Jóannes Nielsen, Karsten Hansen og Harrin Jesus

Arnstein Niclasen
-----

Tað orðkringa skaldið Jó­annes Nielsen spyr í grein í Dimmu herfyri ein rele­vant­an spurning: ”Hvat vildi Jesus sagt til standin í dag?” - við lutvísari ábend­ing til Karsten Hansen, sum eftir 40 ára samhuga og baksi mynstrar av úr Tjóð­veldisflokkinnum og fer við Miðflokkinum í staðin.
Jóannes, ið eg mestsum bara kenni gjøgnum hansara ritverk, undrast á mangt, og tað er væl skiljandi. Skald eru vanliga sannleika­søkj­andi. So her eru vit almindi­ligu, ið eisini undrast nakað, í sama báti. Niðanfyri eru nevnd nøkur dømi frá monn­um og kvinnum, sum hava maktina og tí halda seg hava sæð ljósið.
Ikki tí, maktin er komandi og farandi og ein hálur hólk­ur um at halda, sum Bjørn­stjerne Bjørnson yrkti um Napoleon Bonaparte:

”Med sejr fra Moskva til Kartagena
han dør dog ensom på Sankt Helena”.

Journalistar
Hvøkkur kom á okkara emi­nentu kyndlaberandi jour­nalistar, táið fram kom í ljós dagsins tey døpru boð úr Jyllandi, at teir nú ikki longur kundu koma inn á journalistaskúlan í Århus við dumpikarakteri - á jøvn­um føti við eitt nú grøn­lend­ingar, sum, við fjar­støðu teirra millum fámentu bygdarløgini undir ísbrúnni, ivaleyst bæði sárt ella ikki sørt mugu kenna seg sum heimføddar millum megin­landsins knassar, sum eitt nú føroyingar, niðri í ”Gamle Danmark, som skal bestå, så længe bølgen rull­er”, og hvørs inuitiska máls­lind liggur fleiri ljósár burt­ur frá hinum norrønu máls­greinunum.
(Ynskið og uppskotið und­an kyndlunum varð hetta: Ein føroyskan journal­ista­háskúla, takk!)

Málfrøðingar
Okkara evnaríki og hárfagri ungdómur fekk dumpi­karak­ter í fjør í Pisa-kanningini, tí tey forstóðu ikki spurning­arnar á ”grótføroyskum”, sum tey ungu sorgarbundin søgdu frá. Ein støða, sum helst hevur benið í lærar­anna ”atstøðiliga náms­frymli” á mál-sóttreins­ingar -støðini á Debessartrøð. Har ung og moyr vitanar­søkjandi verða avlúsað fyri møgulig ”musisk gehør” í móðurmálsins bjargalendi av brósttrongum frøðingum – og við góðari løn. Og sum framvegis manna hópin av almennu málnevndunum – øll rikin saman úr somu ódn av samsintum.
(Ynskið til jólamenn land­sins: Meiri studning til stuld­ur og grevstur í íslendsk­um orðum og gaml­ari tíð)

Skúlalærarar
Í úrvalsmeingi landstýris­manna eru bara 4 av 7 (t.e. umleið 60%), ið eru skúla­lærarar. Í landsins stjórn er soleiðis greiður meiriluti á manningarlistanum – úr land­sins besta stættarbólki. Tað er tí helst bæði synd og skomm, at talið ikki er heili 100%. Men vit kunnu tó hin­vegin gleðast um, at talan er um enn eitt nýtt før­oyskt heimsmet, skuldi eg heilsa og siga (!). Og at hetta talið er bara yvirhálað í teimum londum, har harð­rendar herfylkingar hava tikið ræðið við valdið.
Eingin hevur vituliga nak­að ímóti lærarum ella lærarinnum sum so, og sum vilja vera undirvísarar, og eg minnist enn við gleði aftur á eitt nú Sámal Peter­sen, lærara í føroyskum (granskara og søguforteljara av gudsnáði), og sum for­rest­in eisini eitt skifti var landsstýrismaður í menta­málum.
Men kanska – heldur onk­ur - hevði Pisa-uppdragið giv­ið betri úrslit, um lands­stýrismeirilutin sjálvur hevði verið á vakt í fakinum henda lagnudagin. Tí teir mugu saktans teljast millum teir bestu heilarnar í Norð­urlondum - ikki sannheit? Men um henda metingin er eftirfarandi, so sigi eg bara sum Húshamar: ”Gu’ for­barmi seg fyri teir í Suður­londum -!”
(Ynskið teirra: Fleiri milli­ónir til háskúlar og titlar til lærarinnur og lærar­ar.)

Visión 2015
Gamalt er, at funktionerar (nú eitur tað starvsfólk) avrika funktiónir (tað liggur í orðinum), sum tey fólka­valdu hava stungið út í kortið. Meðan politikararnir verða valdir inn á Ting og í landsins stýri vegna teirra gyllini visiónir um allar lutir. Men nú frættist, at starvs­fólkini sita í torvum og togast við visiónirnar, meðan politikararnir sita hond undir kinn og bíða eftir øllum visiónunum frá funktionerunum. Og hava funktionerarnir tí nakra tíð eftir til at gera dagligu nytt­una? Ella segði nakar, denn øvuta verð?

Ferðalið landsins
Fátækt er í heiminum enn. Hóast fáment, so mugu vit eisini vera við, har hjálp er fyri neyðini. Alt gott um tað. Onkur milliónin er jú av­sett til hetta hermótið.
Men hvussu hevði tú, mín tolni lesari, loyst hetta uppdragið? Jú vituliga, við at tikið telefonina ella sms’að til antin Hans Holm ella Hera Hammer, sum hava undirvíst í geografi í ein mansaldur í Hoydølum, ella kanska ringt til Reyða­kross, sum eisini er inni á feltinum, og spurt um fátæk fólk og lond.
Men tað ger Tinganes ikki. Nei, hví ikki heldur fara út at ferðast fyri peng­arnar, sjálvandi. Tað er jú eitt slag av hjálp til sjálv­hjálp, ið eisini kann brúkast, ikki sannheit?
Amerikanska hervaldið hevur altíð eitt ávíst tal av albrynjaðum hernaðarflog­førum á veingjunum - við landsins trygd fyri eyga. Og gamli garpurin, Winston Churchill, segði um teir djørvu Royal Air Force flog­skipararnar undir krígnum hesi søguligu orð :”Aldri hava so mong, so fáum at takka fyri, so nógv!”
Men um tann stríða ferð­ingastreymin hjá aðalstætt landsins (teir óbeinleiðis valdu og tegnar teirra, settir av vinabondum) í Tinganesi kunnu hesi fyndarorð kanska við góðum vilja snøgg­­ast eitt sindur til, at:”Aldri hava so fá, so mong­­um at takka fyri, so lít­ið”.
Tey ferðast til metro­polar­nar í Ameriku, um evro­peiska meginlandsins stór­staðir og til sólstrendur Spanialands, Portugáliu og heilt yvir til fólkamilliardina í Indialandi.
(Ja, slík eru framtaks­kapp­ar landsins, ið sambært Reg­ini Dahl: Sum dansa gólvleys annað jólakvøld við rættiligum bóndum - -)

Karsten ivasamur?
Jóannes fílist á, at Karsten hevur svikið hevdvunnin stavnhøld, ið sett vórðu av fedrum hansara. Og at Karsten tykist ótryggur í atgerð­um. Men her haldi eg, Jóannes, at tú fert skeiv­ur. Ikki tað, at ikki onkur tinglimur er betri smurdur við brosmulýsi um barka­kílið (henda máliska finst ikki í móðurmáls­orða­bók­ini). Og tað kann væl vera at adrenalinið fer við Karst­eni viðhvørt. Men stavn­haldið, ið hann setti sær sum ungur, hevur hann ikki broytt eitt vet við. Tað eg veit.
Ein rættur løgreglumaður hevur fyri sær hesar reglur - bæði á degi og nátt:”Ikki at missa yvirlitið og ikki at vera handlingslammaður”. Og vit eiga nógvar dugna­ligar politistar í Føroyum. At Karsten støðugt fylktist og var at finna í fremstu røð, havi eg skilt á feløgum hansara. ”Sheriffurin” ber ikki orð fyri at óttast ella ivast, har ið og tá ið á stend­ur.
Hevur hann ikki eisini fingið hægstu viðurkenning og sømdargávu, sum givin verður av politivaldinum fyri áræði og dirvi, antin talan er um váða á landi, sjógvi ella í glerstoyttum líðum, táið talan er um starvs­avrik ella at bjarga øðrum úr vanda?
Hevur nakar fíggjarmála­ráðharri fyrr ella síðani ( bókhaldari, revisor, advo­katur, journalistur, lærari o.s.fr.) klára at minkað blokk­in við einari krónu? Tíans­heldur úti við 350 milliónum krónum. Og við munandi avlopi eftir í landskassanum øll árini?

Tvær kvinnur
Komist við tvær kvinnur, onnur var í landstýrinum og hin mong ár í tinginum og báðar hava av hjarta brúkt síni ár í truplum starvi fyri tey minni mentu og stjúk­børn samfelagsins. Um báð­ar er at siga, at tær hava ikki havt brúk fyri eyka ser­sømdum fyri kvinnur, fyri at verða hoyrdar ella at koma fram at í samfelags­meldrinum.
Onnur var Karolina Peter­sen, sála, sum tordi at siga tað, hon meinti. Tað skal hon eiga ”upp á hennara støv”. Hon segði eina­ferð: ”Táið Karsten sigur nak­að, so ber til at skilja, hvat ið hann meinar við, og at aftan fyri orðini: Har stendur ein maður”, sum hon tók til.
Hin er Karin Kjølbro. Hóast hørm um avgerð Karst­ens og ikki samd í hans­ara sannføring, so gav hon honum eitt skoðsmál í blaðgrein, sum tú skalt leita leingi eftir. Meistarliga væl formulerað og frágingin. A Sense of a Woman.
So, at skjaldmoyggjar og villini galtar Tjóðveldis­flok­sins ikki hava fangað ella forstaðið, at her lá flúrur á vandaleið í sambandi við støðu Karstens, sterka manni floksins, tað kann vitu­liga ikki passa.

Grein 366b
Her var í roynd og veru talan um eitt evarska lítið mál (tað kundi líka so væl verið atkvøtt um, um ikki tveytabellin eisini skuldi galda fyri samkynd). Tí málið snúði seg í veruleik­anum bara um - holdning og hugburð til avleiðingar málsins upp á longri sikt - og als ikki við politikk.
Og í staðin fyri, at varpa málið út til fólkaatkvøðu: ”Gerið so væl, mínir veljar­ar, málið er tykkara!” So bleiv tingarbeiðið lammað í eitt hálvt ár, fjølmiðlarnir slevaðu av skaðafrøi, og sjálvræðisrørslan bleiv rivin sundur í sjálvdrápi. Jubil og fagnaðarróp frá vinnandi áskoðarafjepparunum í Ting­inum hoyrdust um alt landið, og uttan at tingfor­maðurin lyfti aðra eygna­brúnna til átalu. Soleiðis eigur einki nýliga felt ting­mál at viðgerast. Tað átti hvør høna at forstaðið.
Og sambandsfólk úr øll­um flokkum kundu halda um búkin í skellilátri. Og tað er ikki fyrstu ferð at tað hendir, at sjálvstýrisskútan kom at venda øvutan veg, og at vitið og skilið svíkur hjá teimum, sum vilja taka sjálvstýrið fyri land og fólk. Tí í 1906 endaði sjálv­stýris­vongurin sum: Brennivíns-børnini, hálva øld seinni sum: Kommunista-beistini og nú eina øld longur á leið í árinum 2006: Sum válandi vargar uttan siðvenju. Og vita bara: Um komandi hálvt­hundrað ár, fellir ein ung­moy tár – yvir sama skil­ið - (leysliga eftir Jan­usi). Meðan frumburðar­rættur Føroya verður seldur fyri ”eina skál av reyðum linsu­vellingi”.
Skriftin og fornuftin siga, at um tú nakrantíð skalt náa á mál: ”So legg av tað, sum tyngir”. Søren Kierkegaard sigur tað meiri avan­serað:”Renn ikki ørindi í tilveruni, men set alla orku inn á høvuðsuppdragið”.
Og er eitt nú politiska høvuðsuppgáva landsins: At gera ein brúkiligan al­tjóða flogvøll ella at fáa blokk­in burtur, soleiðis at vit kunnu hyggja í eyguni á døn­um uttan at blúgvast, so lat okkum gera tað!!
Og bið tey hoppa og renna, sum altíð skulu inn­flyta okkurt hissini út­lendskt vandamál, sum kanska als ikki kemur okk­um við.

Men hvat hevði Jesus sagt?
Ja, nú mundi eg gloymt spurn­ingin. Og fyrst er at siga, at tað er eitt lykla­skrift­orð, sum stendur í ”The old book with black cover”, og sum bæði jødar ella muhamedsmenn, ið enn knógva undir trældómi lógarinnar, als ikki vilja vita av enn í dag. Og hetta orðið ger allan munin:” Tí lógin varð givin við Mósesi, men náðin og sannleikin eru komin við Jesusi Kristi”(Jóh.1).
Jú, Jóannes, Jesus hevði helst eisini endurtikið setn­ingin, um at geva Gudi tað, sum Guds er, og keisaranum tað, ið keisarans er.
Ja, kanska hevði Jesus eisini sagt, sum við samtíð sína - bara í okkara orðum: Við tann intellektuella vitj­andi á náttartíð:” Maður, tær tørvar at verða loystur úr hasum akademiska hafti­num og haminum - (Jóh.3)”. Og við ta nýseku kvinn­una, eftir at hann hevði sett teir skaðafróu mennirnar skák­mát, segði hann: ”Kvinna, far í friði og synda ikki long­ur – (Jóh.8),”. Og við tann illa á holdum komna og deyðadømda síðumannin á krossinum, ið slepti síni sjálvs­verju og fordómum við hesum orðum:”Hevði tú vilja minst til mín – ”. Og svarið varð hetta:” Vin­ur, í dag skulu vit báðir fylgjast - - (Luk.23)”
Nakað soleiðis, haldi eg - við allari respekt og fá­kunnu - at tann alsvikni Menniskjasonurin og ein­sami Galilearin, og sum tá á sinni í mannaeygum var staddur í markleysasta mátt­loysi - hóast allan mátt í himli og á jørð - hevði sagt við okkum í dag.

06.03.2007