskurin má verjast enn meira so kanska tað er upp á sítt pláss at seta nakrar dagar av í kalendaranum har man ikki sleppur at fiska, til dømis har tað er umráðandi at ungfiskurin fær frið.”
“Hinvegin haldi eg tað vildi verið skeivt at skorið talið á fiskidøgum niður aftur í ár, tí tað stendur longu á hjá teimum flestu sum er at fáa tað at mala runt; um man bara sleppur at fiska nakrar heilt fáar dagar, so verður tað ómøguligt at fáa tað at hanga saman.”
Sum ofta hevur verið víst á, byggja stovnsmetingar á 3-4 ára gomul data. Út frá hesum, kann tað vera áhugavert at notera sær hvat ein maður sum Asbjørn Djurhuus meinar um toskastovnin í løtuni.
“Eg haldi ikki vit skulu síggja so svart upp á tað. Tað skal nevniliga ikki undra um toskurin fer at koma afturíaftur nú. Í vetur var nógv meira av toski at fáa enn teir báðar vetrarnar frammanundan. Hetta við at man ikki fær nakran tosk hesa ársins tíðina, tað er einki at gráta yvir. Tað fingu útróðrarmenn heldur ikki fyrr í tíðini, so tað skal man ikki rokna við at fáa nú.”









