Anfinn Kallsberg 60 ár

Mánadagin 19. november verður Anfinn Kallsberg á Viðareiði 60 ár.

Hann hevur seinastu stóru fjórðingsøldina verið ein av teimum, sum hevur verið í fremstu røð á politiska pallinum – sum floksformaður í Fólkaflokkinum, landsstýrismaður, løgtingsformaður, løgmaður, fólkatingsmaður, formaður í fíggjarnevndini og limur í Norðurlandaráðnum.

Anfinn vaks upp í Klaksvík. Foreldrini vóru Gunnar Kallsberg, sum var ættaður úr Leirvík og í mong ár var arbeiðsformaður hjá Kjølbro, og Kathrina fødd Joensen og ættað úr Funningsfirði.

Gunnar búði á Stongunum, og tað vóru sjey børn í tveimum giftum: Poul, Einar og Ella vóru í fyrru giftu, sum var við Ellu fødd Poulsen og ættað úr Kollafirði. Hon doyði í 1933, og í 1936 giftist Gunnar uppaftur. Í seinnu giftuni vóru børnini Gutti, Hanna, Kaj og Anfinn.

Poul og Einar eru ikki á lívið longur. Ella Mørkøre býr í Klaksvík, Gutti og Anfinn búgva á Viðareiði, og Hanna Mortensen og Kaj búgva í høvuðsstaðnum.

Anfinn lærdi á skrivstovuni hjá J. F. Kjølbro á Gørðum, har hann arbeiddi frá 1964 og fram til 1974. Tá fór hann undir bókhaldsvirki á Viðareiði.

Anfinn hevur verið uppi í nógvum vinnuligum virksemi í lokaløkinum sum ánari, nevndarformaður, útgerðarmaður og stjóri. Eitt nú í Frostvirkinum í Norðdepli og í bátum og skipum. 1978-1996 var Anfinn í nevndini fyri Norðoya Sparikassa, har hann røkti formanssessin í fimm ár.

Fyrstu politisku stigini tók Anfinn, tá ið hann í 1974 varð valdur í bygdarráðið á Viðareiði, har hann var formaður fram til 1980. Tað var stórur spenningur um, hvør skuldi loysa Hákun Djurhuus av, tá ið formaðurin í Fólkaflokkinum ikki stillaði uppaftur til løgtingsvalið í 1980. Anfinn vann sera tøttu kappingina við Jógvan við Keldu, og síðani hevur hann verið tingmaður fyri Fólkaflokkin í Norðoyum.

Anfinn er gløggur, og hann ber orð fyri at hava gott politiskt tev. Hann leypir ikki fram av, og tað hevur ofta víst seg at vera ein dygd, tá ið politiskar fløkjur hava verið og leitað hevur verið eftir semjum og loysnum. Tað er synd at siga, at hann hevur luttikið nógv í skrivliga partinum av politiska orðaskiftinum, men í tinginum hevur hann dugað sera væl at borið síni sjónarmið fram og at grundgivið fyri teimum, og tað er tøgn í salinum, tá ið Anfinn hevur orðið.

Tað var skjótt eftir, at Anfinn var komin í Løgtingið, at Fólkaflokkurin valdi hann til landsstýrismann. Tá ið Olaf Olsen í februar 1983 vildi sleppa úr sessinum sum fiskimálaráðharri í samgonguni hjá Paula Ellefsen, fór Anfinn í henda sessin, sum hann røkti fram til í januar 1985.

Í fyrra landsstýrinum hjá Jógvani Sundstein, sum sat í fimm mánaðir í 1989, og sum hevði manning úr Fólkaflokkinum, Tjóðveldinum, Sjálvstýrisflokkinum og Kristiliga Fólkaflokkinum, var Anfinn landsstýrismaður í fiskivinnumálum og kommunumálum. Í samgonguni millum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin (1991-1993) var Anfinn tingformaður.

Í juni 1996 kom Anfinn aftur í landsstýrið, sum Edmund Joensen var løgmaður í, og sum umframt úr Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum eisini hevði manning úr Sjálvstýrisflokkinum og Verkamannafylkingini.

Hesa ferð var Anfinn landsstýrismaður í fíggjarmálum. Um hetta tíðarskeiðið hevur Anfinn sagt, at tað var eitt tað mest spennandi hjá honum í politikki. Skatturin varð umlagdur til bruttoskipan, og hildið varð fram við at veita skattalættar, eftir at kreppan síðst í áttati og fyrst í níti árunum hevði borið ovurhonds stórt skattatrýst við sær.

Á politiska tignarstiganum rakk Anfinn upp á tindin, tá ið hann 15. mai í 1998 gjørdist løgmaður í fullveldissamgonguni. Henda sessin røkti hann inntil í februar 2004. Talan mundi vera um mest turbolenta politiska skeiðið hjá Anfinni, ið hevði Høgna Hoydal sum næsta politiska makkara. Hjá báðum snurraði tað væl og skjótt. Men arbeiðslagið og ivaleyst eisini fatanin av, hvussu politikkur skal dyrkast og fremjast tykist vera rættuliga ymisk hjá teimum báðum.

Anfinn var í stórum politiskum brotasjógvi, tá ið fullveldissamstarvið var av, og tá ið hann legði frá sær sum løgmaður fyri knappliga fýra árum síðani, tóktust parlamentarisku vánirnar ikki at benda á serligan politiskan leiklut.

Veljarin syrgdi tó fyri, at Anfinn fekk nógv størri og sentralari politiskan leiklut og tyngd, enn tað tóktust vera vánir fyri, tá ið fullveldislandsstýrið var farið fyri bakka. Á løgtingsvalinum 20. januar 2004 setti hann greitt met í persónligum atkvøðum í Norðoyggjum. Anfinn gjørdist formaður í fíggjarnevndini, og á fólkatingsvalinum 8. februar í 2005 fekk hann sovorna álitisváttan í persónligum atkvøðutali, sum tað næstan ikki er komið fyri áður.

Fyrr í ár legði Anfinn frá sær sum floksformaður. Um tað bara hevði havt staðið upp til Anfinn sjálvan, so hevði hann ivaleyst havt lagt frá sær fyri tveimum árum síðani. Formansstarvið í Fólkaflokkinum røkti hann í fjúrtan ár. Anfinn var ikki á listanum til fólkatingsvalið týsdagin. Tað ljóðaði eitt skifti, at hann ikki ætlaði at vera á listanum til løgtingsvalið í januar, men nú er tað nakað síðani, at tað varð greitt, at hann verður á listanum.

Í 1968 giftist Anfinn Berghild Matras, sum er ættað av Brekkumørk á Viðareiði. Tey búgva á Brúgvaskiftinum á Viðareiði, og tey eiga tríggjar dreingir: Hans Jákup (1969), Kári (1973) og Signar (1978). Teir búgva allir á Viðareiði, og Anfinn eigur níggju abbabørn - tríggjar gentur og seks dreingir.

Á Viðareiði hevur Anfinni dámt so sera væl, og í orðsins besta týdningi er tað ikki frítt, at hann er bygdaligur. Í politiska umhvørvinum hevur tað so mangan verið tikið til, at um tað bara hevði verið upp til 60 ára føðingardagsbarnið at gera av, so hevði honum dámað betri at fingist við seyð og fugl og fisk og bygdarlívið sum heild, heldur enn at verið partur av politiska og umsitingarliga umhvørvinum í høvuðsstaðnum.

60 ára føðingardagurin verður hildin á hotellinum á Viðareiði, har tað verður opið hús mánakvøldið frá klokkan 18 til 22. J