báðar er at siga, at tær hava ikki havt brúk fyri eyka sersømdum fyri kvinnur, fyri at verða hoyrdar ella at koma fram at í samfelagsmeldrinum. Onnur var Karolina Petersen, sála, sum tordi at siga tað, [...] helst bæði synd og skomm, at talið ikki er heili 100%. Men vit kunnu tó hinvegin gleðast um, at talan er um enn eitt nýtt føroyskt heimsmet, skuldi eg heilsa og siga (!). Og at hetta talið er bara yvirhálað [...] fílist á, at Karsten hevur svikið hevdvunnin stavnhøld, ið sett vórðu av fedrum hansara. Og at Karsten tykist ótryggur í atgerðum. Men her haldi eg, Jóannes, at tú fert skeivur. Ikki tað, at ikki onkur
var ikki at finna, hóast ídnar royndir og drúgva leitan. - At enda gav eg bara upp, tí nú hevði eg leitað á øllum hugsandi og óhugsandi støðum, uttan at finna hann. Tað var bara so ergriligt at missa hann [...] um, at ringurin, sum hon hevði gingið við í nógv ár, var altso MÍN ringur, sigur ein ovurfegin Bjarma. Og Rakul var minst líka so bilsin sum Bjarma: - Ja, hetta var næstan ov gott til at vera satt. Men [...] Velbastað og Rakul av Langasandi: Hin fyrra misti ringin. Hin fann hann aftur, so at siga. Søgan er í stuttum hon, at tá mamman, Anna, var liðug við 10. flokk, fekk hon ein ring frá manninum, sum síðani
gera og rættiliga ”uppi í tíðini”, umframt at vera í húgvu langt niður um oyruni. Hon lá nú eftir heima henda lagnudag. Fekk at enda teskað, at eg ynskti at keypa eina fartelefon. Ungi fryntligi seljarin [...] hann, at eg bert hevði trý vinfólk? Og hvussu tramin visti hann um hesi trý? So tollut var eg á telefonøkinum. Eg fekk sagt honum, at mín telefon EINKI skuldi annað enn brúkast at tosa í umframt at senda [...] hugburð, tá tað snýr seg um at svara telefonini, tá onkur prátar við meg, og eg toli ikki, at fólk tá tey vitja meg knappliga raðfesta telefonina framum við at seta seg at práta um líkt og ólíkt við munninum
bara sum at siga tað at hava ábyrgdina av so dýrum skipi, nú hýsan er vorðin dýrari fiskur enn rækjan. Vit sita og práta eina lítla løtu, nú ein skái er, og ongin rópar eftir honum. Tað er nógv at gera hjá [...] undir at alt ov nógvar rækjur eru á marknaðinum. Og úrslitið er, at prísurin bara fellir enn meira, sigur Jógvan Tróndarsson og klórar sær um sín kumlaða nakka. Hetta er ikki lætt at hava við at gera. [...] Atlantskajuna í Nuuk. So skjótt sum teir hava lagt at, so verður farið undir at landa og veiðan hjá Akamalik gevur einki arbeiði á landið, annað enn at hon verður á plattum førd í bingjur og síðan flutt
bara sum at siga tað at hava ábyrgdina av so dýrum skipi, nú hýsan er vorðin dýrari fiskur enn rækjan. Vit sita og práta eina lítla løtu, nú ein skái er, og ongin rópar eftir honum. Tað er nógv at gera hjá [...] undir at alt ov nógvar rækjur eru á marknaðinum. Og úrslitið er, at prísurin bara fellir enn meira, sigur Jógvan Tróndarsson og klórar sær um sín kumlaða nakka. Hetta er ikki lætt at hava við at gera. [...] Atlantskajuna í Nuuk. So skjótt sum teir hava lagt at, so verður farið undir at landa og veiðan hjá Akamalik gevur einki arbeiði á landið, annað enn at hon verður á plattum førd í bingjur og síðan flutt
hart, ljósshowið var í heimsklassa, og so prógvaðu Toto dreingirnir, at aldur ikki hevur nakað at siga í tónleikahøpi. Teir løgdu út við at spæla ?Caught in the balance? av plátuni ?Mindfields?, alt meðan [...] eftir ferð at dára alla fjøldina við sínum fantasktiska guitarspælið, serliga tá hann beint eftir, at bólkurin hevði framført eitt av kendastu løgunum, nevnliga ?Rosanna?, fekk fjøldina at yvirgeva seg [...] Eftir at teir høvdu framført nøkur av teimum nýggjaru løgunum, so sum ?Caught in the balance?, ?Cruel?, og ?Better World?, sum øll eru at finna á næst seinastu útgávuni, ?Mindfields?, megnaðu teir at fáa
Hetta varð langt at fara, og var tað satt at siga sum at koma í eitt annað land. Tað var forvitnisligt at koma so nær at Ísvirkinum, so stórt tað var – reytt og hvítt. Løgið var tað, at tann heiti, lívgandi [...] við sær, at matvørur komu at tróta á marknaðinum, helst fiskur, og tí fór prísurin á honum munandi upp. Føroyingar sóu ein møguleika at vinna sær nakrar krónur burtur úr hesari støðu og fóru at sigla við [...] Evigt ejes, kun det tabte. Onnur hús Tað var at undrast yvir at standa vestarumegin landið og skoða t. d. Borgina og Húsafellið, sum stóðu sum kempur og goymdu at sínum húsum – Koksinum, Stórhúsi og tí lítla
loysnum. Tað er synd at siga, at hann hevur luttikið nógv í skrivliga partinum av politiska orðaskiftinum, men í tinginum hevur hann dugað sera væl at borið síni sjónarmið fram og at grundgivið fyri teimum [...] valið týsdagin. Tað ljóðaði eitt skifti, at hann ikki ætlaði at vera á listanum til løgtingsvalið í januar, men nú er tað nakað síðani, at tað varð greitt, at hann verður á listanum. Í 1968 giftist Anfinn [...] frítt, at hann er bygdaligur. Í politiska umhvørvinum hevur tað so mangan verið tikið til, at um tað bara hevði verið upp til 60 ára føðingardagsbarnið at gera av, so hevði honum dámað betri at fingist
nógvar av hinum eisini. Eg føldi, at eg var Hugin sjálvur, og at Jens Pauli skrivaði um mitt lív. Sitandi á Landsbókasavninum kom eg at minnast, hvussu eg byrjaði at síggja alt við eygunum hjá høvuðspersóninum [...] barn, har eg mangan sat og sá út í regnfullar dagar, gjógnum vindeyga og hugsaði, um bakkarnir, fjørðurin og um øll húsini nú fara at standa tóm? Um ikki so frægt sum eitt heimalamb fór at liva eftir, tá nú [...] nú atombumban fór at bresta? Eg vónaði at doyggja av bjarta ljósinum, so eg ikki skuldi finna øll hini deyð. Men fór endatíðin at koma fyrst. Johannesa opinbering ræddi meg, eins og henda ræðuliga bók
fór at verða ringt at fáa fatur á bóltinum, sigur Arnbjørn um løtuna undan útjavnandi málinum. Í landsdystinum móti Estlandi var Arnbjørn fyrstur á bóltin eftir at málmaðurin bjargaði brotssparkinum frá Fróða [...] Tíbetur skoraði Egil ikki, sigur Arnbjørn og fer at flenna. Slík mál kunnu kallast at vera heppin mál, men har er Arnbjørn ikki samdur. «Tað kann ikki blíva við at verða hepni, sigur hann víðari við einum lítlum [...] Bólturin endar hjá Egil á Bø, sum stútar á stongina. Fyrstur á returin er, sjálvnadi freistast ein til at siga, Arnbjørn Hansen. Hann meddar til og bólturin syngur í nettakinum. 93 minuttir, 1-1 og stórur fagnaður